Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-12, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. apríl 2016síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. apríl 2016 · Nr. 42 26 Sosialurin Havnin Býráðssalurin S íðan í mai í 1983 hevur Tórs­ havnar Býráð havt sínar regluligu býráðsfundir í Bý­ ráðs­salinum, sum undan hesum tiðar­skeiði var Meinigheitshús í nær­um 90 ár. Undan hesum høvdu regluligu býráðsfundirnir hjá Tórshavnar Býráð verið hildnir í Arnes Minde í samfull 50 ár, eisini eftir at, bý­ráðs- umsitingin í 1974 flutti úr Arnes Minde niðan í gamla Kommunuskúlan, ella Ráðhúsið, sum tað verður rópt í dag. Gekk skjótt at byggja Tað var í november í 1895, at ætl­ anir av álvara blivu lagdar um at byggja eitt Meinigheitshús í Havn. Hetta hendi á fundi hjá Emil Bruun, presti, í Teatersalinum í Klubb- anum. Tá bleiv samtykt at senda eina áheitan um stuðul til bygging av húsi til kirkjuliðið í Havn. Talan skuldi vera um eitt hús, sum kundi hýsa ymiskum anda­ ligum tiltøkum uttan fyri sjálva kirkjuna, og eftir ætlan skuldi pláss vera fyri eini 300 fólkum í húsinum. Á sumri árið eftir, tann 1. juli í 1896, skrivar „Færøsk Kirke­ tidende“, at Løgmálaráðið hevur játtað eitt grundstykki beint norð­ an fyri Kommunuskúlan (í dag Ráðhúsið) til endamálið. Hetta var heilt í útjaðaranum av býnum, og grundstykkið var beint uttan fyri bøgarð- arnar, meðan Kommunu­ skúlin var beint innanfyri. Bara fýra dagar seinni verð­ur grundar­steinurin til Meinig­heits­ húsið lagdur, og tann 26. august sama ár verður húsið reist. Bygg- ingin gekk skjótt og væl, og tann 18. oktober í 1896 varð nýggja Meinig- heitshúsið vígt av Emil Bruun, sóknarpresti. Tað kostaði 4.123,58 krónur at byggja Meinigheitshúsið í 1896. Fluttu út í 1983 Longu seint í sekstiárunum gjørdist greitt, at Meinigheits- húsið var við at vera ov lítið til virksemið, sum var í húsinum, og tí var spakuliga farið undir ætlanir um at byggja eitt nýtt Meinigheitshús. Hetta tók tó drúgva tíð. Serliga tí at tað tók rúma tíð at finna røttu staðsetingina til nýggja Meinigheitshúsið. Í januar 1983 varð seinasta møti hildið í gamla Meinigheitshúsinum. Tá varð beinan vegin farið undir at innrætta hølini til býráðssal, og fýra mánaðar seinni bleiv fyrsti býráðs- fundurin hildin í nýggja bý­ráðssalinum, og har hava teir verið síðani. Býráðið Tórshavnar Kommuna fekk í 1909 sítt fyrsta fólkavalda býráð, og í tí sótu sjey limir. Fyrsti borgarstjóri í Havn var Mads Andreas Winther, fulltrúi, sum sat sum borgar stjóri fyrstu setuna frá 1909 til 1912. Í 1917 verður talið av býráðs­lim- um hækkað úr sjey upp í níggju. Bý­ráðslimirnir vóru níggju í tali heilt fram til 1953, tá ið avgjørt varð at hækka talið upp í 11, og frá 1. januar í 1973 verður farið til at hava 13 býráðslimir, soleiðis er eisini í dag. Keldur: • Býráðslimir í Tórshavn síðan 1909, Tórshavnar Kommuna 2009 • Meinigheitshúsið í Havn, Johannes Andr. Næs, Heimamissiónsfelagið 2008 • Havnin – fólk og yrki 1900-1939, Birgar Johannesen, Egið Forlag 2007 • Søvn Landsins • Færøsk Kirketidende Síðan í mai í 1983 hevur Tórshavnar Býráð havt sínar regluligu býráðsfundir í Býráðssalinum, sum undan hesum tiðarskeiði var Meinigheitshús í nærum 90 ár