Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-11, síða 58
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. apríl 2016síða 58

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 15 • 11. APRÍL 2016 10 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Eiði Vilmund Jacobsen K J, sum hevur sítt høvuðssæti á Kambsdali, hevur eitt rætti­liga fjølbroytt virksemi við denti á hydraulikk, smiðjuarbeiði, fram­leiðslu- og tænastuveitingar til fiski- og ali­ vinnuna, sølu og veitingar til entre­ prenørar, fyritøkur og kommunur. Málið hjá KJ er, at viðskiftapartar – stórir sum smáir – skulu uppliva fyri­ tøkuna sum ein veruligan og álítandi samstarvsfelaga, sum á fakliga høg­ um støði veitir professionellar tæn­ astur, ið liva upp til tað, sum við­skifta­ partarnir vænta. Sandblásing og metallisering Ein av tænastunum, sum KJ veitir, men sum kanska ikki hevur verið so nógv at hoyrt um, er sandblásing og metallisering. Tað er klaksvíkingurin, Kári Müller Jacobsen, sum býr í Norðdepli, ið er arbeiðsformaður og skipar fyri hesum partinum av virkseminum hjá KJ. Uppgávan hjá honum er sum mill­ um­leiðari at rokna út, geva tilboð og skipa fyri, tá ræður um sandblásing, metallisering og máling. Vikublaðið hevur hitt Kára Müller Jacobsen í hølunum, sum KJ leigar við Ljósá. Tað er her, at KJ sandblæsir, metalliserar og málar, og fyritøkan er ikki í iva um, at sandblásing er besti og munadyggasti háttur at reinsa gamla máling og rust av jarni og stáli. – Her í hølunum við Ljósá hava vit sergjørt sandblásirúm, har all­ur stálsandurin, sum vit brúka, verð­ur samlaður saman aftur. Eftir sand­ blásing verður sandurin sjálv­virkandi reinsaður fyri støv og annað, og tá hann er reinsaður, er stálsandurin klárur at brúka aftur. KJ ger nógv ymiskt sandblásingar- arbeiði við Ljósá, og talan kann vera um alt frá stellinum og lastini á einum lastbili til eitt hongsl á einum kirkjuportri ella kirkjuhurð. Fyritøkan ger eisini nógv ymisk arbeiði fyri privat­fólk, fyritøkur og kommunur. Kári Müller Jacobsen sigur, at tá jarnið ella stálið er sandblást, verður tað – um viðskiftafólk ynskja tað – eisini metalliserað, og til hetta arbeiði hava teir eitt tól - ella eina »kanón« – sum smeltar zink, ið verður lagt á sand­blásta jarnið. – Í stuttum kunnu vit siga, at metallisering er ein yvirflatuviðgerð, sum hevur ómetaliga sterkt haldbari móti rusti, og metallisering verður oftast brúkt til jarn ella stál, sum stend­ur í andglettinum. Arbeiðsformaðurin vísir á, at jarn, sum skal metalliserast, fyrst má sand­ blásast, soleiðis at zinkið, sum metali­ serað verður við, sleppur at festa seg í stálið. Tað er nevniliga soleiðis, at sandblásing gevur jarninum eina óslætta yvirflatu, soleiðis at metalli­ sering og máling hefta væl. – Zinkið er annars sama tilfar, sum brúkt verður til heitgalvanisering, og tað finnast ongar lakkeringar, sum standa mát við metallisering, leggur Kári Müller Jacobsen aftrat. Eisini flytbar sandblásing Umframt at KJ hevur sandblásing við Ljósá, hevur fyritøkan eisini mobila ella flytbara sandblásing, har farið verð­ur kring landið at gera uppgávur, metallisera og mála – alt eftir, hvat viðskiftapartar ynskja. Í bygninginum við Ljósá hevur Kári Müller Jacobsen henda morgunin eisini Krisstinn Lydersen aftrat sær, og hann var eisini við, tá vit skiftu orð við arbeiðsformannin. Krisstinn Lydersen er ættaður úr Norðdepli og býr í Hvannasundi. KJ hevur tilsamans fýra mans sum arbeiða við sandblásing, ið liggur und­ ir málingadeildini hjá fyritøkuni. – Í dag eru vit tveir mans her norð­ uri við Ljósá, og tveir eru og sandblása stál í brúnni, sum verður bygd um Sandá. Kári Müller Jacobsen sigur, at teir eisini arbeiða umborð á skip­um, har eitt nú RSW-tangar á upp­sjóvar­ skipum verða sandblástir inn­an, um­framt at ymiskt annað sand­blás­ ingar­arbeiði verður gjørt um­borð á skipum, eitt nú í samband við sýns­ krøv. Talan kann eitt nú vera um, at eitt kúlustevni er rustað innan, og tá kann valið standa ímillum at skifta kúlustevnið út ella at lata tað sand­blása. Uppgávurnar kunnu vera nógvar og ymiskar. – Vit hava gjørt nógvar uppgávur fyri skipasmiðjurnar, og vit hava sand­ blást tangar fyri eitt nú Effo og Magn – fyri at nevna nakrar av uppgávunum úr rúgvuni, sigur arbeiðsformaðurin. Heldur rustinum burtur Tá sandblást verður, stendur neista­ rok­ið frá, har stálsandurin rakar. – Tað er bara her norðuri í bygn­ inginum við Ljósá, at sandblást verður við stálsandi. Tá vit eru úti við flytbaru sandblásingini og metalliseringini, verður sandblást við sandi, sum verð­ ur innfluttur til endamálið. Tá sand­ urin rakar jarnið við miklari ferð, gevur tað eisini neistar frá sær. Kári Müller Jacobsen vísir á, at KJ bygg­ir nógvar tvíkiljur til alivinnuna, og hesar verða allar sandblástar, metalli­seraðar og málaðar í byggi­ høllini á Kambsdali, meðan eitt nú lúk­ur, mastrar, rullur og koppar verða sand­blást, metalliserað og málað við Ljósá. – Tá stál verður sandblást, metalli­ serað, grundað og málað heldur tað rustinum burturi í mong ár, sigur ar­ beiðsformaðurin fyri sandblásingini hjá KJ, sum Vikublaðið hevur skift orð við. – Vit eru tilsamans fýra mans sum arbeiða við sandblásing, ið liggur undir málingadeildini hjá KJ. Í dag eru vit tveir mans her norðuri við Ljósá, og tveir eru og sandblása stál í brúnni, sum verður bygd um Sandá, sigur Kári Müller Jacobsen, arbeiðsformaður KJ veitir tænastur við sandblásing og metallisering Kári Müller Jacobsen er arbeiðsformaður fyri sandblásingini hjá KJ, sum bæði hevur stationera og flytbara sandblásing, metallisering og máling Mynd: Vilmund Jacobsen Tá Vikublaðið vitjaði við Ljósá, lógu hesar báðar lúkurnar inni á gólvinum, har KJ hevur sína sandblásing og metallisering Mynd: Vilmund Jacobsen