Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. apríl 2016síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. apríl 2016 · Nr. 42 10 Sosialurin Í STARVSVENJING HJÁ HEIMSINS ELSTA SYMFONIORKSETRI STARVSVENJING Marjun Manuela Behrens Oda Drós Østerø og Sólva Bogadóttir Ziska eru 16 ár og ganga báðar í NámX. Tær eru í løtuni í praktikk í 'Den Kongelige Opera' í Danmark, har tær fylgja »Det Kongelige Kapel«, sum er stóra symfoniorkestrið. Tað er ikki tilvild, at tær hava valt at fara her, tí tær hava báðar stóran áhuga fyri tónleiki. Oda Drós hevur spælt violin í 10 ár, og Sólvá hevur spælt sello í sjey ár. Tær spæla báðar í Tórshavnar Musikk­skúla. – Vit vildu sleppa til Dan­ markar í praktikk. Vit tímdu væl at fara til Danmarkar – fyri at sleppa av landinum. Tað er hugnaligt og stuttligt at fara avstað, men vit hildu eisini, at tað ljóðaði sera spenn­andi at fara í praktikk her. Vit høvdu fyrst spurt um at sleppa í tónlistaháskúlan í Keypmannahavn, men har sluppu vit ikki. Vit fingu síð­ani boð um at vit kundu sleppa her, og vit tóku av, siga tær báðar. Besta symfoniorkestur í Danmark Oda Drós og Sólvá eru nógv í »Det Kongelige Teater« og »Den kongelige Opera«. Tær sleppa at fylgja danska sym­ foniorkestrinum, sum eitur »Det Kongelige Kapel«. Tær eru so við orkestrin­ um, har sum tað er, og sleppa at vera við til venjingar hjá teimum, og hoyra hvussu tey spæla. – Orkestrið er besta symfoniorkestur í Danmark. Fólkini eru sera dugnalig og øgiliga fitt at práta við. Ein føroyingur er eisini við, sum vit hava tosað nógv við. Tað er Páll Sólstein úr Klaksvík. Tað er øgiliga stuttligt at síggja eitt so stórt orkestur spæla og síggja, hvussu væl tey spæla, fortelja Oda Drós og Sólvá. Det Kongelige Kapel er elsta orkestrið í heiminum og stavar frá heilt afturi í 1448. Orkestrið hevur umleið 120 tónleikarar. Ikki sum at ganga í skúla – Eitt sum er eitt sindur rotið, er at tað tekur so langa tíð at koma fram frá har sum vit búgva. Og so er tað dýrt at ferðast so nógv við toki og bussi eisini. Vit mugu fara heimanifrá hálvanannan tíma áðrenn vit møta fyri at koma til tiðina. Oda Drós og Sólvá búgva báðar hjá familju hjá Sólvá, so tær fylgjast allatíðina. – Vit eru tó ikki hvønn dag í praktikk, og teir dagarnir vit eru, møta vit ikki fyrr enn klokkan 19. So eru vit har vanliga í umleið tríggjar tímar. Vit hava tí allan dagin at gera ting, sum vit hava hug til, so sum at shoppa, fara á café og slappa av. Oda Drós og Sólvá hava nú verið í praktikk í eina viku, og hava eina viku eftir, áðrenn tær koma aftur til Føroyar. Næmingarnir úr NámX í Eysturskúlanum í Havn eru í hesum døgum í starvsvenjin í Det Kongelige Teater og Operuni í Keypmannahavn, har tær fylgja stóra danska symfoniorkestrinum »Det Kongelige Kapel«