Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. apríl 2016síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. APRÍL 2016 SOSIALURIN 43 10 TEMA Skattamálið hjá Eik Tað sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Eik Banka Føroyar, tá ið Viku­ skiftis Sosialurin spyr um hans­ara viðmerking til tað, sum verður kunngjørt í her í blað­num. Men Súni Schwartz Jacobsen vil einki siga. Tað vil Arni Brattaberg, nevndar­ for­maður í TF Holding held­ur ikki. Og tað vil stjórin í Taks, Eyðun Mørkøre heldur ikki. Hetta málið, sum vit kalla skattasnýt, er av avgerandi týdn­ingi. Tað er tað fyri Eik Banka, sum við 90 milliónum í skattafrádrátti høvdu slopp­ið undan at rind­að skatt í fleiri ár. Tað hevur tað fyri lands­kassan, tí við 90 millión­ um kanst tú gera nógv – til dømis lyfta øll í fátækra­váða upp­um fá­tækra­markið í 10 ár. Men mest av øllum hevur tað avgerandi týdning fyri Føroya fólk. Tí hetta er ikki bara eitt stríð um pengar. Hetta er eis­ini eitt lógartekniskt stríð, har tann við bestu argu­ ment­unum vinnu. Eitt stríð, har Eik Banki og harvið TF Holding roynir av øllum alvi at sleppa undan at rinda skatt til samfelagið. Á mangan hátt kunnu vit siga, at hetta minnur um Panamaskjølini, sum út­lendskir miðlar borðreiða við dag og dagliga. Munurin er tó tann, at í til dømis før­ inum hjá íslendska forsætis­ ráð­harranum, hevur hann sent pengar av land­inum í eitt skattaskjól, so hann skal sleppa undan at fyri­halda seg til íslendsku skatta­myndug­ leikarnar. Eik Banki hevur har­ aftur­ímóti ikki nakað skjól. Tey royni ikki at fjala sínar ætlanir um at sleppa undan sín­ari skattskyldugu ábyrgd. Tey hava heldur valt, at aftur­halda sum mest av upp­lýs­ingum frá Taks, so at Taks ikki hevur møguleika fyri at koma til eina rættvísa niður­støðu. Eik Banki veit av, at Fíggjar­ligt Støðu­festi – í sam­ráð við skatta­myndug­ leikar í Danmark – gjørdi eitt skjal, har ásett var í keyps­ treytunum av Eik Banka Føroyar, at ikki ber til at draga tap frá kollsilgda Eik Banka frá hjá nýggja bank­ anum. Eik Banki er ávaraður um hetta fleiri ferðir á nevndar­fundum, av Fíggjar­ ligum Støðu­festi, av grann­ skoð­arum bæði í Danmark og í Føroyum. Kortini hevur Eik Banki ikki sagt hetta við Taks. Og so aftur til tað, sum er av avgerandi týdningi. Eik Banki er dóttirfelag hjá TF Holding. Tað eru føroysku trygg­ingar­takararnir, sum eiga TF Holding. Tað er also felagið hjá føroysku trygg­ ingar­takarunum, sum roynir at sleppa undan at rinda skatt. Kunnu føroysku trygg­ ingar­takararnir góðtaka tað? Kann Føroya fólk góðtaka tað? »Meðan Taks viðgerð málið hava vit avgjørt at lata vera við at úttala okkum til miðlarnar« Barbara Holm Redaktørur á Vikuskiftis Sosialinum Larmandi tøgn frá øllum pørtum BARBARA HOLM E g kann ikki tiga longur. Eg eri bangin fyri, at hetta ikki fær avleiðingar«. Soleiðis sigur ein av fleiri dulnevndum varskógvarum, sum Sosial­urin hevur samstarvað við, fyri at finna fram til júst hvat hendi í tí so­kallaða skattamálinum hjá Eik. Í januar í ár gjørdist greitt fyri Føroya fólki, at okkurt var áfatt í Eik, tá ið Jørn Astrup Hansen trekti seg úr nevndini í Eik, tí hann ikki kundi góðtaka, at leiðslan í Eik hevði roynt at trekkja eina hálva milliard frá í skatti – svarandi til ein skattafrádrátt á 90 milliónir. Síðani hevur Taks tikið málið til viðgerðar aftur, og nú bíða vit øll eftir, at Taks skal finna fram til, hvussu hetta málið vendir. Men Sosialurin hevur fingið inn­lit í skjøl, sum geva eina sera greiða ábending um, at okkurt ólógligt – ella í besta føri ómoralskt – er farið fram í tí, sum leiðslan í Eik hevur gjørt. Drógu tap frá, sum tey ikki áttu Tá gamli Eik banki kollsilgdi við­ førdi tað, at Fíggjarligum Støðu­ festi varð álagt sambært lóg, at bjarga bankanum, so at før­oyska fólki ikki skuldi merkja stór­vegis sviða av bankakreppuni. Fíggjar­ ligt Støðufesti varð stovnað til enda­málið – eitt felag, sum bankar í ríkinum og danski statskassin rind­ aðu til, so at Fíggjarligt Støðu­festi hevði pening til at bjarga bank­ unum, sum fóru á heysin. Og tað gjørdi Fíggjarligt Støðu­ festi fyri kollsilgda Eik banka frá 1. - 14. oktober 2010. Eitt tap á áleið hálva milliard var tað, sum Fíggjarligt Støðufesti sum garant­ ur hefti fyri. Tá TF Holding síðani keyp­ir ný­stovn­aða Eik Banka Før­oyar P/F frá Fíggjarligum Støðu­festi á vári 2011, verður eitt skjal handað teim­um, sum Fíggjar­ligt Støðu­ festi saman við grann­skoð­arum í Dan­mark og Føroyum og í sam­ starvi við skattamyndug­leikar­ nar í Danmark, hevur gjørt til kunningar til allar møguligar keyparar av nýggja bankanum. Har stendur púra greitt, at tap frá gamla Eik Banka ikki kunnu drag­ ast frá í sjálvuppgávuni hjá nýggja bankanum, tí Fíggjarligt Støðufesti hefti sum garantur fyri tapinum – og ikki nýstovnaði bankin. Kortini valdi leiðslan í Eik at draga tapið frá í sjálvuppgávuni fyri 2010-11. Nevndin ávaraði fleiri ferðir áðrenn Hesin frádráttur svarandi til 90 milliónir verður settur í sjálv­upp­ gávuna hjá Eik, uttan at nevndar­ Sosialurin hevur fingið hendur á higartil ókend skjøl, sum hava týdning fyri skattamálið hjá Eik. Skjølini tala greitt og týðiliga, og illa ber til at síggja aðrar samanhangir enn, at leiðslan í Eik royndi tilvitað ella av sera grovum ósketni at sleppa undan eini skattarokning á 90 milliónir krónur Skattamálið Eg vil siga tað, at tað tykist meira enn løgið, at bankin roynir at tiltuska sær frá­drátt fyri eitt tap, sum tey ikki sjálvi hava havt« Fyrrverandi bankastjóri ROYNDI EIK AT FREMJA SKATTASNÝT?