týsdagur 12. apríl 2016síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 13. apríl 2016 · Nr. 42
MELDURIN
Av tí sum verður selt á
uppboði hesaferð, verður
mett, at tey 20.000 tonsini av
svartkjafti helst fara til nóta
skipini.
Maskrelurin hevur eisini
áhuga hjá teimum stóru trol
arunum og norðhavssildin
hevur helst størstan áhuga
hjá nótaskipunum.
Eitt sindur øðrvísi er við
teimum 3.000 tonsunum av
kvotuni í Barentshavinum.
Fleiri skipabólkar hava
helst áhuga í hesum kvot
unum, men tekniskt seta tær
eisini størri krøv til myndug
leikarnar.
Fiskasløgini
í
Barentshavinum eru annað
enn toskur, so spurningurin
er hvussu kvoturnar verða
samansettar, so tær eisini
hava áhuga hjá vinnuni.
– Og so er tað, hvussu vit
fáa skipa loyvini hjá teimum,
sum
keypa
kvoturnar.
Her skulu vit eisini fáa
viðurskiftini
við
russar
og norðmenn í rættlag, so
hesi skipini sleppa í teirra
sjógv at fiska, sigur Høgni
Hoydal.
Ein spurningur, sum eis
ini skal loysast er, hvussu
gjaldast skal fyri fiskirætt
indini. Skal gjaldast kontant
ella skal ein skipan finnast,
sum ger at gjaldið ikki fellur
beinanvegin, men at onkur
trygd verður veitt.
Eisini hesum spurning
inum verður arbeitt við í
løtuni.
Enn veit ongin hvørji virð
ir verða sett á kvoturnar, men
givið er, at tað eru nógv reið
arí, sum ikki megna at gjalda
forút. Tí má ein fíggingar
leistur eisini finnast.
Burtur frá útluting
Politiskt hevur tað alla tíðina
verið eitt mál hjá samgong
uni at flyta fiskivinnuna frá
tað, sum tey kalla fyri polit
iskari útluting av fiskirætt
indum til eina skipan, sum
meira byggir á marknaðar
treytir.
– Vit vilja fegin hava, at
tá ið kvotur eru tøkar, so
skal vinnan bjóða seg fram
at veiða hesar kvotur og
siga hvat hon vil gjalda fyri
at fiska tær, sigur Høgni
Hoydal.
Í mong ár hevur sam
gongan
og
umboð
fyri
samgonguna
funnist
at
mátanum, sum serliga upp
sjóvarkvoturnar eru býttar
út uppá.
Tey hava kallað tað fyri
politiska útlutning, sum ikki
er gjørd eftir nakrari skipan
við gjøgnumskygni.
Við nýskipanini av fiski
vinnuni er ætlanin at sleppa
burtur frá hesum. Ein bólk
ur situr og arbeiðir við ein
ari ætlan fyri, hvussu fiski
vinnan skal skipast eftir 31.
desember 2017.
Hesin bólkurin skal vera
liðugur við sitt arbeiðið 1.
august.
– Tað sum eisini telir
ómetaliga nógv er, at vit
fáa gjørt tað soleiðis, at vit
veiða fiskastovnarnar burð
ardygt. Vit mugu hava eina
umsitingarætlan, sum ger at
vit fáa sum mest úr teimum
fiskastovnum, sum vit hava
atgongd til, sigur landsstýris
maðurin.
Avmarkignar
Nýggja uppboðssølan fer
fyrstu ferð i gongd um ein
góðan mánaða, men helst
verður tað soleiðis, at tríggj
ar ferðir afturat verður selt
í ár.
Ætlanin er, at tilfeingið
verður boðið út í pørtum – til
dømis í ávísum tíðarskeiðum
og í ávísum nøgdum.
Makrelur verður tildømis
ikki veiddur nú og neyvan
norðhavssildin heldur.
Í Barentshavinum verður
roynt alt árið, men ofta er
fiskiskapurin ikki so góður
um summarið.
Mest spennandi verður at
síggja, hvør fer at bjóða uppá
kvoturnar í Barentshavinum,
tí har eru møguleikarnir
bestir hjá flest skipum.
Høgni Hoydal sigur, at
onkrar orðingar eru í lógini,
sum kanska ikki seta treytir
nar heilt greitt upp – serliga
tað, sum stendur í samtykta
broytingaruppskotinum.
Í løtuni eru løgfrøðingar
í fiskimálaráðnum í ferð við
at eftirkanna orðingarnar og
tryggja, at tær eru beinrakn
ar nokk.
– Vísir tað seg, at okk
urt er, sum ikki heldur løg
frøðiliga, so mugu vit gera
broytingar og er tað okkurt
annað, sum vit koma framá,
so mugu vit eisini gera neyð
ugar broytingar – eisini um
tær eru politiskar, sigur
landsstýrismaðurin.
Uppboðssølan hesa ferð
er fongd við mongum av
markingum, so hon fer held
ur ikki at geva svar uppá alt.
– Tað vita vit væl, men tað
hevur nógv at siga, at vit fáa
gjørt royndirnar. Vit vita væl,
at talan er um eina roynd,
sum fer at geva okkum nøkur
svar, men verri enn so øll. Vit
fara at eftirmeta royndirnar
og so taka tað til okkum, sum
vit fáa svar uppá, sigur hann.
Landsstýrismaðurin
vil
ikki seta tal á, hvat lands
kassin fer at fáa burtur úr
royndaruppboðssøluni.
Hann heldur ikki, at tað hevu
størsta týdningin.
– Tað eru nógvar aðrar
royndir, vit kunnu gera okk
um, sigur hann.
Onnur meta, at uppboðs
sølan av makreli, norðhavs
sild, svartkjafti og botnfiski í
teimum nøgdum, sum standa
í lógini, fara at geva millum
40 og 50 milljónir krónur.
arnig@sosialurin.fo
Nótaskipini sleppa helst at hava svartkjaftin fyri seg sjálvi
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, heldur at tað er
avgerandi at sleppa at royna uppboðssøluna
Mynd: Álvur Haraldsen