týsdagur 12. apríl 2016síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mikudagur 13. apríl 2016 · Nr. 42
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Bachelorútbúgvingar á Fróðskaparsetrinum
Vit gleða okkum aftur í ár at taka ímóti nýggjum lesandi á Fróðskaparsetrinum. Í 2016 eru 12 ymiskar bachelorútbúgvingar í boði.
Megindeildin fyri hugvísindi, samfelagsvísindi og námsvísindi:
B.A. í føroyskum máli og bókmentum
B.A. í søgu (smátjóðir og altjóðagerð)
B.S.Sc. í samfelagsvísindum (sosialvísindi og samfelagsplanlegging)
B.S.Sc. í samfelagsvísindum (politikkur og umsiting)
B.Ed. í undirvísing (1.-10. flokk) - fólkaskúlalærari
B.Ed. í námsfrøðiligum arbeiði - námsfrøðingur
B.Sc. í búskaparfrøði
Freistin at søkja eftir kvotu 2 er 15. apríl 2016 á midnátt. Freistin at søkja eftir kvotu 1 er 1. juli 2016.
Umframt hesar útbúgvingar, hevur Fróðskaparsetur Føroya eisini eina røð av masterútbúgvingum og hjánámum.
Meira kunning um allar útbúgvingarnar, umsóknarblað og leiðbeining fæst á setur.fo
Megindeildin fyri náttúruvísindi og heilsuvísindi:
B.Sc. í sjúkrarøktarfrøði
B.Sc. í vistfrøði
B.Sc. í havlívfrøði
B.Sc. í mýlskari lívfrøði
B.Sc. í KT-verkfrøði
setur.fo
Eg eiti John Mikkelsen, eri 48 ár og B.A. í føroyskum. Eftir 9. flokk tók eg
FHS, arbeiddi eitt ár, las so til KT-atstøðing í Danmark. Heimafturkomin
arbeiddi eg fyrst hjá Elektron og Faroe Seafood Prime, áðrenn eg fór á
Formula, har eg havi verið í fleiri ár.
Eg søkti fyrstu ferð inn á føroyskt í 2006 eftir eini undantaksreglu, men
slapp ikki inn. So søkti eg aftur í 2012. Hesa ferð hevði eg fyrireikað meg,
og eftir ráðum frá Setrinum, hevði eg frammanundan tikið føroyskt og
danskt á A-stigi, umframt 1 árs miðnámsprógv. Eg slapp inn eftir kvotu 2,
og í 2015 leyk eg B.A.-prógv í føroyskum máli og bókmentum.
Tað hevur verið av stórum týdningi fyri meg, at arbeiðsgevarin hevur
givið mær umstøður at lesa. Eg havi alla tíðina havt tað fyri eyga at nýta
mítt B.A.-prógv til at arbeiða við máltøkni, og tað geri eg longu í verk-
ætlanini “IcelandicOnline -> FaroeseOnline”, sum er um frálærutilfar til
útlendingar á netinum. Harumframt eri eg við til at dagføra eina net-
orðabók, eg geri undirvísingartilfar til føroyskt á netinum og skal
undirvísa útlendingum í summar.
Nú umhugsi eg at taka okkurt innan hagtøl – kanska lesa støddfrøði
hálva tíð, sum er eitt tilboð á Setrinum nú í heyst. So havi eg førleikar
í føroyskum, hagfrøði og KT - hetta er ein samanseting, sum ikki er
so vanlig her hjá okkum.
John Mikkelsen
“Eg slapp inn
eftir kvotu 2”
Hvussu søkir tú eftir kvotu 2? Kunning um kvotu 2-umsóknir
á Setrinum í J. C. Svabos gøtu 7 13. apríl kl. 16.15 og kl. 17.15
Freistin at søkja eftir kvotu 2
er 15. apríl 2016 á midnátt