týsdagur 12. apríl 2016síða 33
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Mikudagur 13. apríl 2016 · Nr. 42
STØRV
Nú eitt av okkara royndastu starvsfólkum er
komið um pensjónsaldur, og so smátt ynskir
at lækka flogið, hava vit tørv á øðrum virkis-
fýsnum persóni í hetta starv. Talan er nevni-
liga um forkvinnu/mann fyri síðsta liðið í
framleiðslu okkara.
Um arbeiðið
Framleiðslan á Vest Pack er í trimum stigum:
1. Framleiðsla av plastfilmi, 2. Prent á plast-
film og 3. Liðugtgerð av t.d. posum (fram-
leiðsluhøllin). Starvsfólkini í framleiðsluhøll-
ini eru í tøttum samstarvi við allar partar av
framleiðsluni á Vest Pack.
Forkvinnan/maðurin stendur fyri dagligu
framleiðsluni í framleiðsluhøllini, saman við
framleiðsluleiðaranum, og hevur dagligu
ábyrgdina av framleiðsluni har.
Forkvinnan/maðurin luttekur eisini í dagligu
framleiðsluni. Tað arbeiða í løtuni 4 fólk í
framleiðsluhøllini.
Vit kunnu bjóða
- Eitt spennandi og avbjóðandi starv
- Góð og støðug arbeiðsviðurskifti
- Góðar starvsfelagar
Vit vænta
- Ein persón, ið vil taka ábyrgd
- Ein persón við góðum
førleikum at samstarva
- Ein persón, ið er nærlagdur
og sjálvstøðugur
Lønin
Løn sambart royndum og
førleikum.
Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívs-
gongdarlýsing kann sendast
sum t-postur til
christian@vestpack.fo.
Umsóknin skal vera okkum í
hendi í seinasta lagi 22. apríl
2016.
Nærri kunning
Fleiri upplýsingar um starvið
fáast við at venda sær til
Christian Danielsen, stjóra,
á telefon 23 61 20, ella
christian@vestpack.fo.
Vest Pack hevur síðan byrjan verið framleiðari av plasti og plast vørum, bæði til privatu húsarhøldini, og til vinnuna. Vest Pack hevur seinastu
árini ment seg til ein av størstu veitarunum av pakkitilfari til føroysku vinnuna, og ynskir at veita kundunum eina heildarloysn innan pakkitilfar.
Vest Pack hevur egna framleiðslu av plasti og etikettum, sum eisini er ISO 9000 góðkend. Í løtuni starvast 21 fólk hjá Vest Pack.
P/f Vest Pack, Fjarðarvegur 10, 350 Vestmanna, Tel 424107, vestpack@vestpack.fo
www.vestpack.fo
... meira enn pakkitilfar
søkir
starvfólk til framleiðsluna
Arbeiðsuppgávur
Sum skrivari hevur tú ábyrgd av skrivstovuni. Tú skalt fyrireika
fundir og luttaka á kommunustýrisfundum og øðrum fundum.
Skrivarin hevur eisini ábyrgd av:
• journalskipan og fólkayvirlitinum
• bókhaldi og roknskapar uppseting
• samskifti við starvsfólk í kommununi
• at fyrireika tilfar at leggja á heimasíðu kommunurnar
• málsviðgerð
• annað fyrisitingarligt arbeiði
Vit kunnu bjóða
Eitt gott og sjálvstøðugt arbeiðspláss, har tú hevur ávirkan.
Tú fært eitt tætt samstarv við stovnar í kommununi.
Vit sóknast eftir einum skrivara sum
• hevur bókhaldsførleika ella skrivstovuútbúgving
• hevur góð samstarvs- og samskiftisevnir
• hevur telduførleika
• dugir væl at orða seg í skrift og talu á føroyskum
Setanarviðurskifti
Lønar og setanartreytir verða sambært sáttmála ímillum
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið. Tann, ið
settur verður, kemur at arbeiða eina tíð saman við verandi skrivara.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til borgarstjóran á
telefon 254430. Umsóknir skulu latast inn í seinasta lagi 26. apríl,
við at senda bræv til:
Porkeris Kommuna, Við Á 8, 950 Porkeri
ella til porkeri@porkeri.fo
Porkeris Kommuna tilskilar sær rætt til frítt at velja millum innkomnar umsóknir ella onga at taka.
Skrivari til
Porkeris Kommunu
Porkeris Kommuna søkir eftir skrivara ¾ tíð,
at byrja skjótast gjørligt.
Porkeris Kommuna
ANNIJANNI
Útgjaldsdeildin í Almannaverkinum søkir
eftir trimum nærlagdum málsviðgerum at
taka ímóti og hjálpa viðskiftafólki
Høvuðsuppgávan er móttøka og avgreiðsla av
viðskiftafólki og telefonmóttøka. Tey settu
skulu rokna við, eisini at arbeiða við øðrum
uppgávum, sum hoyra til deildina.
Arbeiðstíðirnar eru gerandisdagar
í dagtímunum.
Søkt verður eftir:
• 1 starvsfólki fulla tíð
• 2 starvsfólkum ¾ tíð
Setanarstaðið er Almannaverkið við
tænastu í løtuni á Útgjaldsdeildini
á Smyrilsvegi 20 í Tórshavn.
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta
lagi týsdagin 21. apríl 2016 kl. 12.00.
Málsviðgerar til
Útgjaldsdeildina
í Tórshavn
av.fo>Leys størv
Sí lýsingina á heimasíðu okkara: