mánadagur 11. apríl 2016síða 55
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 15 • 11. APRÍL 2016
7
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Eiði
Ljósá og í Svínáum fyri 48.000 krónur.
Jógvan í Skorini væntar, at tey
grundstykki, sum Eiðis kommuna fer
at stykkja út í næstum, verða gjørd
byggibúgvin, men hann vónar, at eisini
hesi grundstykkini kunnu seljast fyri í
mesta lagi 150.000 krónur.
Borgarstjórin ásannar, at hóast
persónsskattaprosentið
í
Eiðis
kommunu í ár er lækkað meira enn í
øðrum kommunum, telir tað skjótt í
kommunukassanum, tá fólk flyta til
og seta búgv.
Bygda-og ítróttarhús
Eiðis kommuna hevur fingið nýggjan
og snotuligan fótbóltsvøll í Hólman
um, og kommunan hevur eisini sam
tykt at byggja eitt kombinerað bygda-
og ítróttarhús við fótbóltsvøllin.
– Øll tey formligu viðurskiftini
við húsinum eru komin upp á pláss,
tekningarnar eru góðkendar, men
sjálvur byggisáttmálin er ikki undir
skrivaður.
Jógvan í Skorini væntar, at byggi
tíðin verður einar 10-14 mánaðir frá
tí, at arbeiðið er byrjað, og ætlandi
fer arbeiðið í gongd sum skjótast,
soleiðis at húsið stendur liðugt næsta
summar.
Tað verður Eiðis kommuna, sum
kemur at eiga bygda-og ítróttarhúsið,
sum umframt at verða karmur um
fasilitetir til ítróttarvirksemi við skifti
rúmum og brúsum, eisini fer at hava
ein veitslu-og samkomusal til 250-
300 fólk.
– Haraftrat verða tvær stovur
bygdar til frítíðarskúla, eins og venj
ingarrúm á umleið 100 fermetrar
verður til bygdafólkið við ymiskum
maskinum.
Borgarstjórin sigur, at ætlanin er
at keypa nýggjar maskinur til venj
ingarhølini, og hesar koma helst at
kosta einar 400.000-500.000 krónur.
Hann vísir á, at bygda-og ítróttar
húsið verður umleið 900 fermetrar
stórt, og kostnaðurin fer væntandi at
liggja um einar 13-14 miljónir krónur.
Í nýggja húsinum verða eisini
áskoðarapláss.
– Eg haldi, at fólk eru glað fyri
nýggja fótbóltsvøllin, og her er longu
komið lív í. Fleiri av barnavenjingunum
hjá EB/Streymi eru her, tí børnini
venja hvør sær og hava eina felags
venjing um mánaðin. Onkur av lægru
vaksnamannadeildunum hava eisini
leikt dystir á vøllinum. Jú, fótbólts
vøllurin hevur verið nógv brúktur, og
her hava nógv fólk verið og hugt, tá
ítróttartiltøk hava verið.
Jógvan í Skorini vísir á, at onkur
teirra, sum í sínari tíð var ímóti ætl
anini at byggja fótbóltsvøllin, sum
annars liggur á ógvuliga náttúru
vøkrum staði, fýltist á, at kommunan
brúkti so nógvan pening upp á hesa
verkætlan.
– Tá fólk hoyra, at fótbóltsvøllurin
er fíggjaður yvir raksturin, og at hann
er liðugt goldin, eru nærum øll samd
um, at hetta var ein røtt íløga at gera,
sigur borgarstjórin.
Mentanardepil í skúlanum
Ein onnur verkætlan, sum Eiðis komm
una seinastu tíðina hevur framt, er
ein umskapan av fimleikarhøll, skifti
rúmum og goymslurúmum í skúlanum
til ein mentanardepil í kommununi.
Jógvan í Skorini sigur, at hetta
hevur latið seg gera, tí nú kommunan
eisini hevur ítróttarhøll, hevur ikki so
nógv brúk verið fyri fimleikarhøllini.
– Tí hava vit umbygt partar av
hesum hølum til eina – um vit kunnu
siga – mini Løkshøll, soleiðis sum vit
kenna hana í Runavík. Skiftirúm og
goymslurúm eru umbygd til fimm
venjingarhøli til musikkskúlan og
møguligar tónleikabólkar at brúka.
– Haraftrat hevur sjálv fimleikar
høllin, sum liggur beint við, fingið
somu karmar og møguleikar, sum
Løkshøll hevur, tó í minni format.
Hann sigur, at her verða sitipláss til
umleið 200 fólk, sum verður mett at
vera eitt hóskandi tal til framførslur
av ymiskum slag. Koma eini 40-60
fólk til eina framførslu, fara hølini
ikki at tykjast so stór og tóm.
Jógvan í Skorini sigur, at arbeiðið
í skúlanum verður liðugt í summar.
Veggirnir eru málaðir, og fyrsta dagin
kemur gólvtribunan.
– Við umbyggingini av hesum
partinum av skúlanum og mentanar
deplinum, verða fasilitetirnir góðir. Vit
vilja gjarna hava fleiri mentanartiltøk
í kommununi, og eg ímyndi mær, at
vit kunnu hava mánaðarlig tiltøk - til
gleði og gagns fyri okkara borgarar.
Nú verður vetrarfriðað
Sitandi bygdaráð í Eiðis kommunu
hevur langt síðan samtykt ein karm,
sum kommunan skal halda seg innan
fyri, nú Eiði verður vetrarfriðað.
– Nú eru allir sáttmálar gjørdir,
eins og avtalur eru gjørdar við eigarar
um mist vetrarbit. Kort er gjørt sum
vísir, hvussu hegnast skal, og hvar
smogurnar skulu verða, og ætlanin er
góðkend. Vit eru nú í samráðingum við
Landsverk um tey rulluportur, ið skulu
verða.
Borgarstjórin sigur, at byrjað verð
ur at henga í summar, og tá seyðurin
fer av bønum aftur næsta ár, kemur
hann ikki inn aftur á bøin.
– Kostnaðurin fyri mist vetrarbit
liggur niðan fyri 1,2 miljónir krónur, og
mett verður, at hegn og pelar kunnu
keypast fyri einar 800.000-900.000
krónur.
Jógvan í Skorini sigur, at tað er eitt
stórt ynski millum bygdafólkið at fáa
vetrarfriðað bygdina á Eiði.
– Næsta stigið í hesum sambandi
verður at taka upp samráðingar við
eigarar við Ljósá og Svínáir um vetrar
friðing, leggur borgarstjórin aftrat.
Vikublaðið kann at enda skoyta
uppí, at hóast íløgurnar í Eiðis komm
unu hava verið nógvar í hesum val
skeiði, og nýggjar íløgur liggja fyri
framman, er kommunan væl fyri
fíggjarliga.
Eiðis kommuna eigur nevniliga eina
miljón krónur meira innistandandi,
enn samlaða skuldin er.
vilmund@sosialurin.fo
– Ein familja við trimum
børnum, sum setir búgv
í Eiðis kommunu, hevur
heilar 2000 krónur meira
at liva fyri um mánaðin
enn í øðrum kommunum,
sum vit samanbera
okkum við. Tað er fakta,
sigur borgarstjórin,
Jógvan í Skorini
Mynd: Vilmund Jacobsen
Eiðis kommuna hevur fingið nýggjan fótbóltsvøll í
Hólmanum, sum er goldin yvir raksturin, og næsta summar
stendur eitt nýtt bygda-og ítróttarhús við vøllin
Mynd: Vilmund Jacobsen