Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-11, síða 56
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. apríl 2016síða 56

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 15 • 11. APRÍL 2016 8 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Eiði Vilmund Jacobsen S øgan um fyritøkuna hjá Hans Egili Joensen á Eiði røkkur heilt aftur til 1959, tá hon varð stovn­að. Fyrsti bilurin var ein tvey tons Morris lastbilur við vippu til síðuna og krana, sum lyfti 900 kilo. Hetta var um tað mundið, tá Loran C støðin á Eiði byrjaði, og nýstovnaða fyritøkan hjá Hans Egili Joensen hevði nóg mikið at gera hvønn einasta dag. Hesin fyrsti bilurin hevði bensin­ motor og var lutfalsliga dýrur í rakstri, og eftir umleið einum ári varð hann seldur. Bilurin, sum varð keyptur eftir hetta, hevði diesel-motor og krana, sum lyfti 1100 kilo. Soleiðis kundi verið hildið fram við søguni um fyritøkuna, sum í dag er ein stór flutnings-og entreprenørfyritøka við 11-12 ársverkum. Byrjaðu samstundis Tað eru brøðurnir, Jóhan K. Joensen og Trygvi K. Joensen, sum í dag eiga og reka fyritøkuna á Eiði. Pápin, Hans Egil Joensen sjálvur, sum er føddur hin 17. september í 1937 og er 78 ára gamalur, er ikki við long­ur, men hann sæst av og á inni á gólvinum og fekst seinnu árini serliga við at koyra truck á kaiuni, tá bátar land­aðu. – Tað eru eini trý ár síðan, at pápi okkara tók seg burtur úr fyritøkuni, men navnið verður hitt sama, Hans Egil Joensen & Synir. Tað siga Jóhan K. Joensen og Trygvi K. Joensen. Teir byrjaðu líka sum í senn í fyri­ tøkuni í 1982. Trygvi var 18 ár og Jó­ han, sum er nøkur ár eldri, hevði siglt við Norðsøka í eini sjey ár um hetta mundið. – Umframt allar vanligar flutnings- og serflutningstænastur, hava vit eis­ini entreprenørvirksemi við grav­ maskinum og bilum. Ein veldugur risi Fyrsti bilurin í fyritøkuni - Morris last­ bilurin á tvey tons við einum 900 kilo stórum krana – kann á ongan hátt samanberast við nýggjasta bilin, sum Hans Egil Joensen & Synir eiga í dag. – Í juni í fjør fingu vit ein stóran Volvo-kranabil, sum er hin størsti av sínum slag í Føroyum. Kranin er 110 tm. og er størsti lastbilakrani í Føroyum. Vognurin kann dragast sund­ur, soleiðis at samlaða longdin verður 29 metrar. Hetta er ein spesial­ bilur, tí bæði krani og vognur eru so stór. Bilurin er sera væl egnaður til flutning av eitt nú bátum, tí hann hev­ur hydraulik-armar, sum kunnu still­ast og halda bátinum á vogninum á rættkjøli. Við øllum kostar nýggjasti bilurin, sum sjálvandi kallast Risin, 4,3 miljón­ ir krónur. Fyrsti »risin« hjá fyritøkuni kom í 1982, og hetta er fjórði »risin«, sum eisini er nógv størri enn allir hinir und­ an­farnu. Teir tríggir kranabilarnir, sum fyri­ tøkan hevur, eru ávikavist 18 tm., 27 tm. og nú hin nýggjasti, sum er 110 tm. Fyritøkan á Eiði – Hans Egil Joensen & Synir – veita flutnings,- krana-og entreprenørtænastur um alt landið. – Vit eru í øllum Føroyum, og vit eru eisini av og á í Suðuroy, siga fryntligu brøðurnir, Jóhan K. Joensen og Trygvi K. Joensen hjá Hans Egili Joensen & Synum á Eiði. Ring og spyr Tey, sum kundu hugsað sær at skift orð við teir báðar um ymiskar upp­ gávur og tænastur, kunnu ringja á tlf. 214849 (Jóhan) ella á tlf. 213839 (Trygvi). Hans Egil Joensen & Synir veita ein hóp av tænastum, eitt nú er kranakoyring, grótkoyring, sand­ koyring, moldkoyring, bingjukoyring, fiskaflutning, maskinflutning, betong- koyring, graving av veitum, útgrevstur, salting av vegum og landingar. Tað eru brøðurnir, Trygvi K. Joensen og Jóhan K. Joensen, sum í dag eiga og reka fyritøkuna, Hans Egil Joensen & Synir Mynd: Vilmund Jacobsen Nýggi »risin« – og hin fjórði »risin« í røðini – hjá Hans Egili Joensen & Synum á Eiði, sum teir fingu í juni mánaða í fjør, kostar 4,3 miljónir krónur við øllum Hans Egil Joensen & Synir veita flutnings- og entreprenørtænastur Mynd: Birgir Waag Høgnesen Hetta er »risin« við einum 110 tm. krana, sum er hin størsti lastbilakranin í Føroyum