Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-11, síða 70
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. apríl 2016síða 70

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 15 • 11. APRÍL 2016 22 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Heilsa Milliónir doyggja hvørt ár av alkoholi Tíggjunda hvørt sekund doyr eitt menniskja av alkoholi, og fráhaldsrørslan heldur, at ov lítið verður gjørt við at fáa alkoholvinnuna at standa til svars fyri at fremja sjúku og deyða T íggjunda hvørt sekund doyr eitt menniskja av alkoholi. Samstundis verða børn og ung runt um í heiminum útsett fyri eina rúgvu av alkohollýsingum, sum eggja til alkoholnýtslu. Tó er tað eingin, sum heldur alkoholvinnuna til svars fyri at fremja sjúku og deyða Tað heldur Altjóða Blái Krossur (International Federation of the Blue Cross, IFBC), sum er fráhaldsrørsla, ið bæði roynir at fyrbyrgja og viðgerða alkoholtrupulleikar í samfelagnum. IFBC heitir á øll samfeløg at gera sítt til at arbeiða ímóti øllum skaðum, sum standast av alkoholi. Sjálvt tey bestu viðgerðarstøðini kunnu ikki eydnast, uttan so at vit byggja ein heim, har vit verja um góðu heilsuna og samstundis forða spjaðingina av sjúkum. Átak Tað er altjóða IOGT (International Organisation of Good Templars, fráhaldsfelagsskapur), ið stendur á odda fyri átakinum #BigAlcoholExposed, ið ynskir at varpa ljós á støðuna, og at fáa politikkarar og alkoholvinnuna at gera nakað við støðuna. Altjóða Blái Krossur er við í átakinum saman við 20 øðrum altjóða felagsskapum. – Eg ynski ikki, at okkara børn og ungu ótilvitað verða manipulerað av lýsingum, sum eggja til alkoholnýtslu. Ein av vælroyndu mátunum at skerja skaðan av alkoholi, er at syrgja fyri, at alkohol ikki er ov bíligt, og at tað eru avmarkingar við skatti, sølu og marknaðarføring. Handilsavmarking er týdningarmikil partur av góðum alkoholpolitikki. Hetta er ein alheimsbardagi og saman megna vit góð úrslit, sigur Anne Babb, aðalskrivari hjá altjóða Bláa Krossi. Ágangandi vinna Tey halda, at alkoholvinnan hevur við tíðini upparbeitt ein heimsumfatandi máta at arbeiða uppá, nevnliga við at vera ágangandi og máa burturav fakta og væl eftirkannaðum próvgrundum, sum politikarar hava hildið seg til, og sum annars hava tað fyri eyga, at verja fólk ímóti alkoholskaðum. Big Alcohol heldur tað er beinleiðis skeivt, at alkoholvinnan so ágangandi fer eftir børnum og ungum, har teir gera alt fyri at verja og økja um sín egna vinning, óansæð fylgjurnar fyri menniskju, familjur, nærsamfelagið og alheimssamfelagið. Børn viga meira og renna seinni Børn nú á døgum viga meira og renna seinni enn børn fyri 30 árum síðani, og tað kann fáa alvarsligar avleiðingar fyri heilsuna seinni í lívinum T að verður umaftur og umaftur ført fram, at børn nú á døgum eru ikki eins virkin og børn fyrr í tíðini. Nútímans hentleikar og meira undirhald umvegis tøkni í heiminum eru viðvirkandi til, at børn rokast minni og sita meiri still. Og tað er líkt til, at heilsutøl kunnu ávísa hetta – og avleiðingarnar av tí. Granskarar á lærda háskúlanum í South Australia hava greinað tøl frá 50 kanningum í 28 londum, sum umfata umleið 25 milliónir børn í aldri­num 9 til 17 ár. Hesar kanningar eru frá USA, Europa, Australia, New Zea­landi og Fjareystri. Greiningin hjá australsku gransk­ arunum vísir, at børn í dag brúka 90 sekund longri um at renna eina míl (1,760 kilometrar), enn børn gjørdu fyri 30 árum síðani. Aerobi førleikin hjá børnum er síðani 1975 minkaður fyri 5 prosentum. Sambært granskarunum byrjaði niðurgongdin í kropsligu førleikunum hjá børnum í 1970’unum og hevur verið støðug síðani. Einasti glottin í greiningini er, at síðani 2000 er mink­ ingin ikki so stór, sum hon var framm­ anundan. Einasta landið í kanningini, ið hevur megnað at varðveita nøkunlunda kropsligu støðu hjá sínum børnum, er Japan. Har vóru tey á lægri støði enn flest onnur lond í 1970’unum, men tey hava ikki verið fyri afturgongd. Í Kina gongur hinvegin skjótt afturá við heilsustøðuni hjá børnum. Ein týðandi orsøk til, at børn renna seinni í dag, er, at tey viga meira, enn tey gjørdu 1970’unum. Sambært gransk­arunum er kropsvektin hækkað, og hon dregur kropsligur førleikarnar niður. Børn er minni virkin í dag – bæði í skipaðum ítrótti og í sínari egnu frítíð. Tey ganga og súkkla minni, og tey sita meira frammanfyri sjónvarpi, teldu og líknandi tøkni. Granskararnar mæla heilt einfalt foreldrum til at noyða børnini út at verða virkin minst ein tíma hvønn ein- asta dag. At børn viga meira og orka minni, fer at fáa avleiðingar fyri teirra heilsu­ støðu seinni í lívinum, og tí er tað eisini fyribyrgjandi fyri eitt nú hjarta­ sjúkur og aðrar sjúkur, at børn eru virkin. Adore bjóðar andlitsviðgerðina, sum hóskar til tín tørv og produkt, sum passar júst til títt hold Vælvera Hjá Adore í Gundadali í Havn fært tú viðgerð frá topp til tá Nútímans livihátturin ávirkar heilsustøðuna hjá børnum, sum orka munandi verri at renna nú enn fyri 30 árum síðani Hvør kennir ikki vælveruna, tá tú hevur verið hjá frisør? Hárið klipt, vakurt sett og kanska litað? So skalt tú í veitslu og vilt kenna teg ordiliga væl, so er Adore staðið at fara. Hjá teimum fært tú umframt hár­fríðkan, hesar vakurleika- og væl­ veru­viðgerðir: • Andlitsviðgerðir • DermaOxy Lift • DermaTude Face Lift • Hártøka • Manicure & Pedicure • Kropsviðgerðir • Make-up • Vippir og brýr • Permanent make-up Vippurnar fyri og eftir Hjá Adore fæst vippuextensions. Ein vippa verður sett á hvørt vippu­hár og so hevur tú tær flottastu vippurnar, júst sum á myndin omanfyri.