týsdagur 12. apríl 2016síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. apríl 2016 · Nr. 42
22
Sosialurin
Havnin
Gist í summarlandinum
Í
33 ár hava Norrøna og Smyril
Line flutt ferðafólk sjóvegis
til og úr Føroyum. Serliga hesi
seinastu árini hevur Smyril Line
havt eina sera jaliga gongd, og
hendan gongdin tykist halda fram.
Øll hesi árini hava tað verið
summi ferðamál, sum føroyingar
hava vitjað serliga væl, og eitt
av hesum ferðamálum er Fårup
Sommerland í Norður-Jútlandi.
Flestu føroyingar hava ivaleyst
vitjað í Fårup Sommerland, og hesi
hava so kanska búð á ymiskum
frítíðardeplum, summarhúsum ella
privat, men nú fáa føroyingar so ein
heilt nýggjan møguleika.
Smyril Line fer nú í samstarvi
við Fårup Sommerland at bjóða
føroyingum eina pakkaferð, har tú
keypir bæði ferðaseðlar og innivist
á Hotel Fårup, sum er eitt nýtt
gistingarhús við beinleiðis atgongd
til Fårup Sommerland.
Alskyns møguleikar
Eitt slíkt stað sum Hotel Fårup
hevur nógv at bjóða sínum gest
um. Talan er um eitt 4-stjørnað
gistingarhús, sum liggur mitt í
stuttligasta skóginum. Frá gist-ing
arhúsinum er beinleiðis atgongd til
Fårup Sommerland.
Hotellið
er
eitt
veruligt
familjuhotell, har øll kømurini er
barnavinarlig við ókeypis inter-
netatgongd, sjónvarpi, kaffi og te
hentleikar, ljósum baðirúmum við
brúsu, og øll kømurini hava eina
terrassu.
Hotellið bjóðar nógvar aktivi
tetir, so sum innandura og uttan-
dura spælipláss og ein vøll, har man
kann spæla ymisk bóltspøl.
Somuleiðis fáa gestir á Hotel
Fårup atgongd til summarlandið
ein hálvan tíma áðrenn, at onnur
fólk sleppa inn.
Kømurini
Hotel Fårup hevur fleiri ymisk
sløg av kømurum. Fleiri sonevnd
familjukømur eru, og øll hesi
kømur hava útsýni beint út yvir
sjógvin uttan fyri hotellið.
Eitt slíkt kamar hevur umframt
eina
dupultsong
eisini
eina
koyggjusong, og kamarið er tí væl-
egnað til upp til fýra fólk.
Tað finnast tó eisini kømur,
sum verða rópt stór familjukømur.
Hesi kømur hava umframt eina
dupultsong og eina koyggjusong
eisini møguleika fyri tveimum eyka
uppreiðingum, so at tilsamans seks
fólk kunnu gista í tí kamarinum.
Liggur væl fyri
Tað er einki at ivast í, at bæði Hotel
Fårup
og
Fårup
Sommerland
liggja stak væl fyri. Kemur tú við
Norrønu til Hirtshals, so eru bara
46 kilometrar at koyra frá Norrønu,
til tú ert á gistingarhúsinum, og
frá Hotel Fårup til mongu inn
keypsmøguleikarnar í stórbýnum
Aalborg eru bara 34 kilometrar.
Harumframt liggur Hotel Fårup
bert fáar kilometrar frá Vesturhav-
inum og kendu frítíðarbýunum
Blokhus og Løkken, har veruligt lív
er í um summarið. Hesi støð liggja
øll við nakrar av bestu strendunum
í Norður-Europa.
So tú kanst bæði hava møgu
leikan at njóta friðin í skóginum
við Fårup, og samstundis hava
møguleika fyri skjótt og lætt at
koma inn til ein lívligan stórbý ella
fara at hugna tær á strondini.
Hotel Fårup loyvir eisini gestum
sínum eitt nú at hava hundin hjá
sær við.
Smyril Line bjóðar nú viðskiftafólkum sínum møguleikan
at gista mitt í kenda Fårup Sommerland í Norður-Jútlandi