Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-11, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. apríl 2016síða 54

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 15 • 11. APRÍL 2016 6 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Eiði Vilmund Jacobsen J ógvan í Skorini, borgarstjóri í Eiðis kommunu, sum fevnir um Eiði, Ljósá og Svínáir, letur heilt væl at gongd­ini í kommununi. – Eg eri ikki sørt ovfarin av, at tað gongur so væl fíggjarliga, sum tað í veruleikanum ger. Hóast vit lækk­aðu kommunuskattaprosentið við tveim- um prosentum fyri verandi fíggjar­ár – úr 20,75 niður í 18,75 – eru per­ sóns­skattainntøkurnar higartil í ár lut­falsl­iga lítið minkaðar. Hann vísir á, at við at lækka skatta­ prosentið við tveimum prosentum, svarar hetta í veruleikanum til, at kommunan lækkaði inntøku­grund­ar­ lagið við umleið heili 10 prosentum. – Eftir 1. ársfjórðing í ár vóru vit 21.000 krónur aftan fyri skatta­inn­ tøk­urnar somu tíð í fjør, og tað svarar til minni enn hálvt prosent, sum má sigast at vera ógvuliga lítið í mun til skatta­lækkingina. Í veruleikanum er talan um eina inntøkuhækking á 9,5 prosent hjá kommununi. Jógvan í Skorini sigur, at í fíggjar- ætlanini hjá Eiðis kommunu fyri 2016 verður annars roknað við sløkum tveimum miljónum krónum minni í inntøkum í ár enn í fjør. – Men, við verandi gongd og fram­ rokningum verður talan bert um einar 80.000 krónur, sum vit verða aftur út, tá árið er liðið. Borgarstjórin vísir á, at tá árið í fjør – 2015 – royndist so væl á persóns­ skatta­síðuni, legði kommunan í fíggjar­ætlanini fyri árið í ár upp fyri skatta­lækkingini. – Longu nú síggja vit, at tað var ein røtt avgerð at lækka skattin – og avgjørt eingin skandala fyri komm­ un­una. Í staðin fyri ein inntøkumiss á tvær miljónir krónur, sum vit løgdu upp fyri við, bendir alt á, at talan í mesta lagi verður um 200.000 krónur – ella kanska bara 80.000 kónur – sum framrokningarnar siga í dag, legg­ur hann aftrat. Bíligari í Eiðis kommunu Jógvan í Skorini kann í dag fegnast um, at tað er vorðið væl bíligari at búgva í Eiðis kommunu enn í fleiri øðrum kommunum, sum Eiðis kommuna kann samanberast við. Eitt er lækkingin í kommunuskattaprosentinum, sum munar væl, og annað er barna­frá­ drátturin á 7.500 krónur fyri hvørt barn­ið. – Vit hava áður sett upp eitt rokni­ stykkið sum sigur, hvat ein familja við trimum børnum sparir við at seta búgv í okkara kommunu. Tá roknistykkið bygg­ir á, at familjan hevur eina árs­ inntøku á 600.000 krónur, ein komm­ unu­skatt á 18,75 prosent og ein barna­frádrátt á 7.500 krónur fyri hvørt barnið, hevur umrødda familja í Eiðis kommunu – í mun til í fleiri øðrum kommunum – heilar 2000 krónur meira at liva fyri um mánaðin. Jógvan í Skorini leggur dent á, at her er ikki talan um tóm orð, men um reint fakta. Útstykking á skinnara Tá sitandi bygdaráð tók við í Eiðis komm­unu, var fólkatalið í kommununi 666, men í dag er talið 697 - ein vøkst­ur á stívliga 30 íbúgvar ella um­ leið fimm prosent. – Vøksturin í fólkatalinum, sum verið hevur, hevur hildið fram hesi trý árini. Hetta eru vit fegin um, og vit vóna, at góðu umstøðurnar, trivn­ aðurin og lækkaði skatturin í komm­ ununi fara at draga enn fleiri fólk til okkara í komandi tíðum. Jógvan í Skorini vísir á, at nøkur grundstykki eru eftir í kommununi, sum kunnu keypast, men nú er neyð­ ugt at gera nýggjar útstykkingar – ikki minst sæð í ljósinum av, at fleiri væntandi fara at ynskja at seta búgv í Eiðis kommunu. – Fyri góðum mánaði síðan sam­ tyktu vit at útstykkja trý nýggj grund­ stykki við Ljósá, sum verða klár í ár. Í Svínáum er nógv bygt seinnu árini, og okkurt grundstykki varð selt har í fjør, eins og eini sethús vórðu bygd. Í løtuni er einki óselt grundstykki tøkt í Svínáum. Borgarstjórin sigur, at eini fýra grund­stykki eru seld á Eiði í ár, og her eru bara nøkur heilt fá eftir. – Tí verður eisini neyðugt við nýggj­ari útstykking á Eiði, sum tó ikki er sam­tykt í kommununi enn. Borgarstjórin vísir á, at eyguni peika eftir Múlakletti á Eiði. – Við Múlaklett er veðurgott, og gott útsýni er yvir Hólman, Norð­hav­ ið og Sundalagið. Fá sethús í land­ inum koma at hava eins vakurt og stórtsligið útsýni. Hetta er hagi, men vit hava onga avtalu gjørt við um­ sitaran enn. Í byggisamtyktini frá 2007 er Múla­klettur við sum ein møguleiki, og her fyriliggja eisini fyribils tekningar av økinum. Ætlandi kunnu eini 18 ella fleiri grundstykki útstykkjast her. Arbeitt verður í løtuni við at fáa gjørt tekningar og annað. Jógvan í Skorini leggur dent á, at so leingi, sum einki er samtykt í kommununi í hesum sambandi, út­ tal­ar hann seg fyri egna rokning, sum hann tekur til. Grundstykki seld bíliga Men, nú verður so neyðugt at gera nakað. – Sum kommuna, ið skapar um­ støð­ur og trivnað og sum bjóðar borg­arum at seta búgv, mugu vit eisini hava neyðug grundstykki tøk. Tí er tað mítt ynski er, at skjøtil verður settur á eina nýggja útstykking á Múlakletti á Eiði longu í ár. Borgarstjórin vísir á, at grundstykki, sum ikki eru gjørd byggibúgvin, eru seld á Eiði fyri 100 krónur fyri fer­ meturin – og í Svínáum og Ljósá fyri 80 krónur fyri fermeturin. – Hetta merkir, at fólk, sum hava bygt sær hús á Eiði, hava kunnað keypt sær grundstykki á 600 fer­ metrar fyri 60.000 krónur - og við Hóast íløgurnar í Eiðis kommunu hava verið nógvar í hesum valskeiði, og nýggjar íløgur liggja fyri framman, er kommunan væl fyri fíggjarliga. – Vit eiga eina miljón krónur meira á bók, enn samlaða skuldin er, sigur borgarstjórin Eiðis kommuna er væl fyri hóast stórar íløgur Tað gongur væl í Eiðis kommunu, og hóast skattaprosentið í ár er heili tvey prosent lægri enn seinasta ár, eru samlaða persónsskattainntøkurnar lítið og einki minkaðar Mynd: Vilmund Jacobsen