Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-14, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. apríl 2016síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. APRÍL 2016 SOSIALURIN 43 11 limir eru vitandi um tað. Tað er ikki fyrr enn í 2012, at nevndarlimir gerast varugur við tað, sum banka­ leiðslan hevur gjørt. Sosialurin hevur fingið innlit í fundarfrásagnir hjá nevndini í Eik frá tí tíðarskeiðnum. Í fundar­ frásagnunum framgongur greitt, at ávísir nevndarlimir í fleiri før­ um ávara um, at tað ikki er lógligt at draga tapið frá kollsilgda bank­ anum frá í sjálvuppgávuni hjá nýggja bankanum tí, 1 – tað stóð í skjalinum, sum Fíggjarligt Støðufesti handaði øll­ um áhugaðum keyparum av Eik – eisini TF Holding, at tað ikki er loyvt at draga tap frá gamla bank­ anum frá. 2 – tí Fíggjarligt Støðufesti hefti fyri tapið og ikki nýggi Eik Banki, og tað er jú ikki lógligt at draga tap frá hjá sær sjálvum, sum onkur ann­ar hevur rindað fyri. Eftir fleiri ávaringar frá nevnd­ ar­limum vendi leiðslan í Eik Banka sær til Taks – tí tað kravdi nevndin. Fortaldu ikki alt fyri Taks Sosialurin hevur fingið innlit í alt samskiftið millum Eik og Taks í hesum tíðarskeiði. Tað fyrsta bræv­ið frá Eik til Taks er prentað á aðrari síðu í blaðnum. Kjarnin er tó tann, at hóast nevnd­ar­limir høvdu ført fram hesar báðar lyklaupplýsingar: 1 – at Fíggjarligt Støðufesti hefti fyri tapið og ikki Eik Banki, og 2 – at tað varð álagt og kunnað um í samband við keyp av nýggja Eik Banka, at ikki er loyvt at draga tap frá kollsilgda bankanum frá sjálv­uppgávuni hjá nýggja bank­ anum. So vórðu hesir lyklaupplýsingar ikki nevndir við einum orði í bræv­ inum til Taks. Heldur varð spurt um, hvørt Eik skuldi draga tapið frá í einum høggi, ella um tapið skuldi dragast frá yvir 10 ár. Í sama viðfangi hevur Sosial­ur­ in fingið innlit í eitt skriv, sum um­ boðið hjá Fíggjarligum Støðu­festi í nevndini í Eik tá – Jørn Astrup Hansen – sendi til nevndar­for­ mann­in í Eik og fleiri ferðir førdi fram í hesum sambandi. Har stendur, at tað er av avger­ andi týdning, at Eik sendir allar viðkomandi upp­lýsingar til Taks í hesum máli, tí hetta er fyrstu ferð, at Taks skal fyri­halda seg til eitt mál av slíkum slag. Skattamálið hjá Eik er also ein ser­støða, har tað hevur avgerandi týdn­ing, at Eik viðfestir og upplýsir øll viðkomandi skjøl fyri Taks – tí ann­ars hevur Taks ikki møguleika at taka støðu. Ólógligt at geva villeiðandi upplýsingar § 139. í føroysku skattalógini Tann persónur, sum við tí í hyggju at sleppa undan at gjalda skatt til tað almenna greiðir rangt frá ella á annan hátt gevur villeiðandi upp­lýsingar at fara eftir, tá ið av­ ger­ast skal, um ein persónur er undir skattskyldu ella at nýta, tá ið skatt­skyldug inntøka ella skatta­ útrokning verður ásett, verður revs­aður fyri skattasnýt við sekt, varð­haldi ella fongsli upp í 2 ár. 2. stk. Er misbrotið framt av stór­um gáloysni er revsingin sekt ella, tá ið talan er um skerpandi um­støður, varðhaldi. Spurningurin, sum stendur eftir er, hví hevur leiðslan í Eik ikki sent allar upplýsingar til Taks? Og hví helt leiðslan í Taks tað vera í lagið, at draga tapið hjá gamla Eik banka frá í sínari sjálvuppgávu, tá ið tað var Fíggjarligt Støðufesti, sum hefti fyri tapið? Og tá tað varð gjørt púra greitt í samband við keyp­ið av Eik Banka, at tað ikki er loyvt? Her í blaðnum sært tú skjøl sum vísa, at leiðslan í Eik fleiri ferðir varð ávarað um, at skatta­frá­drátt­ urin var ólógligur. Tú sært eisini, at í fyrispurningi til Taks verða lyklaupplýsingar hildnir aftur. Og tú sært, at Fíggjarligt Støðu­festi hevur ávarað um týdn­ingin av, at Eik fortelur allan sann­leik­an í mál­inum fyri Taks – tí utt­an við­ kom­andi upplýsingar er vón­leyst at skilja samahangin. BARBARA@SOSIALURIN.FO Komandi vikurnar fara Kringvarpið og Miðlahúsið at varpa ljós á skattamálið hjá Eik. Fylg við á in.fo, í Sosialinum og ítíðindunum hjá sjónvarpinum og útvarpinum hjá Kringvarpinum »Eg kann ikki tiga longur. Eg eri bangin fyri, at hetta ikki fær avleiðingar« Soleiðis sigur ein av fleiri varskógvarum, sum Sosialurin hevur samstarvað við, fyri at finna fram til júst hvat hendi í tí sokallaða skattamálinum hjá Eik Hetta sær meira enn løgið út – Tað virkar meira enn løgið, at royna at til­ tuska sær ein skattafrádrátt uppá tap, sum man ikki sjálvur hevur havt, og tað átti at ligið langt frá tí, eitt partafelag hjá føroyskum tryggingar­takarum sum TF Holding vildi gjørt, sigur Eyðfinn Reyðberg, fíggjarráðgevi og fyrr­ verandi bankastjóri í Norðoya Sparikassa BARBARA HOLM Ú t frá skjølunum, sum eru komin fram, so hev­ur Fíggjarligt Støðu­festi g jørt púra greitt fyri TF Holding, longu áðrenn keypið var framt, at tað ikki ber til at draga tap frá koll­silgda Eik Banka frá í nýggja bank­anum. Tí tykist tað meira enn løgið, at Eik roynir at draga hesa hálvu milliardina frá kort­ ini, sigur Eyðfinn Reyðberg. Fyri hann hevur skjalið til allar møguligar keyparar av Eik Banka – skjalið sum sigur, at tað ikki er loyvt at draga tap frá koll­silgda banka frá í nýggja bank­anum – avgerandi týdning fyri hetta málið. Samstundis vísir hann á, at Eik í rokniskapinum fyri 2011 skrivar, at bankin bókar allar skattaáognir og skattaskyldur. Samstundis ger leiðslan klárt í roknskapinum, at eginognin á stovningardegnum 12. oktober 2010 ikki var 2 milliardir krón­ ur, men at eginognin 12 oktober 2010 harafturímóti var 1.485.921 ella 514 milliónir lægri enn inn­ skotið frá Fíggjarligt Støðufesti. – Og kortini nevnir man ikki hesa hálvu milliardina við ein­ um orðið. So tað tykist sum, at leiðslan í Eik tá heldur ikki hev­ur verið heilt vís í tí, sum tey hava gjørt, sigur Eyðfinn Reyðberg. Hann heldur tað vera undrunar­vert, at leiðslan í Eik ikki nevndi skjalið frá fíggjar­ ligum støðufesti, sum ásetti skatt­ligar aðalregul í samband við nýstovnaða bankan. – Tað er jú eyðsæð, at Taks neyvan hevur sæð hatta skjalið, sum tykist hava avgerandi týdn­ ing í málinum. Tí skilji eg ikki reið­iliga, at leiðslan í Eik ikki upp­lýsti um hetta skjalið og at tað var Fíggjarligt Støðufesti, sum longu hevði tikið hetta tap­ ið, sigur Eyðfinn Reyðberg. – Eisini var endamálið við broyt­ingunum í kunngerðini fyri Fíggjarligt Støðufesti, sum vóru gjørdar 25. juni 2010, at tryggja at keyparar og bankar sum fingu slíka kreppuhjálp, ikki skuldu kunna draga hetta frá í skatta­uppgerðini hvørki tað árið hjálpin var veitt, ella seinni ár, sigur Eyðfinn Reyðberg. Hann staðfestur, at málið er meira enn bara løgið. – Eg vil siga tað, at tað tykist meira enn løgið, at bankin roynir at tiltuska sær frádrátt fyri eitt tap, sum tey ikki sjálvi hava havt. Serstakliga sæð í ljós­ inum av, at TF Holding keypti bankan fyri nógv minni, enn egin­ognin var, og tí eisini kundi stað­festa ein vinning har. Skal man so halda tað vera rímiligt, at fáa skattafrádrátt omaná tað, spyr Eyðfinn Reyðberg, fyrr­ver­ andi stjóri í Norðoya Sparikassa. Fyrrverandi bankastjóri MYND: ÁLVUR HARALDSEN Eyðfinn Reyðberg PRIVATMYND