Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-12, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. apríl 2016síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. apríl 2016 · Nr. 42 20 Sosialurin A lla hesa vikuna hevur tað hevur verið heimskendi enski rokkbólkurin The Beatl­es, sum hevur verið á bredd­ an­um í SMS. Torgið í SMS er gjørt um til eina hugnaliga 60-ara stovu við einum lítlum palli, har fleiri av okkara fremstu tónleikarum hava framført og fara at framføra nakað av tí besta, sum The Beatles gjørdu av tónleiki. Tónleikur og prát Fyrstu dagarnar í vikuni hava til dømis Signar í Homrum, Hanus G. Johansen og Stanley Samuelsen verið at hoyrt á Torginum, og mill­ um teirra sum eisini hava verið á Torginum og greitt frá um The Beatles, hava verið danski Beatles- serfrøðingurin Per Wium, og Suni Merkisstein, útvarpsmaður, hevur havt prát við Hanus Kamban um sama evni. Tosar man um The Beatles í føroyskum høpi, so slepst ikki undan at nevna Faroe Boys, sum í sekstiárunum ferðaðust kring alt landið og spældu til dans, tí ein stórur partur av tí tónleiki, sum teir spældu, var Beatles-tónleikur. Hósdagin fara umboð úr Faroe Boys, Robert McBirnie og Jógvan Dahl, á pallin á Torginum saman við øðrum tónleikarum, so tað verður ivaleyst ein nostalgisk ferð aftur í tíðina hjá mongum. Eftir framførsluna hjá teimum fer Suni Merkisstein at gera eitt prát við Robert McBirnie um sama evni. Ungdómurin sleppur eisini framat Men tað vera ikki bara gamlir rokk­arar, sum sleppa framat pall­ in­um í SMS hesar dagarnar. Eis­ ini yngra ættarliðið sleppur at royna seg í SMS næstu dagarnar. Millum annað verða Benjamin, Lea Kampmann og onnur at hoyra. Skráin er fjøltáttað og sæst aðra­ staðnis her í blaðnum, umframt at hon eisini sæst á Facebook-síðuni hjá SMS. Stóra brakið verður leygarkvøldið Men tað heilt stóra brakið hesa vikuna verður leygarkvøldið, tá ið eitt veldugt 60ara kvøld verður fyriskipað í Sjónleikarahúsinum í Havn. Tað er einki at taka seg aftur í, at Sjónleikarahúsið var karmur um óteljandi góð dansikvøld í Havn í seksiárunum, og nú verður so skipað fyri einum 60ara kvøldið í gomlu og eyðkendu karmunum í Sjónleikarahúsinum. Og tað vera millum eisini nak­ rir av teimum bólkunum, sum spældu í Sjónleikarahúsinum í seksti­árunum, sum fara á pallin leygar-kvøldið. Teirra millum eru Faroe Boys og Thunderbirds úr Vest­manna. Aðrir, sum fara á pallin leygarkvøldið, eru Stanley Samuel­ sen úr Silly Boys og so bólk­urin Bidlis úr Klaksvík, sum er mann­ aður við yngri tónleikarum. Atgongumerkini til tiltakið í Sjónleikarahúsinum fáast til keyps á marknaðardeildini í SMS og í Miklagarði. Thunderbirds Havnin Lær at shaka áðrenn Beatles brakið Nú er tíð at finna dansi­skógv­ arnar fram aftur, tí leygar­ kvøldið fer stóra Beatles brakið av bakkastokki og tað verður dansur sum í gomlum døglum. Vit ynskja at tað skal vera eitt upplivilsi fyri øll og tí ynskja vit at læra uppfríska dansitraðkini áðrenn tiltakiðl Anna Sofía og Karl Vidtfelt frá Dansifrøi fara at skipa fyri uppfrísking til enskan dans. Undirvísingin tekur umleið eina tíma og er ókeypis. Tilmelding fer fram á sms@ sms.fo ella við at ringja til Karl á tlf. 211986. Karl og Anna Sofía fara at vísa fram enskan dans hósdagin kl. 16 á Torginum í SMS. Eisini vera tey við til dansin í Sjónleikarhúsinum leygarkvøldið og seta ferð á dansin, sum vit vóna verður eitt upplivilsi sum "back in the days". Stóra Beatles-vikan í SMS heldur fram við fullari ferð, og alt endar við stóra brakinum í Sjónleikarahúsinum leygarkvøldið Beatles-vikan heldur á