Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-12, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. apríl 2016síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. apríl 2016 · Nr. 42 18 Sosialurin Havnin H ósdagin 7. apríl fylti Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, 70 ár. Heðin varð føddur á Brekkunum í Trongisvági 7. apríl 1946. Reiðiliga farin í skúla flutti familjan til Havnar. Heim­urin hjá Heðini gjørdist økið mill­um Kongabrúnna, Abbatrøð og Glaðs­ heygg, sum tá var eitt sera aktivt øki við kolasølu og sandsølu, har sum parkeringsplássið er nú. Abbin, gamli Palle á Brekkunum í Trongisvági, var umframt at vera gamal skipari eisini bóndi, so Heðin vaks upp við djórahaldi. Í Havn rann hann tí aftaná øllum, sum høvdu seyð, gæs, høsn og hest, og sum heilt ungur skrivaði hann umsókn til kommununa um leigu­ trøð. Hana fekk hann kortini ikki, fyrrenn nærum kvarta øld seinni. Har suðuri hevði Heðin gingið á universitetinum í Trongisvági – í fyrsta flokki hjá Elspu Vestergaard. Komin til Havnar fór hann at ganga í skúla á Vaglinum, í sama húsi, har hann nú situr sum borgarstjóri. Flutt varð seinni niðan í gula skúla. Eftir skúlatíð var Heðin sera aktiv­ ur, rokaðist og lossaði á keiini, bar cement og hjálpti til hjá Bals­ lev. Súkklaði dýnur inn og út fyri Fjøðurreinsaríið. Hann var skóti, fyrst úlvaungi, seinni skóti í Másanum í somu patrulju sum Poul Michelsen, gjørdist korporálur og so førari, sum tað kallaðist tá. Hann slapp eisini við Tjaldrinum og fekk sjófartsbók. Men hann valdi ikki sjólívið. Ístaðin giftist hann sera ungur Hjørdis, dóttir Eriku og Alfred Egholm. Tey høvdu eitt gott ungdómslív í Havn, har møtiplássini vóru eitt nú Kon­ dittaríið, Sjónleikarhúsið og Tórs­ høll. Eftir at hann giftist við Hjørdis fluttu tey aftur niðan á Glaðsheygg, næstan á sama stað, hann byrjaði lívið í Havnini. Og har hava tey livað fram til dagin í dag, fingu 4 børn sum hava givið teimum nógv abba- og ommubørn. Heðin hevur havt bát og hevur áður róð nógv út. Seyð hevur hann á trøðni í Havnardali saman við brøðrunum Hans og Erhardi – suður­oyarsperðilin er tiltikin – og gæsnar hava frælsi í Norðradali. Og so er hann grindamaður. Spesial­ istur í turrum tvøsti. Innløgumaður sum fáur. Hóast torført var at fáa lærupláss, so fekk Heðin lærupláss sum maskin- og bilsmiður hjá Wenzel. Hann bleiv mekanikari og bleiv Ford-maður burturav, umframt ser­kønur Alpha Diesel-maður. Hann eisini bleiv útbúgvin bilsýnis­ mað­ur og tryggingarmaður. Hann arbeiddi sum mekanikari í 17 ár og á Tryggingini í nærum 30, hann hevur sitið í býráðnum í Havn í 45 ár, hann hevur sitið 7 ár á løgtingi, hann var formaður í Havnar Sjónleikarfelag í 6 ár og Havnar Róðrarfelag í 6 ár, Tórs­ havnar Ítróttarráð í 3 ár og hann hevur verið forseti ÍSF's í 28 ár. Heðin gjørdist Riddari av Danne­ brog í 1991, fekk íslendska ISI heið­urskrossin í 1996, ÍSF-heiðurs- krossin í 1999, gjørdist Riddari av Dannebrog af Første Grad í 2003 og fekk innivist í Kraks Blå Bog í 2010. Og tá fekk hann eisini hægsta heiðursmerki frá danska ítróttarsambandinum, DIF. Og um somu tíð varð hann valdur ársins leiðari. Nú hann verður 70 hevur hann kunngjørt, at um hann heldur fram eitt skeið aftrat sum borgarstjóri eftir valið í heyst, so sigur hann løgtingssessin frá sær. Heðin Mortensen 70 ár Minst til ólavsøku- loyvi Tórshavnar kommuna er farin undir at fyrireika ólavsøkuna. Gjørt verður vart við, at seinasta freist at søkja um ólavsøkuloyvi er mikudagin 1. juni 2016. Umsóknir um loyvi verða at senda kommununi talgilt á sjálvgreiðsluni á torshavn.fo. Vanliga fær kommunan góðar 100 umsóknir um loyvi at selja og hava tiltøk á kommunalum øki á ólavsøku. Stóri áhugin fyri at selja eitthvørt á gongugøtuni og í Vágsbotni, har tey flestu vilja framat, merkir, at kommunan eisini roynir at finna aðrar staðsetingar í býnum, so útboðið verður so fjølbroytt sum gjørligt. Í ár verður ólavsøkan hósdag og fríggjadag. Sáttmáli gjørdur við Kemilux Tórshavnar Kommuna hevur gjørt tvey ára sáttmála við Kemilux um sápu og reingerðarpappír til stovnar, ið hoyra til Heilsu- og umsorgartænastuna í Tórshavnar kommunu. Beint fyri jól í fjør varð økið fyri sápu og reingerðarpappír fyri Heilsu- og umsorgartænastuna í Tórshavnar kommunu boðið út. Av innkomnum tilboðum hevði Kemilux besta samlaða tilboðið, og hevur ein samd fíggjarnevnd valt at taka av tilboðnum frá Kemilux. Avtalan, sum kom í gildið frá 30. mars 2016, er gjørd sum rammuavtala og merkir, at somu prísir og avsláttrar eru galdandi og at allir stovnar undir Heilsu- og umsorgartænastuni eru við í avtaluni, so leingi sáttmálin er í gildi.