mánadagur 11. apríl 2016síða 47
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
23
Apríl 2016
3
Fá bankaútbúgving
í altjóða umhvørvi
Kundi tú hugsað tær eina avbjóðandi og fjølbroytta útbúgving innan fíggjarheimin?
Vit sóknast eftir dugnaligum og eldhugaðum næmingum at byrja eftir summarfrítíðina.
Sum næmingur í BankNordik fært tú bankaútbúgving í einum altjóða umhvørvi
umframt 440 starvsfelagar í 3 londum. Útbúgvingin tekur tvey ár og gevur góðar
starvsmøguleikar, eins og tú eftir lokna útbúgving hevur eitt sterkt grundarlag at
byggja víðari á. Í næmingatíðini fært tú bæði ábyrgd og ávirkan, og tú fert at hava
samband við nógv ymisk fólk – bæði kundar og starvsfólk í bankanum.
Vilt tú vita meira?
www.banknordik.fo/naemingar
Næmingur í BankNordik
BankNordik er ein sterk norðurlendsk vitanarfyritøka við
bankavirksemi í Føroyum, Danmark og Grønlandi. Harumframt
hevur BankNordik dótturfeløgini Trygd og Skyn í Føroyum.
Umsókn
Send okkum tína umsókn saman við avritum av próvskjølum í
seinasta lagi 20. apríl 2016. Skriva til: hr@banknordik.fo ella:
BankNordik
Starvsfólkadeildin
Oknarvegur 5, FO-100 Tórshavn