mánadagur 11. apríl 2016síða 52
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 15 • 11. APRÍL 2016
4
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Kleimdi hondina
millum tvær bingjur
Danjal av Rana
9. januar 2015 er Jón Holm til arbeiðis
á Skipafelagnum Føroyar, sum hann
hevur verið seinastu 12 árini. Loss
ingin gekk væl hetta kvøldið, og nú
vóru tvær bingjur eftir at seta upp á
pláss. Tann fyrra verður sett niður á
dekkið, og ætlanin er at seta seinastu
bingjuna upp á hesa fyrru.
Sum so mangan fyrr stendur Jón
Holm niðri á dekkinum og vegleiðir
kranføraran. Alt gongur eftir ætlan,
og sum vant steðgar kranførarin á,
beint áðrenn bingjan skal setast upp
á pláss, fyri at fáa ringasta sveiggið
úr trossanum. Jón Holm rópar upp til
kranføraran, at hann fer upp á at føra
bingjuna upp á pláss, men kranførarin
misskilir.
Meðan hann fer aftur um bingjuna
og byrjar at klatra upp á, byrjar kran
førarin at lora bingjuna. Hann hevði
júst sæð Jón Holm á dekkinum og tað
fall honum ikki inn, at Jón Holm nú var
á veg upp á bingjuna.
Jón Holm hevur júst tikið høgru
hond upp í lásið oman á bingjuni,
tá kranførarin lorar bingjuna niður,
og hon læsir seg í hini trý lásini. Jón
Holm rópar upp og biður hann lyfta
bingjuna. Tríggir fingrar lógu kleimdir
millum bingjurnar og vóru soraðir í
spønir.
Fyrstu tríggjar mánaðirnar gekk
hann við seks stálstongum í hondini
fyri at halda fingrunum upp á pláss,
men endurvenjingin aftan á, gav
eingi serlig úrslit. Tá vísti tað seg,
at spengurnar, sum skulu liggja hvør
sínu megin fingrarnar, høvdu lagt seg
oman á hvørja aðra og vóru voksnar
saman.
Loysnin var ein nýggj skurðviðgerð
og so aftur í endurvenjing.
Daman hevur borið stríðið
15 mánaðir eru farnir síðani óhappið,
men enn eru eingi útlit fyri, at Jón
Holm verður arbeiðsførur aftur í
bræði. Fyrsti liður í lítlafingri er burtur,
so fingurin er stívur. Longutong og
fremstifingur kunnu boyggjast nógv,
men ikki heilt inn í lógvan. Fram
gongdin í endurvenjingini er steðgað
upp, talan er um møguliga at fremja
eina nýggja skurðviðgerð og í 2017
skal Jón Holm aftur til endurmeting
hjá einum lækna.
– Tey í ergoterapiini hava gjørt eitt
fantastiskt arbeiði, men hondin vil ikki
longur gera tað, sum eg vil, sigur Jón
Holm.
– Tað hevur verið eitt hart stríð
síðani óhappið, og tað er einans takka
verið góðum stuðuli frá familjuni og
damuni, at eg eri komin somikið væl
fyri meg. Tú skalt minnast til, at í sjey
mánaðir fekk eg einki gjørt. Daman
hevur tí stríðst fyri at fáa endarnar at
røkka saman og hevur átikið sær eitt
starv afturat. Hon hevur alla rós uppi
borna, sigur hann.
Jón Holm sigur, at tað hevur verið
strævið at læra seg at liva við hesum.
– Eg havi verið ein Speedy Gon
zales, altíð rokast við onkrum í fullari
ferð, altíð megna alt sjálvur. Nú
er nógv, sum eg ikki megni longur.
Høgra hondin er nógv veikari enn
hin. Lítlifingur er mest sum bara til
fortreð, eg fái ikki latið hondina aftur,
so eg fái heldur ikki borið smá ting
í nevanum. Tað er nógv, sum eg eri
noyddur at biðja um hjálpt til nú, sigur
Jón Holm, sum tó sigur, at tað er ein
vanasak, at venja seg við óføri og at
tað sjálvandi tekur tíð.
– Tað er ringt at góðtaka, at eg
ikki longur kann gera sum eg vil, sigur
hann.
Skipafelagið hevur eisini verið
honum hollur stuðul síðani óhappið.
– Tað hevur verið eitt gott ar
beiðspláss í 12 ár og eisini síðani
óhappið. Eg havi verið og spurt, um eg
kann sleppa at koyra trukk, so tað geri
eg nakrar tímar av og á. Eg troyttist tó
skjótt í hondini, so tað eru ikki langar
løtur, eg eri til arbeiðis. Men tað er
ómetaliga deiligt at koma út, hitta
starvsfelagar og vera ein partur av
onkrum, heldur enn at sita og lúnast
heima, sigur hann.
Ynski ikki fyri mín
versta fígginda
Meðan hann hevur alt rós at bera
familjuni, damuni og Skipafelagnum,
hevur hann lítið gott at bera almennu
myndugleikunum.
– Tað er ómetaliga strævið, tí
tað gongur so seint hjá tí almenna.
Tey áttu at sagt »Slappa av, tú ert í
tryggum honum nú.« Í staðin er tað,
sum ein verður sleptur upp á fjall. Eg
havi hús og heim at taka mær av, men
má stríðast við tað almenna fyri at fáa
ta hjálp, eg havi krav upp á. Tað kann
ikki bera til, at fólk sum koma illa fyri,
skulu renna frá Peri til Pól. So brádliga
hevur onkur gloymt at senda eitt skjal
og so fært tú einki útgjald í tvær vikur.
At enda í klørnum hjá tí almenna ynski
eg ikki fyri mín versta fígginda, sigur
hann.
Jón Holm fer nú at royna nýggjar
leiðir.
– Eg má sleppa at gera okkurt, eg
kann ikki bara sita heima. Tí havi eg
nú søkt inn á kokkaskúla í Klaksvík.
Eg havi fingið mær seramboð, sum eg
kann nýta, so sum knívar og annað,
so eg eri spentur at síggja, hvussu
tað fer at gagna. Spurningurin er tó,
um hondin hevur orkuna til tað, tí eg
merki, at eg gerist skjótt troyttur í
hondini, sigur Jón Holm.
Hann ber tó ikki kranaføraranum
agg.
– Eg havi framvegis 100 prosent
álit á honum og hevði gleðiliga fari til
arbeiðis við honum í morgin, um tað
skuldi verið, sigur Jón Holm.
– Tað er ringt at
góðtaka, at eg ikki
longur kann gera
sum eg vil, sigur
Jón Holm, nú tríggir
fingrar á høgru
hond er skaddir og
lítlifingur er mest
sum bara til fortreð
Mynd: Álvur Haraldsen
Privat mynd