Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-11, síða 66
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. apríl 2016síða 66

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 15 • 11. APRÍL 2016 18 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Heilsa Soleiðis etur tú heilsugott Ráðini hjá Fólkaheilsuráðnum eru at eta fjølbroytt, soleiðis at tú etur ymiskt gjøgnum dagin og vikuna. Skilagott er at eta nógv grønmeti, fullkorn og fisk og at drekka vatn afturvið Vilmund Jacobsen T að var í 2013, at Danska Heilsu­ stýrið kom við 10 nýggjum kost­ráðum, har í høvuðsheitum verð­ur mælt til at eta meira av fiski - og minni av salti. Fyri fyrstu ferð eru tøl sett á, hvussu nógv kjøt vit eiga at eta. Í kostráðunum liggur eisini, at vit framhaldandi eiga at eta nógv grøn­ meti og velja fullkorn. Tey 10 kostráðini Bókstaviliga eru tey 10 kostráðini hesi: 1) Et fjølbroytt, ikki ov nógv og rør teg. 2) Et frukt og nógv grønmeti. 3) Et meira av fiski. 4) Vel fullkorn. 5) Vel soltið kjøt og soltnan viðskera. 6) Vel soltna mjólk og soltnan mjólkarúrdrátt. 7) Et minni av mettaðum feitti. 8) Et minni av sukri. 9) Et mat við minni av salti. 10) Drekk vatn. Flestu hava hoyrt um kostráð­ini, men hvussu gera vit so í gerandis­degnum? Ráðini eru góð at hava í huga, tá tú hugsar um heilsugóðan mat. Grønmeti og fullkorn Ráðini eru at eta fjølbroytt, soleiðis at tú etur ymiskt gjøgnum dagin og vik­una. Skilagott er at eta nógv grøn­ meti, fullkorn og fisk og at drekka vatn afturvið. Heilsuráðið vísir á, at 2-3 fruktir um dagin er eitt gott boð, eins og 300 gramm av grønmeti, eitt nú gula­ rótum, káli, ertrum, brokkoli og leyki. Et fisk til døgurða tvær ferðir um vikuna og et fisk sum viðskera hvønn dag. Vel heldur fisk, høsnarunga, frukt og grønmeti sum viðskera enn kjøt. Ráðini eru í mesta lagi at eta lamba-, svína-og oksakjøt 2-3 ferðir um vik­una og at velja soltið kjøt. Heilsuráðini eru at drekka hálvan litur av solti- ella lættimjólk um dagin ella at eta soltið jogurt. Rapsolja heldur enn smør Tá tú steikir, er skilagott at avmarka nýtsluna av smøri og margarini og heldur brúka rapsolju. Heilsuráðini mæla eisini til ikki at eta ov nógv salt, og tí nýtist tær held­ ur ikki at seta saltbússuna á borð­ið við máltíðir. Tað er skilagott ikki at eiga kakur og góðgæti inni, og tað er skilagott held­ur at drekka vatn enn saft, soda­vatn og djús. Tú finnur meira tilfar um kost­ráð­ ini á www.folkaheilsa. fo/10+nyggju+kostradini.html B ailine er bæði fyri kvinnur og menn og ikki bara fyri tjúkkar konur. Veturin kom við kulda og kava, men tað merkir ikki, at kroppurin skal sleppa at liggja í dvala, nú tað várar aftur. Sjúka, møði og tvørrandi ágrýtni kunnu verða fyribyrgd við kosti, motión og viðgerðum hjá Bailine, so tú fært eitt gott og orkuríkt vár. Tín heilsa og vælvera snúgva seg um, hvussu tú fatar teg sjálva. Hugsar tú positivt, tá ið tú hugsar um teg sjálva? Ryggtrupulleikar okkara styrki – ja tað er sjón fyri søgn. Marnar Djur­huus, ið mátti geva avboð til Oyggj­aleikir 2015, fekk at vita frá lækn­unum, at hann fór ongantíð at renna pro­fessio­ nelt aftur. Í Góðan morgun Føroyum hjá kringvarpinum seinasta vár, hoyrdi eg Marnar greiða frá, hví hann ikki kundi verða við til oyggjaleikir. Eg setti meg í samband við Marnar og spurdi um Bailine kundi bjóða honum nakrar við­gerðir fyri at vita, um vit kundu hjálpa honum. Hann hevði fingið at vitað frá læknunum, at hann fór ongan­tíð at renna professionelt aftur. Eftir at Marnar hevði fingið fýra viðgerðir hjá Bailine og eina body SDS-viðgerð, rann hann sín fyrsta túr aftur. Nú rennur hann regluliga aftur. Hann fær framvegis viðgerð hjá Bai- line fyri ryggtrupulleikar. Fríða Petersen er helst ein av okk­ara bestu kvinnuligu málverjum. Fríða hevur spælt hondbólt í mong ár og hevur havt trupulleikar við ryggi, herðum og knøum. »Eg eri farin í við­ gerð hjá Bailine og havi næstan ikki merkt nakað til skaðan. Eg havi ikki mist ein tann einasta hóndbóltdyst fyri skaða. Bailine hevur hjálpt mær at vera 100 prosent klár til venjing og dyst.« Marjun Danberg, sum er ein av okkara bestu hondbóltsleikarnum, hevur eisini fingið viðgerð hjá Bailine. Marjun hevur trupulleikar við nakka, herðum og ørmun, og hevur fingið nakka-/herðaviðgerð. Marjun hevur verið við til hvønn dyst síðani, uttan at verða tarnað av trupulleikum í nakka/ herðum. Bailine hevur samstarvsavtalu við Kenneth Ellefsen, body SDS, sum eisini arbeiðir í hølunum í Lu­cas Debes­ar gøtu. Kenneth viðger trupul­ leikar í ryggi, nakka, herðum, ørmun, knøum og fótum. Bailine hevur eisini samstarvs­av­ talu við Fótarøktina hjá Ingun Poul­ sen, sum eisini arbeiðir í hølunum í Lucas Debesar gøtu. Í teimum førum tá ið ivi er um hvørt føturnir kunnu vera atvoldin til trupulleikar í rygg­ inum, verða føturnir kannaðar hjá fóta­røktini. Vit hava haraftrat infrareyða sauna. Infrareyð sauna er eisini ein hjálp í viðgerð fyri pínulinna. Sum nak­ að nýtt kanst tú eisini fáa pul­ser­andi magnetfeltsterapi hjá Bailine. Tá ið ein kundi vendir sær til Bai­ line um hjálp til pínulinnan, seta vit tíð av til eina samtalu, og í sam­ráð við okkara kunda verður ein við­gerðar­ ætlan løgd í samsvari við tørvin hjá tí einstaka. Eru tað serligir trupulleikar, so hava vit eisini avtalu við ein danskan læknakonsulent sum veitir ráð og vegleiðing. Vit leggja stóran dent á heilsugóðan kost, og at okkara kundar fáa kostískoyti, sum teimum tørvar. Ja, so hví ikki? Minst til at Bailine eisini veitir pínuviðgerð til rygg, nakka, herðar, armar, gigt, sclerose, fybromyalgi, parkinsson og mangt annað. Ring og hoyr nærri. Tlf. 310554 Elinborg Johannesen, stjóri í Bai­line. Ert tú misnøgd við tín kropp, ávirkar tað tína sjálvsmynd. Ryggtrupulleikar eru okkara styrki Fríða Petersen og Marnar Djurhuus Flestu hava hoyrt um kostráðini, men hvussu gera vit so í gerandisdegnum? spyr Fólkaheilsuráðið