Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-14, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. apríl 2016síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. APRÍL 2016 SOSIALURIN 43 13 Hetta verður avdúkað í dag: Afturhildið upplýsingar frá Taks Í apríl 2011 keypur Trygginarfelagið Føroyar 70 prosent av Eik Banka Føroyar P/F frá Fíggjarligum Støðu­festi, meðan Fíggjarligt Støðu­festi varðveitir tey resterandi 30 pro­sentini. Súni Schwarts Jacobsen verður settur sum stjóri, Torben Nielsen sum nevndarformaður og Gunnar í Liða sum næstformaður í nevndini. Jørn Astrup Hansen heldur fram sum nevndarlimur fyri Fíggjarligt Støðu­festi. Á vári 2013 gerst greitt fyri nevnd­ini, at bankaleiðslan hev­ ur drigið hasar 514 milliónirnar – undir­skotið í gamla bankanum – frá sum tap í sjálvuppgávuni 2010-11, sum bankin lat inn í juni 2012. Hetta fær nevndarlimir at rakna við, og innan­hýsis verður kravt, at spurt verður skattamyndugleikunum eftir, um tað er í lagi. Her er vert at leggja til merkis, at nýggja virksemið hjá Eik Banka Føroyar P/F ikki byrjaði fyrr enn 14. oktober. Tað var also Fíggjarligt Støðu­festi, sum umsat virksemi hjá gamla Eik Banka frá tíðar­ skeiðnum 1. oktober til 14. oktober, og tað var hjá tí gamla bank­anum, at Fíggjarligt Støðu­festi hefti fyri tapi á 514 milliónir. Also byrjaði Eik Banki Føroya P/F – sum TF Holding seinni keypti 70 prosent av – ikki sítt virksemi fyrr enn 14. oktober 2010. Fundarfrásagnir frá nevndini í Eik Banka, sum Sosialurin hev­ ur fingið hendur á vísa, at mill­um annað Jørn Astrup Hansen fleiri ferðir gjørdi vart við á nevndar­ fundi, at skatta­frá­drátt­urin hjá bank­anum á ongan hátt var í lagi, tí Fíggjarligt Støðufesti átti tapi – ikki Eik Banki Føroyar P/F. Nevndin og revisorar hjá ný­ stovn­aða bankanum skrivaðu eina kunngerð um skattligar avleiðingar av reguleringum í balansuni í gamla bankanum. Hetta var gjørt til allar áhugaðar keyparar av Eik Banka Føroyar P/F – ein kunngerð, sum leiðslan í TF Holding eisini kendi alt til. Í notatinum stendur greitt, at einki tap frá tí kollsilgda bank­anum kann dragast frá í skatti í nýggja bankanum, eftir at Fíggjar­ligt Støðufesti hevði átikið sær tapið – sum álagt teimum sam­ bært lógini. Men kortini dróg Eik Banki Føroyar tapið frá gamla bankanum frá sínum skattskyldugu inntøkum í 2010-11 uttan at nakar spurdi Taks eftir – sum Gunnar í Liða annars hevur ført fram í samrøðu við Kring­varpið tann 26/2-2016 Fundarfrásagnir frá Eik áðrenn samskifti við Taks Sosialurin hevur fingið hendur í fundarfrásagnir hjá nevndini í Eik. Hóast vit ikki kunnu endurprenta fundarfrasagnirnar her, so kunnu vit tó vísa á tey bæði viðurskiftini, sum hava týdning fyri málið. 1 – Hóast leiðslan í Eik bókførdi tap á eina hálva milliard – svarandi til ein skattafrádrátt á uml 90 milliónir – í sjálvuppgávuni longu í 2011, so varð málið ongantíð áðrenn hetta á dagsskránni hjá nevnd­ini í Eik. Hetta kann tykjast undrunarvert tí, at fekk Eik Banki hasar 90 milliónirnar góðskrivaðar, so merkti tað uttan iva, at Eik slapp undan at rinda skatt í eini 5-6 ár ella meira. Also eitt mál við sera stór­um týdningi fyri bankan. 2 – Upp til fleiri ferðir hava nevnd­ar­limir í bankanum og revisor­ar sambært fundarfrá­ sagn­unum boðað frá, at tey ikki meta, at tapið frá gamla bank­ anum kann førast víðari sum skatta­frádráttur hjá nýggja bank­ anum. Fundarfrásagnirnar vísa, at nevdar­limir hava víst á, at Fíggjar­ ligt Støðufesti rindaði sum garant­ ur fyri tapið í kollsilgda Eik Banka – also nýggi Eik Banki hevur einki tap havt, sum skattliga kann førast fram sum tap. Samstundis er ført fram, at treytirnar fyri at keypa bankan frá Fíggjarligum Støðufesti gjørdi greitt, at tað ikki er loyvt at draga møgulig tap hjá kollsilgda Eik Banka frá í sjálvuppgávu hjá nýggja bankanum. Also hevur leiðslan í Eik verið vitandi um hesi viðurskifti sam­ bært fundarfrásagnunum. Og kort­ini hava tey ikki nevnt tað við ein­um orðið í samskiftinum við Taks. Lyklaupplýsingar ikki nevndir við einum orði Sosialurin hevur fingið innlit í sam­ skiftið millum Taks og leiðsluna í Eik í hesum máli, og fyrstu ferð mál­ið verður tikið upp er sambært journal­unum hjá Taks tann 24/6- 2013 – also eftir, at nevndin hevur sett spurnartekin við frádráttin. Men í brævasamskiftinum við Taks eru nakrir lyklaupplýsingar hildnir aftur. Brævið til Taks er her. Vert er at nevna, at Sosialurin hevur sæð alt samskiftið millum Eik og Taks í hes­um tíðarskeiði, og einki nýtt verð­ur ført fram, eftir at hetta skrivið er sent. SKATTASNÝT? Súni Schwartz Jacobsen og bankaleiðslan í Eik drógu í 2012 áleið 500 milliónir frá í sjálvupp­gávuni SAVNSMYND »Eg kann ikki standa á síðu­ linjuni, meðan Eik Banki á alljósum degi roynir at ræna føroyska skattgjaldaran. Eg eri bangin fyri tað ikki fær avleiðingar« Soleiðis sigur ein av fleiri varskógvarum, sum Sosialurin hevur samstarvað við í hesum máli. Seinastu vikurnar hevur Sosialurin grava í skatta­málinum hjá Eik. Torført er hjá miðlunum at fáa innlit í slík mál, tí bæði Taks, Eik Banki og Fíggjar­málaráðið hava rætt til at geva noktandi svar til umbønir um alment innlit. Men í hesum førinum hava dulnevndir varskógvarar likið skjølini, sum Sosialurin kunnger í blaðnum í dag. Varskógvarar sent neyðugu upplýsingarnar Framhald á næstu síðu