týsdagur 12. apríl 2016síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 13. apríl 2016 · Nr. 42
Sosialurin
Tann
sunna
matstovan
í Gundadali
Havnin
Í
veghæddini í nýggja FSF-bygn
inginum við sunnara enda av
Tórsvølli í Gundadali liggur
djúsbarrin No 12. Eitt stað, sum
fleiri og fleiri føroyingar vitja, og
sum hevur eina eitt sindur øðrvísi
matarskrá enn flestu onnur matar
støð í høvuðsstaðnum.
Málbólkurin vaks skjótt
Upprunaliga var málbókurin hjá
No 12 fyrst og fremst ítróttarfólk og
fólk, sum vitjaðu til ítróttartiltøk í
Gundadali. Men tað var skjótt, at
tey í No 12 varnaðust, at kunda
bólkurin fevndi nógv meiri víða
enn upprunaligi málbólkurin.
– Eg havi verið her í næstan eitt
ár, og tað er hent nógv hetta árið.
Tað er einki dulsmál, at konseptið
hjá okkum er, at tað skal vera sunt
og lætt, og at tað skal ganga skjótt
fyri seg, frá tí at man bíleggur og
til man hevur vøruna. Vit hildu
í fyrstuni, at kundaskarin fór at
vera avmarkaður, men tað vísir
seg, at hann fevnir ógvuliga víða.
Her koma bæði ung og eldri fólk. Til
dømis kemur tað meiri enn so fyri,
at eldri fólk leggja leiðina inn her,
tá ið tey hava verið og svomið, og
eisini hava vit heilt nógvar vitjanir
av mammubólkum, tí vit hava so
góðar umstøður til tær, sigur Rann
vá J. Johansen, leiðari í No 12.
Hon greiðir frá, at tá ið No 12
liggur beint við eitt stórt ítróttarøki
og er ein ítróttarbarr/matstað, so
er tað eisini nakað, ið man má fyri
halda seg til.
– Vit skulu vera eitt sunt
alternativ til onnur støð, ið selja
skundverðar, sum kanska ikki eru
eins sunnir, sum okkara vørur eru,
sigur hon.
Høvuðsvørurnar hjá no 12 eru
fyrst fremst nógvu frískpressaðu
djúsini og so tær vælumtóktur
tvíflísarnar. Men harumframt fæst
eisini til dømis salat, suppur, sushi
og eisini okkurt til søtu tonnina, so
sum ymisk sløg av køkum aftur við
einum góðum kaffimunni.
Kemur meiri til sín rætt
Fyrstu tíðina, eftir at No 12 var latið
upp, var nógv byggivirksemi við
Tórsvøll, og tað gekk eisini út yvir
matarstaðið í FSF-bygninginum.
– Tað var leingi eitt stórt byggi
pláss rundan um okkum her, og
tað gjørdi ivaleyst sítt til, at her
var nokk so friðarligt fyrstu tíðina.
Men nú er byggiarbeiðið liðugt,
og eg haldi, at staðið nú er komið
meiri til sín rætt, og tað leggur
betri merki til tað, sigur Rannvá J.
Johansen.
Í summar fer No 12 væntandi
at gerast enn meiri sjónligt, tí tá er
ætlanin, at tað skulu setast borð
og stólar upp á rúmligu terrassuni
beint uttan fyri djúsbarrina, og tað
er nakað, sum tey gleða seg nógv til.
Nakað serligt til landsdystir
Tá ið nú No 12 liggur beint við Tórs
vøll, so er tað eisini púra náttúrligt,
at staðið hevur ein virknan leiklut
í sambandi við føroyska landsliðið.
Eitt nú fáast føroysk landsliðs
klæðir til keyps í No 12.
Og tá ið landsliðið spælir á
heimavølli á Tórsvølli, er tað nakað
heilt serligt at vera til arbeiðis í No
12 sambært leiðaranum.
– Tað er nakað heilt serligt.
Gamaní er sølan ein onnur tá, enn
hon er vanligar dagar, tí til lands
dystir er tað øl, sum vit selja nógv
mest av. Men tað er ein heilt ser
ligur stemningur inni í hølunum
her í sambandi við landsdystirnar,
og tað er ordiliga stuttligt at vera
til arbeiðis tá – serliga um Føroyar
vinna, sigur Rannvá J. Johansen.
Hon greiðir frá, at í sambandi við
landsdystirnar eru øll starvsfólkini
til arbeiðis í landsliðsblusum, og tey
lata upp út móti Tórsvølli, soleiðis
at tú merkir stemningin á Tórsvølli.
– Men vit eru eitt stað fyri øll, og
tað haldi eg eisini, at fólk hava skilt.
Tí serliga á miðdegi kemur nógv
fólk á gátt í øllum aldri, men vit
síggja eisini til dømis nógv ungfólk,
sum sita her í fleiri tímar og gera
skúlating, so vit rúma øllum, sigur
leiðarin í No 12 at enda.
Álvur Haraldsen
Matstovan ella djúsbarrin No 12 í
Gundadali hevur nú hálvtannað ár
á baki, og gongdin hevur verið sera
jalig, hóast tað hevur tikið tíð at venja
føroyingar við eitt slíkt matarstað