týsdagur 12. apríl 2016síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 13. apríl 2016 · Nr. 42
Sosialurin
Havnin
Býarbókasavnið opið
12 tímar dagliga
V
ónbjørt Vang, virkandi býar
bókavørður, sigur, at man
hevur l2agt stóra orku í at
hava longri upplatingartíðir, so at
enn fleiri fólk fáa høvi at taka av
mongu tilboðunum á Býarbóka
savninum.
– Vit hava opið frá klokkan 9
til 21 gerandisdagar, og somuleiðis
hava vit nú eisini longri opið um
vikuskiftið. Tað vísir seg eisini,
at vit hava eitt hækkandi tal av
vitjandi. Í fjør høvdu vit eina
hækking uppá 16 prosent í mun
til árið frammanundan, og talið
av vitjandi liggur um 140.000 fólk
árliga, sigur Vónbjørt Vang.
Umframt at Býarbókasavnið
hevur víðkað um upplatingartíð
irnar, so hevur kafein í veghæddini
eisini valt at hava líka leingi opið,
sum býarbókasavnið hevur opið, so
man hevur altíð møguleika fyri at
keypa sær ein kaffimunn, tá ið man
er á býarbókasavninum.
– Vit fáa eisini vitjan av fólk
nógva ymsastaðnis frá. Her koma
sjálvsagt mest havnarfólk, men
her koma eisini nógv bygdafólk, og
so hava vit rættiliga nógv ferðafólk
á vitjan um summarið, serliga tá
ið ferðamannaskipini liggja inni.
Tey koma fyrst og fremst inn fyri
at brúka okkara ókeypis internet,
sigur Vónbjørt Vang.
Ein orsøk til, at Býarbókasavnið
hevur eina so jaliga gongd, sum
man hevur í løtuni, er ivaleysts
hon, at tilboðini hjá bókasavninum
eru vorðin so nógv fleiri og fjøl
broyttari.
– Vit bjóða bæði lektiukafe,
bókaring, kunningarkvøld og nógv
ymiskt annað, og vit royna alla-
tíðina at menna okkara virksemi,
sigur Vónbjørt Vang, virkandi leið
ari á Býarbóka-savninum í Havn.
Á Býarbókasavninum í Havn hava
tey veruliga spílað seg út seinastu
árini, og ikki minst hava tey víðkað
upplatingartíðirnar, so at man í dag hevur
opið 12 tímar um dagin gerandisdagar
VITJIÐ BÝARBÓKASAVNIÐ!
Býarbókasavnið hevur alt og meira afturat
Fylgið við á www.bbs.fo
Vit hava opið hvønn dag, eisini sunnudag
Upplatingartíðirnar
eru hesar:
Mánadag-hósdag 9-21
Fríggjadag 9-18
Leygardag 10-16
Sunnudag 14-17
Spurningar • sjálvavgreiðsla • upplýsing • dvd-filmar • WiFi • bindiuppskriftir • nýggjar bøkur • blaðkafé • ljóðbøkur • lektiuhjálp
lesifriður • quizbøkur • e-bøkur • tíðarrit • kaffi • eReolen • lesiringar • skrivifriður • djúphugsan • bøkur • lærdómur • forvitni • dygd
fjølbroytni • samfelag • mentanarlív • framsýningar • vitan • bókmentatiltøk • óheftni • møtistað…
Niels Finsens gøtu 7 • 100 Tórshavn • Tel 302030 • bbs@bbs.fo