Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-11, síða 53
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. apríl 2016síða 53

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 15 • 11. APRÍL 2016 5 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Bestu umstøður á Mølini á Eiði Tað er stívliga eitt ár síðan, at hjúnini, Hertha og Martin Kúrberg, undirskrivaðu sáttmála við Eiðis kommunu um at standa fyri og reka kampingøkið niðri á Mølini á Eiði. Upp í økið hoyrir eisini gamla ítróttarhúsið Vilmund Jacobsen L ongu eftir einum ári hevur tað eydnast Herthu og Martini Kúr­ berg at seta kampingøkið á Møl­ ini á Føroyakortið. – Í byrjanini høvdu vit bert streym til 12 kampingvognar, men nú hava vit streym til 60. Tá sølustreffið var í juni mánaði í fjør, høvdu vit 68 vognar inni á økinum, og tá høvdu vit eisini eitt aggregat. Hóast skipaða kampingøkið á Mølini á Eiði er lutfalsliga nýtt, høvdu Hertha og Martin Kúrberg longu í fjør nógv vitjandi, bæði í kampingvogni og tjaldi. Á páskum í ár høvdu tey eisini eitt stórt tiltak við umleið 40 vognum, har skipað varð fyri hugnakvøldum við eitt nú Signari í Homrum og Teimum 5 úr Sundalagnum. – Terji og Jóhanna Jacobsen settu eisini sín dám á tiltakið við harmoniku og mandolin, og her var eisini felags­ sangur, siga hjúnini. Umstøðurnar framúr Umstøðurnar á kampingøkinum og í ítróttarhúsinum á Mølini eru fram úr góðar, og her eru allir hugsandi fasilitetir til tey vitjandi. – Á loftinum er stórt felagshøli við einum minni køki, og í stóra køk­ inum niðri undir eru tveir komfýrar við bakarovnum, vaskimaskina, turki- trumla og gott og ókeypis internet. Í ítróttarhúsinum fæst eisini kaffi, kakao og aðrar drykkjuvørur til keyps í sjálvirkandi automat. Hertha og Martin vísa á, at í ítrótt­ ar­húsinum eru fríar brúsur til ávikavist kvinnur og menn, og her er familjurúm við putliborði. – Sum partur av familjurúminum er eisini wc og brúsa, har maður kann fara inn, lata hurðina aftur og raka sær. Tey leggja aftrat, at við inngongd uttan fyri er eisini alment wc, sum øll kunnu brúka. – Nú hava vit eisini fingið nýggja innkoyring inn á kampingøkið, og vit hava fingið nýggja og meira hóskandi tøming av wc-tangum, har tú stendur inni og tømir. Eingin keðir seg Hertha og Martin Kúrberg fegnast eisini um, at ymiskt er komið til undir­ halds við kampingøkið. – Vit hava eina mini-golf breyt, moon-car, trampolin, og nú kemur eisini eitt reiggjustativ upp og ymiskt annað til børnini at stytta sær stundir við, siga hjúnini, sum reka Eiðis Camping. Tey, sum vilja spyrja seg fyri um Eiðis Camping, kunnu ringja á tlf. 717300. Eftir bert einum ári hevur tað eydnast Herthu og Martini Kúrberg at seta kampingøkið á Mølini á Eiði á Føroyakortið Mynd: Vilmund Jacobsen TEMA Eiði