mánadagur 11. apríl 2016síða 68
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 15 • 11. APRÍL 2016
20
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Heilsa
Drekk vatn
áðrenn
songartíð
Vatn er gyltur drykkur fyri kroppin, og nakrar
ávísar løtur á døgninum er serliga gott at drekka
vatn
T
að eru ikki kollveltandi tíðindi, at vatn er gott fyri kroppin. Okkara
kroppur hevur brúk fyri vatni fyri at virka, og vit eiga at hugsa um,
at fáa nokk av vætu ígjøgnum dagin.
6-8 gløs av vatni – ella einir tveir litrar – kunnu tryggja, at kroppurin
altíð hevur nóg mikið av vætu.
Tað kann eisini verða eitt gott hugskot at fáa sær eitt glas av vatni,
áðrenn tú fert í song. Fyrimunurin við hesum er, at vøddarnir hava brúk
fyri vatni, eisini um náttina, og eitt glas av vatni kann fyribyrgja, at
vatnttrot verður í vøddunum, og at teir reagera við at trekkja seg saman,
og tí harvið kanst fáa smærri krampar í vøddarnar.
Ert tú ein av teimum, upplivir krampar í vøddunum á náttartíð, so
kundi tú hugsa um at drukkið meira vant gjøgnum dagin og fáa tær eitt
glas av vatni áðrenn songartíð.
Tað eru eisini aðrar løtur, sum eru góðar at drekka vatn.
Eitt er at drekka tvey ella trý gløs av vatni, tá ið tú kemur upp um
morgunin. Sagt verður, at hetta setir gongd á gøgnini og er gott fyri
kroppin.
Tað er eisini snilt at drekka vatn, áðrenn tú fert at eta. Tosti og
svongd líkjast, og tí kann eitt glas av vatni áðrenn eina máltíð fyrireika
kroppin uppá, at tú skalt eta. Eisini kann tað hjálpa tær at eta minni.
Og kennir tú teg troytta ella illa upplagda, so kunnu eitt ella tvey glas
av vatni hjálpa tær at koma í gongd.
Et í myrkri – og
klækna teg
Hevur tú roynt alt annað, so er hetta kanska ein
møguleiki hjá tær fyri at klænka teg
O
kkurt bendir á, at tað kann
verða ein fyrimunur at eta
í myrkri – ella við bindi fyri
eyguni – um tú ynskir at eta minni og
klænka teg.
Granskarar á Konstanz Universiteti
hava gjørt eina roynd, har fólk fingu
bind fyri eyguni, og síðani fóru at eta.
Hetta trick var so snilt, at fólkini
ótu 9 prosent minni kaloriur í miðal
samanborið við fólk, sum ikki fingu
bind fyri eyguni.
Harafturat hildu fólkini, ið høvdu
bind fyri eyguni, at tey høvdu etið 88
prosent meira mat, enn tey veruliga
høvdu etið.
Granskararnir í Týsklandi halda tí,
at kroppurin skjótari kennir seg mett-
an, um tú ikki sært matin.
So hvør veit, um tað ikki verður
næsti klænkikururin: Eta tað, sum
tú hevur hug til, men et við bindi fyri
eyguni!
Klækna teg við at eta uttan at síggja matin
Gev kroppinum nóg mikið av vatni gjøgnum dagin
Tannbustin megnar
ikki alt arbeiðið
Tannlæknar
viðmæla, at tú
brúkar tanntráð,
hvørja ferð tú
bustar tenn
Tannbustin er eitt hent amboð, um tú
vilt halda tenninirnar reinar og frískar,
men tannbustin er ikki nóg mikið, um
tú vilt fyribyrja holum í tonnunum.
Tannlæknar viðmæla, at tú eisini
brúkar tanntráð, og at tú brúkar
tanntráð, hvørja ferð tú hevur bustað
tenn. Í øllum førum er týdningarmikið
at brúka tanntráð regluliga og helst
einaferð um dagin.
Nógv eru uppvaksin við, at tenninar
verða bustaðar tvær ferðir um dagin,
men øll hava ikki á sama hátt fingið
venjing í at brúka tanntráð dagliga.
Tannbustin reinsar tenninar, men
hon sleppur ikki til allastaðni. Neyðugt
er eisini at fara millum tenninirnar, og
har er tanntráðurin effektivari enn
alt annað. Tanntráðurin kann fara
eftir matrestum og bakterium, sum
tannbustin ikki fær fatur á. Harvið er
er tanntráðurin er týdningarmikil fyri
tínar tenn.
Tanntráður fæst bæði flatur og
rundur, og báðir tráðirnir eru góðir at
brúka Nógv velja tann flata tráðin, tí
tey halda, at tann rundi kann skaða
tannkjøtið, tí hann kennist hvassur.
Tanntráður fæst í smáum plastíløtum
og er praktiskur at hava standandi
ella at hava hjá sær.