Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. apríl 2016síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 13. apríl 2016 · Nr. 42 Sosialurin Avdúkingin av bronsu­ bringu­myndini av Jens Paula Heinesen, rithøvundi, annan páskadag í Sandavági í dýrdarveðri og strálandi sólskini gjørdist ein stór og minnilig løta fyri tey mongu, sum komu at uppliva løtuna. Har var horntónleikur við blásarakvintettini Kójak og onnur nýútsett tón­ leika­framførsla hjá Gretu Svabo Bech, Unn Paturson, Arnold Ludvig og Elin Brimheim Heinesen (sum er dóttir skaldið) við tekst­um eftir Jens Paula Heine­sen, umframt frá­lík­ur upplestur hjá Hans Tór­garð og góðar røður hjá Hanusi Kamban og Rósu Sam­uelsen, borg- arstjóra í Vága Kommunu. Borgarstjórin avdúkaði bringumyndina saman við bróður Jens Paula, Jóannesi Heinesen. Aftaná var hugni við drekka og køkum og mynda­ framsýning frá lívi Jens Paula Heinesens í SÍF húsin­ um. Nógv fleiri fólk enn vænt­ að komu til tiltakið – eisini langvegis frá úr Danmark og kringum í Føroyum – at heiðra Jens Paula og skald­ skap hansara, sum telur út við 40 verk, har av nógvar søgur hjá honum fara fram í og kring heimbygdina. Skaldið Jens Pauli Heine­ sen, sum í livitíð sínari legði heili 40 útgivin skaldaverk eftir seg – bæði skaldsøgur, stuttsøgusøvn, sjónleikir við meira – traðkaði sínar barnaskógvar í Sandavági. Jens Pauli flutti til Havnar longu sum 14 ára gamal, men heimbygdin stóð altíð ljós­ livandi fyri honum. Nógvar av søgunum í verkum hans­ ara fara fram í og kring Sanda­vág. Fáur man hava lýst heim­bygd sína við so stór­um kær­leika sum Jens Pauli Heine­sen. Hann varð føddur 12. november 1932 og vaks upp á Hammershaimbsvegi 21 í Sandavági sum sjálvur triði av seks systkjum. For­ eldr­ini vóru Petur á Lofti Heine­sen, kongsbóndi úr Sanda­vági, og Anna Maria Malena Heinesen, fødd Jo­ hannesen, úr Hesti. Jens Pauli tók læraraprógv í 1956 í Danmark. Hann giftist sama ár við Maud Brimheim úr Klak­s­vík og fekk trý børn. Jens Pauli arbeiddi frá 1956 til 1970 sum lærari í Dan­mark og í Havn, og gjørdi hesi ár nógv fyri at fáa føroyskar skúlabøkur út­givnar. Í 1970 fór hann frá sum lærari fyri at gerast rit­ høvundur burturav. Jens Pauli fekk M. A. Jacob­sens Virðisløn tríggj­ ar ferðir – í 1958, í 1973 og í 1993 og var mæld-ur til at fáa virðisløn Norður­landa­ ráðsins í 1982 og í 1994. Hann fekk Mentanarprís Føroya Landsstýris í 1999. Jens Pauli Heinesen doyði 19. juli 2011, 78 ára gamal. Føroyingar við norskum fiskiskipum Heiðraðu bygdar­ skaldið í dýrdarveðri HÁTÍÐARHALD Ein norskur rithøvundur,  Asle Geir Widnes Johansen, er í ferð við at skriva bók, har hann eisini skal hava ein part um føroyingar, sum hava veitt við norsk­ um fiski­skipum undir Grøn­ landi. Í hesum sambandi kem­ur hann til Føroya 21- 24. apríl. Hann ynskir at koma í samband við før­ oyi­ngar, sum hava siglt við norðmonnum á hesum leiðum. Hann veit, at nógvir føroyingar hava siglt við skipum frá Sunmøre t.v.s Åles­und leiðini. Slíkar vil hann fegin hitta, og ser­ liga hevur hann áhuga at hitta, menn sum hava verið við skipum úr Hareid kommunu. Um onkur hevur áhuga fyri at hitta Asle, ella onkur veit um fiskimenn frá teirri tíðini, kann sigast frá á tlf. 285769 ella til teldupostadr. olijacobsen@olivant.fo Annan páskadag var bronsumynd av skaldinum Jens Paula Heinesen avdúkað í Sandavági