Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-11, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. apríl 2016síða 45

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 21 Apríl 2016 3 – Tí ber væl til at fáa gongd á aftur smáu vinnurnar. Myndugleikarnir skulu bert hækka markið fyri um­ setn­ingi, so tað ber til at reka kjallara­fyri­tøkurnar uttan MVG. So kom gongd á, heldur hann. Hann vísir tó eisini á aðrar forð­ ingar. Millum annað hevur tað víst seg, at Heilsufrøðiliga Starvs­stovan í mongum føri hev­ur lagt fótonglar fyri smáar fyri­tøkur ella ætlanir um smærri fyritøkur. Sjálvandi skal Heilsu­frøð­iliga tryggja okkum, men tey mest býttis­ ligu krøvini eiga at verða lúkað burt­ ur, heldur hann. – At Poul Michelsen, lands­stýris­ maður við vinnumálum, hevur gjørt nakrar broytingar, taki eg hattin av fyri. Tað vísir meira dirvið enn tað, sum undanmaður hansara vísti, sig­ ur Poul Hansen. Partafelagsskatturin Ofta hevur verið tosað um, at parta­ felagsskatturin eigur at hækka eitt sindur, so hann er meira javnbjóðis tí hann er í grannalondunum. Poul Hansen heldur, at lági parta­ felags­skatturin hevur ómetaliga stór­an týdning fyri føroyskt vinnulív. – At hann er so lágur ger, at fyri­ tøkurnar megna at standa ímóti, tá ið ringar tíðir eru. Í veruleikanum haldi eg, at hetta er eitt tað besta, sum er gjørt fyri vinnuna, sigur hann. Øvund Umframt at fylgja væl við í vinnu­ lív­inum, so hevur advokaturin eis­ini stóra vitan og áhuga fyri sam­felags­ viðurskiftum. Poul Hansen hevur verið reiðari á fleiri skipum og seinnu árini hevur hann gjøgnum feløg sett pening í føroyskt vinnulív. Eisini tann vegin sæð, heldur hann, attað er torført at vinna pening í Føroyum. – Vit føroyingar halda, at tað er í lagi um onkur útlendingur vinnur nógv­an pening í Føroyum, men hendir tað, at tað eru føroyingar, sum vinna peningin, so er øvundsjúkan stór, heldur hann. Hálvur blokkur At føroyska samfelagið verður dren­ að fyri kapital, tá ið fyritøkur verða seldar av landinum, harmar Poul Hansen. Serliga tí hann heldur, at talan er um pening, sum kundi skapt vælferð í Føroyum. – Eg haldi vit kunnu siga, at á leið ein hálvur blokkur – 200-300 milljónir krónur – fer av landinum á henda hátt. Og at tað so samstundis eru sokallað loysingarfólk, sum ganga á odda í hesum slagi av út­ flutn­ingi harmar meg enn meira, sigur Poul Hansen. Sjálvur ivast Poul Hansen ikki í, at vit væl kunnu búgva yvir 50.000 fólk í Føroyum við vælferðarskipanum, sum líkjast teimum í grannalondum okkara. Hetta krevur tó, at øll gera sítt og vit fáa sum mest burtur úr okkara til­ feingið. Tað krevur eisini, at tá ið vit fáa fyritøkur at ganga væl, at vit so ikki selja tær av landinum til útlendingar og so ikki lata peningin, sum kemur inn, arbeiða í Føroyum. – Hetta er eitt gott land, men vit mugu broyta hugburð. Vit mugu standa saman um tað, sum vit tjena í Føroyum og tryggja, at peningurin sum vunnin verður, verður settur at ar­beiða í Føroyum, sigur Poul Hansen. arnig@sosialurin.fo – Tað ber væl til at fáa gongd á aftur smáu vinnurnar. Myndug­ leikarnir skulu bert hækka markið fyri umsetningi, so tað ber til at reka kjallarafyritøkurnar uttan MVG, sigur Poul Hansen Savnsmynd