Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-14, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. apríl 2016síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. APRÍL 2016 SOSIALURIN 43 12 TEMA Skattamálið hjá Eik TILVITAÐ BARBARA HOLM F øroyski Eik banki fór á heysin á sumri 2010. Orsøk­ir­nar eru lýstar úr enda í annan í miðlunum síð­ani gamli Eik banki fór av knór­anum saman við fleiri øðrum bankum kring knøttin. Í Føroyum var tó støðan øðrvísi enn í ávís­ um øðrum londum. Hetta tí, at før­oyskir bankar – harav Eik Banki – vóru partur av tí politiska trygdar­netinum, sum varð kallað banka­pakki 1. Hetta viðførdi á heysti í 2010, at Fíggjarligum Støðufesti varð álagt – sambært lóg – at yvir­taka virk­semi hjá Eik Banka, sum fór av knóranum. Í byrjanini av yvirtøkuni hjá Fíggj­ar­ligum Støðufesti vóru virð­ ini og skuldin hjá Eik Banka ikki gjørd upp. Hetta var snøgt sagt ikki mett neyðugt, tí Fíggjarligt Støðu­festi yvirtók ikki bankan við vinnu­ligum endamálið – Fíggjarlig Støðu­festi yvirtók bankavirksemi í tráð við bankapakka 1. Bankin varð bjarg­aður av politiska trygdar­net­ inum. Fíggjarligt Støðufesti yvirtók bankan síðst í september, og 14. oktober varð nýtt felag stovnað av Fíggjarligum Støðufesti við heit­inum Eik Banki Føroya P/F, sum Fíggjarligt Støðufesti var ein­ asti eigari í. Her vóru 2 milliardir settar í sum eginogn, og til­skilað varð, at skuld og ognir hjá fyrr­ verandi felagnum skuldu ger­ast upp og dagførast eftir, at Fíggjar­ ligt Støðufesti hevði fing­ið innlit í virksemi bankans – og soleiðis kundi gera eitt reelt yvirlit. Fíggjar­ligt Støðufesti hefti fyri undir­skotið hjá kollsiglda bank­ anum, og so­statt skuldi ogn og skuldir gerast upp við tí endamálið, at dag­føra, hvussu stórt tapið hjá Fíggj­ar­ligum Støðu­festi var. Í februar 2011 vóru grann­skoð­ ar­ar lidnir við at gjøgnumganga konto­ir og annað hjá gamla Eik banka, og funnið varð fram til, at tapið hjá bankanum var 514 mió kr. Tí var eginognin dagførd, so egin­ognin hjá bankanum ístað­in var 1.486 mió – 2 milliardir minus tapið, tá ið nýggi bankin/parta­ felagið varð stovnað 14. Oktober 2010. Hetta var so eitt tap hjá Fíggjar­ligum Støðufesti, sum upp­ runa­liga settu hasar 2 milliardir­nar í bankan, og seinni máttu trekkja undir­skotið – 514 mió – av og so­ leiðis dagføra uppruna egin­ogn­ ina í nýggja bankanum, sum álagt teim­um við lóg. Tann 18. Februar 2011 skrivar táverandi stjórin í nýggja Eik Banka – Jørn Astrup Hansen – eitt notat um júst hetta. Hvat eginognin nú skuldi dagførast til, eftir at allar ognir og skuldir hjá gamla bank­anum vóru gjørdar upp, og Fíggjar­ligt Støðufesti hevði tikið tapið hjá konkursbúgvinum á 514 mió. Og hetta tap hefti garanturin – Fíggjar­ligt Støðufesti fyri. Í sama skjalið síggjast tær treyt­ ir, sum allir potentiellir keyp­arar av nýggja bankanum vóru kunn­aðir um – at tað ikki ber til at trekkja undirskotið hjá gamla felag­num frá í skatti hjá nýggja felag­num, tí Fíggjarligt Støðufesti hevði verið ímillum og átikið sær undir­skotið. Sostatt er longu her stað­fest svart uppá hvítt, at tað ikki er loyvt hjá nýggja bankanum at draga rakstrarhallið í gamla bank­anum frá. Skjølini, sum Sosialurin nú hevur fingið innlit í kunnu illa geva aðra fatan enn, at tað antin var tilvitað ella av grovum ósketni, at bankaleiðslan í Eik royndi at draga tap frá, sum stava frá tí gamla bankanum. Tað varð staðfest áðrenn TF Holding keypti bankan. Tað varð ávarað um á nevndarfundum. Tað varð ávarað um týdningin at siga alla søguna við Taks. Og kortini vórðu kjarnuupplýsingarnar ikki tiknir á tungu í brævasamskifti við Taks. Her er søgan handan skattamálið hjá Eik Eik leiðslan