Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. apríl 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. apríl 2016 · Nr. 42 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 MELDURIN KLÁRT TIL FYRSTU UPPBOÐS- SØLUNA Full ferð er í fiskimálaráðnum at gera klárt til fyrstu uppboðssøluna Veiðurættindi Árni Gregersen Um ein góðan mánaða verða tey fyrstu fiskirættindini seld á uppboðssølu. Løgtingið samtykti her­ fyri, at ein partur av norð­ havs­sild, makreli, svart­kjafti og botnfiski í Barents­hav­ inum skal seljast á uppboði. Í løtuni er lands­stýris­ maðurin við fiski­vinnu­ málum, Høgni Hoydal, Tjóð­veldi, saman við em­ bætis­fólkum í fiski­mála­ráð­ num í gongd við at gera klárt til fyrstu uppboðssøluna. – Talan verður um tríggjar ella fýra sølur, men tá ið vit eru klár um ein góðan mán­ aða, tá verður greitt nær allar fýra sølurnar vera, sigur Høgni Hoydal. Landsstýrismaðurin skal gera kunngerðir, sum skulu fylla tað út, sum ikki stend­ ur í lógini. Hetta tekur eitt sindur av tíð, tí allar kunn­ gerð­ir­nar skulu fyrst til hoyr­ingar, áðrenn tær verða sett­ar í gildi. – Tað gekk heldur long tíð, áðrenn lógaruppskotið bleiv endaliga samtykt. Tað ger, at vit koma eitt sind­ur í tíðarneyð, men tá ið ein mán­ aður er farin, kunn­gera vit nær allar uppboðs­sølur­nar vera, sigur Høgni Hoydal. Gjøgnumskygni Landsstýrismaðurin sigur, at tað eru fleiri orsøkir til, at hann heldur at tað hevur stór­an týdning at royna upp­ boðs­søluna. – Vit vita væl, at vit ikki fáa svar uppá allar spurn­ ingar við einari royndar­ upp­boðssølu í ár, men sam­ stundis halda vit, at tað hev­ur alstóran týdning at royna skipanina, sigur lands­ stýris­maðurin. Uppboðssølan skal eftir ætlan geva svar uppá fleiri spurningar. – Tað hevur størri týdning enn hvussu nógvan pening vit fáa inn hesaferð, sigur lands­stýrismaðurin. Myndugleikarnir rokna við at fáa at vita, hvør bjóðar, hvussu nógv og uppá hvørji fiska­sløg. – Vit vita væl, at tað eru nógvar avmarkingar og nú eis­ini tíðin, men tað er um­ ráð­andi, at hetta verður gjørt, heldur lands­stýris­ mað­ur­in. Uppboðssølan fer eisini at vísa um umsitingin fer at duga at síggja, hvør tað er sum keypur og hvaðani peng­ar­nir koma. Talan eigur at vera um gjøgnum­skygni, so tað sæst, at tað ikki eru strámenn, sum keypa. Atkomuligheit Hendan samgongan hevur alla­tíðina sagt, at skipanin í fiskivinnuni skal broytast, so onnur kunnu sleppa framat til­feinginum enn bara tey, sum hava rættindini nú. Nógv bendir á, at hesum fær kapping, tá ið partur av kvotuni í Barentshavinum verður seld á uppboði