mánadagur 11. apríl 2016síða 46
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
22
Apríl 2016
3
Eyðfinn Reyðberg
528.000 krónur. Hetta talið stendur
á niðjastu linju í roknskapinum hjá
P/f Nema fyri 2015. Hetta er sam
stundis fyrstu ferð at talið á niðastu
linju er positivt síðan 2007, og í
2007 var tað ikki vanligi raksturin
sum gav avlop, men at Nema tá seldi
síni partabrøv í Atlantic Petroleum,
sum góvu góðan vinning. Tá sæð
var burtur frá hesum, gava raksturin
eisini hall í 2007.
Hetta er tí fyrstu ferð yvirhøvur at
Nema gevur avlop av rakstrinum, og
hóast avlpið ikki er stórt, so er tað eitt
avlop, sum eigarar, leiðsla og starvs
fólk kunnu fegnast um.
Kostnaðarmikil roynd
Royndin við at sláa fleiri fyritøkur
saman, hevur kostað nógv. Árini
2008 til 2014 hevði Nema eitt saml
að hall uppá 66 milljónir krónur, og
harvið næstan alla eginognina, sum
var 71 milljónir krónur við ársbyrjan
2008.
Í hesum tíðarskeiði er starvsfólka
talið minkað á hvørjum ári, og enn er
ikki komið á mál.
Í 2007 arbeiddu 106 fólk í Nema.
Við árslok var starvsfólkatalið komið
niður á 63 starvsfólk. Tað vil siga at
starvsfólkatalið er minkað við 40
prosent.
Tjaldur yvirtikið
Tað var íløgufelagið Løkir, sum var
høvuðseigari í Nema. Í samband við
at hetta felag var avtikið, yvir
tók ein at eigarunum Tjaldur
partabrøvini í Nema. Síðan er
partapeningurin
hækkaður,
so íløgufelagið Tjaldur er í dag
stóri høvuðseigarin í Nema.
Tað er ikki ókend støta hjá
Tjaldur at eiga fyritøkur. Tjaldur
hevur longu góðar royndir við
at fara inn sum aktivur eigari,
skera til og selja frá, og opti
mera raksturin í feløgum, fyri
síðan at selja feløgini aftur.
Dømi um hetta er Vónin í
Fuglafirði og Jóannes Thomsen á
Kambsdali.
Umsetningur lækkaður
Umsetningurin hjá Nema er lækkað
ur síðan hann var í hæddini í 2008.
Í 2008 seldi Nema fyri 120 milljónir
krónur, og bruttovinningurin var 27
milljónir krónur.
Síðan lækkaði umsetningurin
niður á 99 milljónir krónur í 2010.
Seinnu árini hevur Nema ikki upplýst
umsetningin í roknskapinum, men
tá bruttovinnngurin er hækkaður úr
25 milljónir krónur í 2014 upp í 29
milljónir krónur í 2015, má metast at
umsetningurin aftur liggur omanfyri
100 milljónir krónur hjá Nema.
Veikt felag
Hóast Nema nú hevur avlop av
rakstrinum, er talan framvegis um
eitt veikt felag við stórari skuld.
Soliditeturin er bert 13 prosent, og
rentuberandi skuldin er framvegis
høg 40 milljónir krónur.
Nema hevur ikki niðurgoldið sína
skuld, og hevur yvirlivað av tolsemi
frá banka. Metast má at komandi
árini skal skuldin niðurgjaldast, og
hetta krevur at Nema megnar at fáa
úrslit, sum í minsta lagi skal vera 3
milljónir krónur um árið.
Annars hevur felagið eisini møgu
leika at selja sínar føstu ognir og
íløgur. Hetta er millum annað gjørt
við avtaluni við Christian Nagata,
sum fór frá sum stjóri í felagnum í
juli 2015.
Hann
keypti
partabrøvini
í
Sendistovuni og sambært yvirlitinum
yvir eigarar í Nema, er felagið hjá
Christian Nagata ikki longur ímillum
størru eigararnar í Nema.
post@sosialurin.fo
HÓAST AVLOPIÐ IKKI ER NAKAÐ AT REYPA AV, SO MÁ TAÐ KENNAST FLØVANDI AT HAVA
AVLOP, EFTIR AT NEMA Í SAMFULL SJEY ÁR HEVUR KOYRT VIÐ HALLI
Greining
Avlop í Nema
eftir sjey ár við halli
528.000 krónur í avlopi
av einum umsetningi
uppá meir enn 100
milljónir krónur í 2015
Nema P/f
2015
2014
Broyting
Bruttovinningur
29.329
25.005
17%
Starvsfólkakostnaður
24.769
26.462
-6%
EBITDA
4.560
-1.457
Avskrivingar
1.297
1.438
-10%
Fíggjarpostar netto
-2.569
-2.846
-10%
Úrslit áðrenn skatt
694
-5.741
-112%
Skattur
166
117
42%
Ársúrslit
528
-5.858
Støðisogn
28.999
30.906
-6%
Ogn í umferð
30.266
31.778
-5%
Ogn tilsamans
59.265
62.684
-5%
Eginpeningur
7.578
7.049
8%
Skuld
51.687
55.635
-7%
Skyldur tilsamans
59.265
62.684
-5%
Rentuberandi skuld
39.881
40.562
-2%
Tøkur peningur
201
665
-70%
Starvsfólk
63
66
-5%
Júst í Túni Vang tók við sum
stjóri í Nema í juli 2015. Hann
kann fegnast um at avlop nú er á
rakstrinum, hóast langt er á mál
at skapa eina nøktandi inntjening
Savnsmynd