mánadagur 11. apríl 2016síða 44
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
20
Apríl 2016
3
Árni Gregersen
Vælriknar og burðadyggar føroyskar
fyritøkur eru seinastu árini seldar av
landinum til útlendingar at eiga.
Seinasta sølan er trolvirkið Vónin,
sum herfyri var selt til íslendska
kappingarneytan.
Vónin var ein føroysk fyritøka, sum
var knýtt at føroysku fiskivinnuni, men
sum eisini hevur ment seg í øðrum
londum, har fiskivinna er ein partur av
vinnubygnaðinum í landinum.
Ein av teimum, sum gjøgnum
árini hevur funnist at, at før
oyskar góðar fyritøkur verða
seldar av landinum, er Poul
Hansen, advokatur og vinnu
lívsmaður.
– Eg haldi hetta er ein skeiv
leið at ganga. Sjálvur haldi eg,
at peningur, sum er forvunnin
í Føroyum, eisini skal arbeiða í
Føroyum. Ger hann ikki tað, so
verður torført at fáa eitt áhuga
vert samfelag her á landi, sigur
hann.
Nýggi
heimurin,
har
globaliseringin av álvara eisini rakar
Føroyar, ger, at tað er torført at seta
løgfrøðiligar ella politiskar forðingar
fyri, at slíkar sølur henda.
– Vit noyðast sum føroyingar at
broyta hugburð. Skulu vit búgva her
og liva her, so mugu vit eisini hugsa
okkum um. Tað gevur onga meining
at selja útlendingum tær fyritøkur
her í landinum, sum klára seg og
spaða til landshúsarhaldið, sigur
Poul Hansen.
Gjøgnum árini hevur Poul Hansen
verið rættuliga hvassorðaður móti
teimum, sum hava selt føroyskar
fyritøkur av landinum og hann
hevur ikki verið bangin fyri at seta
nøvn á.
Seinast hevur hann í lesarabrævi
funnist at Líggjas í Bø, íløgumanni,
fyri at hava avreitt fleiri vælvirkandi
føroyskar fyritøkur av landinum. Um
Líggjas í Bø skrivar Poul Hansen:
Var oddviti í Skipafelagnum í eitt
mannaminni, nevndarlimur í Bakka
frost í nógv ár m.a., tá tað var skrásett
á Oslo Børs, umframt í nógvum
øðrum nevndum.
Í hesum tíðarskeiði var Skipa
felagið avreitt til íslendingar, parta
brøv í Bakkafrost seld til norðmenn,
áðrenn felagið var børsskrásett og
virkir við aliloyvum til útlendingar.
Hetta varð gjørt saman við nøkr
um sonevndum sjálvútnevndum
»andaligu frelstum«.
Smb. Matt. 6,24 »kann eingin
tæna tveimum harrum, tí annaðhvørt
tænir hann Guði ella mammon«.
Her heima sýnist tað at ganga
best, um ein í fyrsta lagi tænir
Mammon (um dagin) og síðani Guði
(um kvøldið), so her mugu vit enn
einaferð staðfesta, at »denne lov
gælder ikke for Færøerne«.
Eri samdur við Líggjasi í, at virðir
verða/vórðu søplaði burtur, men
serstakliga tá fyritøkur vórðu seld
ar útlendingum fyri løtuvinning, við tí
úrsliti, at vinningurin skaptur í Føroy
um og av føroyingum á hvørjum ári,
streymar út av landinum partvíst utt
an vinningsbýtisskatt.
Nevndu sølur vóru veruliga at
søpla landsins virðir burtur og var
einki minni enn at svíkja land og fólk,
og tá Líggjas var ein partur av tí, átti
hann ikki at ført seg so »alfaðirliga«
fram fyri Føroyar, bert við at spilla
danir og Havnina út.
Síðani Poul Hansen skrivaði hetta
lesarabrævið í februar, er enn eitt
virki við góðum rakstri selt av land
inum.
Vónin hevur júst kunngjørt rakstr
arúrslitið fyri 2015, sum meira kann
lesast um aðrastaðni í hesum blað
num.
Ikki fyri neyðini at selja
Fleiri av vælriknu fyritøkunum eru
seldar av landinum og í fleiri førum
er talan um stóru íleggjarnar, sum
hava valt at selt fyritøkurnar. Smærru
eigararnir, sum kanska meira hava
havt brúk fyri pengum, eru ikki tey,
sum hava trýst á fyri at selja.
Hinvegin sær tað út sum um tað
eru íløgufeløgini, sum vilja heysta
avkastið av góða rakstrinum – uttan
mun til um neyðugt hevur verið at
selja til útlendingar fyri at fáa pen
ingin inn.
– Tað er avgerandi at vit
fáa ein nýggjan hugburð inn.
Ein hugburð um, at peningur
vunnin í Føroyum av okkum
føroyingum,
eisini
verður
settur at arbeiða í Føroyum.
Gera vit ikki tað, so fáa vit ikki
menning í hesum landinum,
heldur Poul Hansen.
Poul Hansen er umframt at
vera advokatur eisini royndur
vinnulívsmaður.
Spurdur um, hvat kann
gerast fyri at fáa meira virksemi í
Føroyum vísir hann á, at tá ið MVG
var innført, tá mistu vit hópin av
smáum
kjallarafyritøkum
kring
landið.
– Hendan undirskógin av smáum
fyritøku hevði ómetaliga stóran týdn
ing fyri trivnaðin og menningina, ser
liga á bygdunum, men hetta hvarv, tá
ið vit fingu MVG, sigur hann.
MVG lógin sigur, at hevur tú virk
semi, har umsetningurin er minni
enn 30.000 krónur um árið, so
sleppur tú undan MVG.
EIN HUGBURÐSBROYTING MÁ TIL, SO VÆLRIKNAR FØROYSKAR
FYRITØKUR IKKI VERÐA SELDAR AV LANDINUM, SIGUR POUL
HANSEN, ADVOKATUR OG VINNULÍVSMAÐUR
Poul Hansen
Pengar vunnir
í Føroyum
eiga eisini at
arbeiða her
Tað er avgerandi at vit fáa ein nýggjan
hugburð inn. Ein hugburð um, at peningur
vunnin í Føroyum av okkum føroyingum,
eisini verður settur at arbeiða í Føroyum
– At Poul Michelsen, landsstýrismaður við vinnumálum, hevur
gjørt nakrar broytingar, taki eg hattin av fyri. Tað vísir meira dirvið
enn tað, sum undanmaður hansara vísti, sigur Poul Hansen