týsdagur 12. apríl 2016síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. apríl 2016 · Nr. 42
32
Sosialurin
STØRV
LÝST VERÐUR EFTIR TVEIMUM
SJÚKRARØKTARFRØÐINGUM ELLA
HEILSURØKTARUM TIL SAMBÝLINI
GØTUBRÁ OG VESTURSTOVU
Talan er um eitt fast starv fulla tíð ella á
brøk 0,75 at arbeiða í skiftandi vaktum og
eitt fast starv á brøk 0,8 í skiftandi vaktum.
Seinna starvið hevur eitt ávíst tilknýti
til útiøkið hjá Nánd. Størvini verða sett
ávikavist 1. juli og 1. mai 2016 ella skjótast
gjørligt.
Førleikakrøv:
• Útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur
ella heilsurøktari.
• Evni og áhuga at arbeiða innan
heilsustimbran, fyribyrgjan og
endurvenjing.
• Dugir at eygleiða og laga virksemið til
tørvin hjá húsfólkunum og í samstarvi
við húsfólkini.
• Sært týdningin av at vera ein partur av
røktini/sjúkrarøktini og hevur førleikar
til at taka ábyrgd av røktini/sjúkrarøktini
til eldri fólk
• Góð samstarvsevni og góð evni at
samskifta í skrift og talu.
LÝST VERÐUR EFTIR EINUM
HEILSUHJÁLPARA
Vit leita eftir einum dugnaligum og
ábyrgdarfullum heilsuhjálpara til
eldrasambýlið Gøtubrá.
Arbeiðið fevnir um røkt til húsfólkini á
Gøtubrá. Talan er um eitt fast starv á brøk
0,6 í skiftandi vaktum.
Førleikakrøv
• Útbúgving sum heilsuhjálpari ella áhuga
fyri eldrarøkt
• Sært týdningin av at vera ein partur av
røktini til eldri fólk
• hevur hegni til at skapa vælveru til eldri
fólk í dagligdegnum
• hevur ans fyri skapa ein góðan
dagligdag á eldrasambýli
EITT STARV SUM
BARNSBURÐARAVLOYSARI FYRI
KOSTRØKTARSTARVSFÓLK
Vit leita eftir einum dugnaligum og
ábyrgdarfullum starvsfólki til køkin
á eldrasambýlinum Vesturstovu fyri
starvsfólk, sum fer í barnsburðarfarloyvi.
Arbeiðið fevnir um at keypa inn, tilevna
góðsku máltíðir til húsfólkini umframt at
halda køkin. Talan er um eitt starv á ½ tíð. Í
løtuni er arbeiðið skipað soleiðis, at arbeitt
verður aðru hvørja viku fulla tíð.
Førleikakrøv:
• Umsøkjari við køksfakligari útbúgving
hevur fyrimun.
• Sært týdningin av at gera føðsluríkan
og fjøltáttaðan mat til eldri fólk
• Hevur hegni til at skipa hugnaliga
samveru
• Hevur førleika at fáa til vega góðar
rávørur
• Hevur ans fyri at fáa sum mest burturúr
pengunum
Vit kunnu bjóða
• Framtakshugað arbeiðspláss, góðar
arbeiðsumstøður og fjølbroyttar
avbjóðingar.
• Gott samstarv við onnur fakfólk.
Starvsetanir og løn
Størvini hava tilvísing til deildarleiðaran
og verða at byrja 1. juli 2016 ella skjótast
gjørligt. Størvini verða at seta sambært
sáttmála við avvarðandi fakfeløg. Um tú
ynskir fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin
at ringja til Elsebeth V. Simonsen,
deildarleiðara á tlf. 730232
Umsóknir
Umsóknir við prógvum, CV og øðrum,
skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi
mánadagin 20. apríl 2016.
Starvsetanir og løn
Størvini hava tilvísing til deildarleiðarnar á
sambýlunum. Størvini verða sett sambært
sáttmála við avvarðandi fakfeløg. Um tú
ynskir fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin
at ringja til Elsebeth V. Simonsen,
deildarleiðara á Vesturstovu á tlf. 730232
ella Beintu Áargarð, deildarleiðara á
Gøtubrá á tlf. 730252
Umsóknir
Umsóknir við prógvum, CV og øðrum,
skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi
mánadagin 26. apríl 2016.
Umsóknirnar skulu sendast til:
Nánd - Kulibakki 8 – 520 Leirvík, ella
á teldupost: nand@eystur.fo
LEYS STØRV Í NÁND - HEIMATÆNASTAN FYRI EYSTUR-
KOMMUNU OG FUGLAFJARÐAR KOMMUNU
DÁMAR TÆR VÆL AT ARBEIÐA VIÐ ELDRI FÓLKI OG AT
SKAPA TEIMUM EIN GÓÐAN OG VIRKNAN GERANDISDAG,
ER TAÐ MØGULIGA TÆR, VIT LEITA EFTIR.
Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skipað javnbjóðis samstarv um heimatænastu, eldrarøkt
v.m., og tann 1. januar 2015 yvirtók samstarvið ábyrgdina av eldraøkinum í kommununum. Samstarvið
hevur heitið Nánd. Dagliga umsitingin hjá Nánd er partur av umsitingini hjá Eysturkommunu. Samstarvið
rekur trý sambýli, eitt dagtilhald fyri demens, og eina deild, ið tekur sær av heima- og sjúkrarøkt.
Sí meira um Heimatænastuna Nánd hjá Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu á www.eystur.fo
undir stabbanum “eldri”.
Sjúkra røktar
frøðingur og
Heilsu røktari til
Vistarheimið í Havn
Tórshavnar Privata Vistarheim søkir eftir einum
sjúkrarøktarfrøðingi og einum heilsurøktara at
byrja 1. juni 2016 ella eftir avtalu.
Starvið sum sjúkrarøktarfrøðingur
Vit sóknast eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi,
sum hevur hug og hegni at arbeiða við fólki við
sálarsjúku, og sum evnar at stimbra, menna og
fjálga um búfólkini.
Umsøkjarar skulu hava prógv sum
sjúkrarøktarfrøðingar. Tað er ein fyrimunur, um
umsøkjarin hevur royndir innan psykiatriska
økið. Tann sum settur verður, má tola broytingar í
starvinum.
Setanarbrotið fyri starvið er 0,8 ella eftir nærri
avtalu. Arbeiðið umfatar skiftandi vaktir og arbeitt
verður 3. hvørt vikuskifti. Løn og setanartreytir
sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Starvið sum heilsurøktari
Vit sóknast eftir einum heilsurøktara, sum hevur
hug og hegni at arbeiða við fólki við sálarsjúku,
og sum evnar at stimbra, menna og fjálga um
búfólkini.
Umsøkjarar skulu hava prógv sum heilsurøktari.
Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur royndir
innan psykiatriska økið. Tann sum settur verður,
má tola broytingar í starvinum.
Setanarbrotið fyri starvið er 0,8. Arbeiðið umfatar
skiftandi vaktir og arbeitt verður 3. hvørt vikuskifti.
Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum
Heilsurøktarafelagið og Fíggjarmálaráðið.
Vistarheimið
Vistarheimið er eitt sambýli og heim hjá fólki við
sálarligum sjúkum. Stovnurin umfatar 2 hús, har 6
búfólk búgva í øðrum húsinum og 4 í hinum.
Til ber at fáa meiri at vita um størvini við at venda
sær til dagliga leiðaran Asbjørg Jacobsen á tlf.
213381.
Umsóknir skulu vera Vistarheiminum í hendi í
seinasta lagi fríggjadagin 22. apríl 2016.
Umsóknir skulu sendast til:
TÓRSHAVNAR PRIVATA VISTARHEIM
Fugloyarvegur 1
100 Tórshavn
fyrst og fremst
www.in.fo