mánadagur 11. apríl 2016síða 49
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31 35 35
31 35 35
20%
ÚTGJALD
2% Í
RENTU
– 3 MÁNAÐAR GARANTI
BRÚKTIR BILAR
SÍ MEIRA
Á BM.FO
NÝSÝNAÐIR
LÆTTUR, HUGALIGUR OG KUNNANDI VIKULESNAÐUR ...ÓKEYPIS FRÁ MIÐLAHÚSINUM TIL HVØRT HÚSARHALD Í FØROYUM
VIKA 15 • 11. APRÍL 2016
verður í Skótahúsinum við Løkin í Runavík 15. og 16. apríl
Landsstevna 2016
Meira fæst at vita á www.j.fo
– Tað er ringt at góðtaka, at eg ikki longur kann gera sum
eg vil, sigur Jón Holm, nú tríggir fingrar á høgru hond er
skaddir og lítlifingur er mest sum bara til fortreð
Kleimdi hondina
millum tvær bingjur
Eiði og
Heilsa
Stólurin:
Tvey TEMA
Náttúran og fjøllini
eru beint við dyrnar
Umboð fyri KAESER í Føroyum
Tórshavn - Hoyvíksvegur 53 - tel 35 12 20
Kompressarar
•
Blásarar
•
Turkarar
•
Trystluftskipanir
•
Eykalutir
•
Døgntænasta
•
VIKA 15 • 11. APRÍL 2016
15
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Heilsa
VIKA 15 • 11. APRÍL 2016
5
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Bestu umstøður á Mølini á Eiði
Tað er stívliga eitt ár síðan, at hjúnini,
Hertha og Martin Kúrberg, undirskrivaðu
sáttmála við Eiðis kommunu um at
standa fyri og reka kampingøkið
niðri á Mølini á Eiði. Upp í økið
hoyrir eisini gamla ítróttarhúsið
Vilmund Jacobsen
L
ongu eftir einum ári hevur tað
eydnast Herthu og Martini Kúr
berg at seta kampingøkið á Møl
ini á Føroyakortið.
– Í byrjanini høvdu vit bert streym
til 12 kampingvognar, men nú hava vit
streym til 60. Tá sølustreffið var í juni
mánaði í fjør, høvdu vit 68 vognar inni
á økinum, og tá høvdu vit eisini eitt
aggregat.
Hóast skipaða kampingøkið á
Mølini á Eiði er lutfalsliga nýtt, høvdu
Hertha og Martin Kúrberg longu í fjør
nógv vitjandi, bæði í kampingvogni og
tjaldi.
Á páskum í ár høvdu tey eisini eitt
stórt tiltak við umleið 40 vognum, har
skipað varð fyri hugnakvøldum við eitt
nú Signari í Homrum og Teimum 5 úr
Sundalagnum.
– Terji og Jóhanna Jacobsen settu
eisini sín dám á tiltakið við harmoniku
og mandolin, og her var eisini felags
sangur, siga hjúnini.
Umstøðurnar framúr
Umstøðurnar á kampingøkinum og
í ítróttarhúsinum á Mølini eru fram
úr góðar, og her eru allir hugsandi
fasilitetir til tey vitjandi.
– Á loftinum er stórt felagshøli
við einum minni køki, og í stóra køk
inum niðri undir eru tveir komfýrar
við bakarovnum, vaskimaskina, turki
trumla og gott og ókeypis internet.
Í ítróttarhúsinum fæst eisini kaffi,
kakao og aðrar drykkjuvørur til keyps
í sjálvirkandi automat.
Hertha og Martin vísa á, at í ítrótt
ar húsinum eru fríar brúsur til ávikavist
kvinnur og menn, og her er familjurúm
við putliborði.
– Sum partur av familjurúminum
er eisini wc og brúsa, har maður kann
fara inn, lata hurðina aftur og raka
sær.
Tey leggja aftrat, at við inngongd
uttan fyri er eisini alment wc, sum øll
kunnu brúka.
– Nú hava vit eisini fingið nýggja
innkoyring inn á kampingøkið, og vit
hava fingið nýggja og meira hóskandi
tøming av wctangum, har tú stendur
inni og tømir.
Eingin keðir seg
Hertha og Martin Kúrberg fegnast
eisini um, at ymiskt er komið til undir
halds við kampingøkið.
– Vit hava eina minigolf breyt,
mooncar, trampolin, og nú kemur eisini
eitt reiggjustativ upp og ymiskt annað
til børnini at stytta sær stundir við, siga
hjúnini, sum reka Eiðis Camping.
Tey, sum vilja spyrja seg fyri um Eiðis
Camping, kunnu ringja á tlf. 717300.
Eftir bert einum ári hevur
tað eydnast Herthu og
Martini Kúrberg at seta
kampingøkið á Mølini
á Eiði á Føroyakortið
Mynd: Vilmund Jacobsen
TEMA
Eiði
fyrst og fremst
Tíðindaportalurin
hjá Miðlahúsinum
www.in.fo