Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-12, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. apríl 2016síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 13. apríl 2016 · Nr. 42 Sosialurin Havnin T ann 26. mai 2016 eru liðin 150 ár, síðan Tórshavnar komm­una fór til verka sum sjálvstøðug kommuna. Í tí sam­ bandi skipar kommunan fyri fleiri tiltøkum í summar, m.a. fram­sýn­ ing um søguna hjá komm­ununi og ymsum tiltøkum fyri børn og vaks­ in. Serliga nógv verður gjørt burtur úr síðst í mai. Fyrsta kommunustýrið í Havn hevði sín fyrsta fund heima í stov­ uni hjá A. C. Lützen 26. mai í 1866. Frammanundan hevði verið kjak í endurreista løgtinginum um at fáa kommunalar stovnar í Før­oyum, og í Havn vildu borgarar sleppa at velja síni umboð í eitt komm­unu­ stýri, sum skuldi menna býin. Tá havnarmenn í 1863 frættu, at Peter Holten, amtmaður í Føroyum frá 1861 til 1871 og tingformaður, arbeiddi við at gera uppskot um kommunulóg fyri Havnina, skriv­ aðu teir til hansara og takkaðu hon­um fyri átakið. Tilsamans 18 havnarmenn skrivaðu undir brævið. Í brævinum søgdu teir, at av tí, at lógin var so neyðug, átti amtmaðurin at skipa so fyri, at lógin varð løgd fyri løgtingið og samtykt sum skjótast. Amtmaðurin lurtaði eftir áheitanini og legði lóg fyri tingið um at skipa Havnina sum keypsstað og skipa stjórn í býnum. Akuroyri fyrimynd Grundarlagið undir uppskotinum var kommunulógin fyri Akuroyri í Íslandi frá 1862. Hetta komst av, at amtmaðurin helt Akuroyri kunna brúkast sum fyrimynd hjá Havnini. Nevndarálit varð síðan gjørt um at stovna Tórshavnar kommunu. Tað var liðugt 23. august í 1963. Í álit­ inum stóð: »Havnarborgarum hevur leingi tørvað skipað kommunustýri, eins og býnum hevur tørvað ein kommu­nalan myndugleika í viður­ skiftum við serligum áhuga at taka avgerðir fyri býarborgararnar. Har­aftrat er tað týdningarmikið at menna kommunala frælsið, sum grund­l­ógin birtir uppundir.« Ásetingin um at skipa Havnina sum keypsstað varð tikin úr upp­ skotinum, og tá løgtingið hevði samtykt uppskotið, fór tað í lands­ tingið, har tað varð samtykt 3. januar í 1866, og í fólkatingið, har tað varð samtykt 29. januar. Før­ oyski fólkatingsmaðurin, Johannes Petersen, viðmælti at samtykkja uppskotið. Fútin føddur limur Sambært lógini fyri Tórshavnar kommunu skuldi fútin, sum var føddur limur í býarstýrinum, stjórna kommununi saman við fimm fólkavaldum umboðum. Teir fólkavaldu skuldu verða valdir við almennari atkvøðugreiðslu, har eitt valstýri spurdi veljaran, hvønn hann valdi. Atkvøðurætt høvdu allir full­ myndugir menn, sum ikki vóru í beinleiðis tænastu hjá øðrum. Teir skuldu hava búð í kommununi í minsta lagi seinasta árið og skuldu eisini hava goldið kommununi í minsta lagi tveir ríkisdálar í skatti árliga. Tveir ríkisdálar svaraðu til fýra krónur. Fyrsta kommunustýrisvalið var 8. mai í 1866. Teir, sum vórðu valdir, vóru A.C. Lützen, skúlalærari, H. C. Müller, sýslumaður, M. C. Restorff, keypmaður, C. M. Olsen, bók­haldari, og E. D. Bærentsen, kirkjukassameistari. Í stýrinum var eisini Hannes Finsen, fúti. Fyrsti fundurin var so 26. mai 1866, har kommunustýrið skipaði seg við A.C. Lützen sum formanni. Ein neyv skrá verður kunngjørd seinni fyri tiltøkini dagarnar frá 26. til 29. mai. Sum vant er nógv á skránni á Reinsarínum næstu vik­ur­ nar, og tað fevnir bæði um útgávukonsertir, tónleika­ kapping, open mic og ymiskt annað. Tað er næstan á hvørjum degi, at okkurt er á skránni á spælistaðnum Reinsarínum og Perluni í Tórsgøtu í Havn. Næstu vikurnar er einki undantak í so máta, og longu í kvøld er Open Stage tiltak við vælumtókta bólkinum Frank in a Phonebox. Leygardagin er tiltak hjá Amnesty International við donskum Emmu Holten, og í komandi viku hava bæði Monkeyrat & The Hentze Horns umframt Rökkvi útgávu­ konsert. Í komandi mánað verð­ur so farið undir stóru tón­leika­ kappingina Sement, har fyrsta umfar er á skránni 13 mei. Fleiri onnur tiltøk eru eisini á skránni næstu vikurnar, og ivaleyst verður skráin leypandi útbygd. Meiri kunning fæst á heimasíðuni hjá Reinsarínum á www.reinsariid.fo. Nógv á skránni á Reinsarínum næstu vikurnar Tórshavnar Kommuna 150 ár Oyggjadagin 28. mai verður vitjað í Hesti, Koltri og Nólsoy