hósdagur 14. apríl 2016síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. APRÍL 2016
SOSIALURIN 43
14
TEMA Skattamálið hjá Eik
Gjøgnumgongd
av brævinum
Lat okkum hyggja nærri eftir
brævinum, sum leiðslan í Eik sendi
Taks, eftir at henni varð álagt hetta
frá nevndini.
Í hesum brævinum verður spurt
um, hvussu Eik kann avskriva has
ar 514 milliónirnar – ikki um av
skrivast kann. Samstundis nevnir
leiðslan í Eik 1. oktober 2010 sum
byrjunardag fyri virksemi hjá
nýggja bankanum – hóast tað ikki
er fyrr enn 14. oktober – tá stats
garantiið hjá tí gamla bankanum
útgongur, og nýggja bankafyri
tøkan skal byggja seg upp.
Tað verður heldur ikki nevnt,
at Fíggjarligt Støðufesti – sum
stóð til svars fyri tapinum í gamla
Eik Banka – átók sær hasar 514
milliónirnar, sum álagt teimum
við lóg. Tað verður her ført fram,
at tað var nýggja partafelagið – Eik
Banki Føroyar P/F, sum átti tapið.
Og avgerandi týdningt tykist
tað hava, at kunngerðin, sum
fylgdi við keypinum av Eik Banka
Føroyar P/F, sum ásetti, hvussu
skattliga kann farast fram, tá ið
banki verður keyptur frá Fíggjar
ligum Støðufesti, ikki var hjáløgd
ella nevnd við einum orði í skriv
inum til Taks.
Fíggjarligt Støðufesti
ávaraði áðrenn
Sosialurin hevur eisini fingið inn
lit í eitt skriv, sum umboð fyri
Fíggjarligt Støðufesti í nevndini
– Jørn Astrup Hansen – í 2014
sendi nevndarformanninum í Eik,
áðrenn svarið frá Taks varð latið
nevndini. Og vert at hava í huga
her, at nevndin í Eik og harvið eis
ini Fíggjarligt Støðufesti – sum tá
átti 30 prosent í bankanum – ikki
kendi til innihaldið í skrivinum frá
bankanum til Taks.
Í skrivinum til nevndarfor
mannin ger Fíggjarligt Støðufesti
greitt, at í Føroyum er ikki skatta
praksis – líknandi dømi at saman
bera við – í samband við endur
reising av bankum eftir lógin um
Fíggjarligt Støðufesti. Gamaní
hava vit havt kollsilgdar bankar
áður, men støðan hjá Eik Banka
var nýggj í tann mun, at vit ongan
tíð áður hava havt ein garant
(Fíggjarligt Støðufesti), sum yvir
tók konkursbúgvi og seldi bankan
víðari. (Sí skrivið á myndini)
Tilvitað villeiðandi
upplýsingar?
Hóast skattafrádrátturin hevði av
gerandi týdning fyri rakstur hjá Eik
Banka Føroyar framyvir, so valdi
leiðslan og nevndarformaðurin
ikki at seta málið á skrá fyri nevnd
ini í Eik.
Tá nevndarlimir fáa frænir
av skattafrádráttinum og upp til
fleiri ferðir vísa á, at tað ikki kann
vera lógligt at draga hasar 514
milliónirnar frá í sjálvuppgávuni
hjá Eik, tí
1 – Fíggjarligt Støðufesti – ikki
bankin – tók tapið fyri gamla bank
an, og tí
2 – tað ikki sambært avtalu –
áðurnevndu kunngerð – fylgdu
nakrir skattafrádráttarmøguleikar
við í yvirtøkuni av Eik Banka
Føroyar.
So valdi leiðslan í Eik kortini
ikki at nevna hesi bæði viðurskifti,
tá ið tey vendu sær til Taks í juni
2013 – also eitt ár eftir, at skatta
frádrátturin varð førdur í sjálvupp
gávuna.
Og hóast Fíggjarligt Støðufesti
eisini ávaraði nevndarformannin
um, at tað var av avgerandi týdningi,
Í framhaldi av húsaganginum hjá Eik Banka (gamla Eik
Banka) í oktober 2010, stovnaði Finansiel Stabilitet eitt nýtt
partafelag (nýggi Eik Banki), sum yvirtók aktiv og passiv hjá
gamla Eik Banka.
Nýggja partafelagið varð stovnað við einum kontantum
innskoti á 2 mia.kr.
Yvirtøkan av gamla Eik Banka tók støði í einum yvirtøku
javna, sum var gjørdur upp pr. 30. september 2010.
Í tíðarskeiðnum frá 1. Oktober 2010 og fram til februar
2011 framdi nýggi Eik Banki fleiri broytingar, sum við
tilvísing til IFRS (roknskaparreglur) vóru framdar umvegis
eginognina. Broytingarnar komu í høvuðsheitunum av, at
ognir vóru fráseldar við tapi samstundis sum eitt nú útlán
vóru mett verri enn upprunaliga virði.
Talan var um samanlagt 514 mió.kr., harav bankin dróg
tær 477 mió.kr frá á skattauppgerðini fyri 2011. (sí eisini
fylgiskjal til sjálvuppgávu fyri 2011)
Aftaná februar 2011, tá ikki fleiri reguleringar vóru
gjørdar yvir eginognina, kom bankin eisini til, at nøkur av
útlánunum sum vóru mett verri enn upprunaliga virðið og
tískil niðurskrivaðar nú vóru betur enn mett, og bankin
inntøkuførdi roknskaparliga og skattliga hesar upphæddir í
2011. Hetta hevur eisini gjørt seg galdandi í 2012.
Í samband við uppsetanina av sjálvuppgávuni fyri 2012
hava vit umhugsað, hvørt tær skattligu útreiðslurnar á 477
mió. kr skulu dragast frá í skattauppgerðini ella um hesar
eiga at verða viðgjørdar sum eitt skattligt goodwill og verið
avskriva við 10% um árið.
Tað sum talar fyri at viðgera útreiðslurnar sum skattligt
goodwill er,
• at nýggi Eik Banki rindaði 477 mió kr. meira fyri
yvirtiknar ognir tá hædd verður tikið fyri nýggjum
metingum fram til februar 2011. Hetta kann soleiðsi
metast sum goodwill, sum skattliga skal avskrivast yvir
10 ár.
Tað sum talar fyri at viðgerða útreiðslurnar sum
rakstrarútreiðslur, sum skattliga kunnu dragast frá í
skattauppgerðini er,
• at talan er um eftirfylgjandi tap uppá nakrar av yvirtiknu
ognunum, sum vóru staðfest aftaná, at raksturin í
nýggja Eik Banka varð byrjaður.
• at nýggi Eik Banki aftaná februar 2011 skattliga hevur
inntøkuført fleiri av teimum broytingum, sum fram til
februar 2011 vóru mettar verri enn upprunaliga virði og
• at Fíggjareftirlitið/Vinnukærunevndin í avgerð frá 2000
tekur støðu til, at broytingar sum ein peningastovnur
fremur í yvirtiknum virksemi aftaná yvirtøkuna ikki
mega førast yvir eginognina. Hetta merkir, at broytingar
aftaná eina yvirtøku hoyra til peningastovnin sum hevur
yvirtikið virksemi og skal ikki førast umvegis eginognina
til yvirtikna virksemi.
At Eik Banki valdi at føra broytingarnar yvir eginognina skal
síggjast í ljósinum av, at Eik nýtti IFRS sum roknskaparreglur
og ikki vanligu bankaroknskaparreglurnar sum nýttar verða
av peningastovnum.
Okkara áskoðan er, at sjálvuppgávan hjá Eik fyri 2011
er rætti hátturin at seta sjálvuppgávuna upp. Í hesi hava
vit drigi frá nettobroytingarnar frá byrjanini av nýggja
virkseminum fram til februar 2011 á sama hátt sum aðrar
broytingar fram til enda av 2011. Hinvegin duga vit at
síggja, at tað kunnu verða viðurskifti, sum tala fyri, at við
gera útreiðslurnar, sum skattligt goodwill.
Fyri at tað ikki skal verða nakar ivi um, at Eik Banki nýtur
rætta framferðarhátt til uppseting av sjálvuppgávu vilja vit
heita á TAKS um at siga okkum, um TAKS er okkum í nýtta
framferðarháttinum frá 2011 ella um rætti framferðar
hátturin hevði verið at útreiðslurnar skulu metast sum
skattligt goodwill við eftirfylgjandi avskriving yvir tíðar
skeiðið 2011-2020.
Við tað at skattalógin §35a vísur á, at goodwill skal
avskrivast yvir 10 ár og at rætturin til at avskriva fellur
burtur um felagið ikki avskrivar í 1 av teimum 10 árnum,
fara vit at heita á TAKS um at svara okkum aftur so skjótt
sum møguligt, soleiðis at sjálvuppgávurnar kunnu rættast
samsvarandi. Um so er, at TAKS metir at rætti hátturin hevði
verið at avskrivað reguleringina yvir 10 ár, so heita vit á
TAKS um at Eik Banki fær høvi at fremja broytingarnar sam
svarandi virkandi frá 2011.
Um vit ikki fáa svar áðrenn 30 juni 2013 fara vit at seta
sjálvuppgávuna fyri 2012 upp á sama hátt sum
undarfarið ár.
Viðvíkjandi sjálvuppgávu hjá Eik Banka fyri 2011
Vinarliga
Súni Schwartz Jacobsen
Forstjóri
Ole Guldborg Nielsen
Fíggjarleiðari
Skrivið frá Eik til Taks
■ Fer Taks at taka í egnan barm?
Tað kann hugsast, at leiðslan í Taks situr við reyðum oyrum, nú
málið um 90 millióna skattafrádráttin hjá Eik er vorðið almenn
vitan. Hetta tí, at spurnartekin kann setast við, um Taks ikki átti
at vita, at tað var Fíggjarligt Støðufesti og ikki Eik Banki Føroya
P/F, sum hefti fyri undirskotið hjá kollsilgda Eik Banka. Spurnar
tekin kann eisini setast við, hvussu Taks kann loyva »goodwill«
í hesum føri, tá ið TF Holding – sera alment – í apríl 2011 keypti
Eik Banka Føroya P/F fyri munandi minni enn bókførda virði á
bankanum. Tað var í apríl 2011 ikki goodwill í bankanum – men
júst tað øvugta.
■ Fíggjarligt Støðufesti vendi sær til Fíggjarmálaráðið
Tá ið Jørn Astrup Hansen, fyrrverandi nevndarlimur í Eik Banka Føroya P/F, trekti seg úr nevndini
fyrr í ár, var tað orsaka av, at hann ikki kundi góðkenna rokniskapin, tí hann metti tað ikki vera rætt
og lógligt, at Eik Banki Føroyar P/F skuldi sleppa at draga eitt goodwill á eina hálva milliard – sum
Fíggjarligt Støðufesti tók tapið av – frá í skattaskyldugu inntøkuni. Í sama viðfangi sendi Fíggjarligt
Støðufesti eitt skriv til Fíggjarmálaráðið. Brævið frá Fíggjarligum Støðufesti er sent víðari til Taks,
sum hevur valt at taka málið uppaftur av nýggjum. Sum skilst fyriliggur eingin niðurstøða fyrr enn
í summar. Vert at viðmerkja her er, at tað ikki er vanligt av Taks tekur mál upp av nýggjum, eftir
at málið er avgreitt. Vanliga er tað so, at skulu myndugleikar taka mál upp av nýggjum, so skulu
avgerandi nýggir upplýsingar vera komnir fram. Og við skjølunum, sum Sosialurin avdúkar í dag
má sigast, at Eik ikki hevur sent allar upplýsingar til Taks í fyrstu atløgu.
SAVNSMYND