hósdagur 14. apríl 2016síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. APRÍL 2016
SOSIALURIN 43
15
at Eik legði málið rætt fram og gav
allar upplýsingar, tí Taks ongantíð
hevur verið í líknandi støðu áður,
so valdi leiðslan í Eik ikki at senda
kunngerðina um skattligu viður
skiftini ella upplýsa um, at Fíggjar
ligt Støðufesti sum garantur hefti
fyri tapinum og ikki Eik Banki
Føroyar P/F.
Var tað tí, at leiðslan ikki metti
tað hava týdning fyri málið? Ella
var tað ein tilvitað roynd at sleppa
undan at rinda skatt?
Spurningarnir, sum
skríggja til himmals
At tú ikki kanst fráskriva tær
eitt tap, sum tú ikki hevur havt
sjálvur – tað skal ein neyvan vera
búskaparfrøðingur fyri at vita. At
sama tap ikki kann fráskrivast tvær
ferðir, tað skal ein heldur ikki verða
búskaparfrøðingur fyri at vita.
Men lat okkum siga, at leiðslan
í Eik ikki visti hetta ella hugsaði
um hetta.
So er tað kortini púra óskiljandi,
at Súni Schwarts Jacobsen og
bankaleiðslan í nýggja bankanum
tilskrivaðu nýggja felagnum tap frá
gamla felagnum, tá ið tað varð gjørt
teimum púra greitt av fyrrverandi
leiðsluni í Eik Banka Føroyar og á
fleiri nevndarfundum, at tað ikki
ber til sambært aðalreglunum fyri
virksemisyvirtøku eftir lógini um
fíggjarligt støðufesti.
Samstundis er tað eins óskilj
andi, at tað ikki var ført fram fyri
Taks, at Fíggjarligt Støðufesti hefti
fyri tapi – og ikki Eik Banki Føroyar
P/F.
Og tann síðsti spurningurin –
tann, sum ivaleyst tørvar eitt svar
meira enn aðrir er hesin:
Um so er, at okkurt lógartekniskt
smuthol kann finnast, sum loyvir
Eik Banka Føroyar P/F at draga tap
frá, sum tey ikki sjálvi hava havt
– kann Tryggingarfelagið Føroyar
– felagið, sum føroyskir tryggingar
takarar eiga – liva við, at teirra
dóttirfelag og tess bankaleiðsla
afturhalda upplýsingum, og í besta
føri eru púra ókunnað um treytir
nar av yvirtøkuni av bankanum?
Og tá tað kemur til stykkis –
kann tað veruliga hugsast eftir
fleiri fundir um omanfyrinevndar
treytir og fyrivarni, at banka
leiðslan ikki metti nevndu skjøl
hava týdning í samskiftinum við
Taks?
Var tað púra tilvitað ella av
grovum ósketni, at leiðslan í Eik
royndi at páføra føroysku skatta
myndugleikunum eitt tap á áleið
90 milliónir krónur, sum Fíggjar
ligt Støðufesti í veruleikanum hefti
fyri?
BARBARA@SOSIALURIN.FO
Tað kann tykjast undrunarvert,
tí TF Holding keypti í apríl 2011
frá Fíggjarligum Støðufesti 70
prosent af Eik Banki Føroyar P/F
fyri áleið 600 milliónir. Tað var
munandi minni enn bókførda
virði av bankanum og harvið
eitt úttrykk fyri, at bankin ikki
hevði nakað goodwill virði. Tað
er tí óskiljandi, at bankin í juni
2013 argumenteraði fyri, at tað
á heysti 2010 kundi góðskrivast
Eik Banka eitt goodwill virði
á ikki minni enn eina hálva
milliard krónur.
At TF Holding ikki rindaði
fyri goodwill, váttar Gunnar í
Liða eisini fyri KVF í samrøðu
tann 25/2-2016.
»Tit gjørdu eitt øgiliga gott
keyp. Tit keyptu øgiliga bíliga«,
sigur Jan Lamhauge við Gunnar
í Liða sum váttar »Ja, tað má eg
siga«.
Men kortini loyvdi Taks Eik
Banka Føroyar P/F, at draga
hasar 514 milliónirnar frá sum
»goodwill«, sum er vanligt at
gera, tá ið eitt felag keypir eitt
annað felag, og rinda meira enn
bókførda virði á felagnum.
Men tað er ikki tilfeldi í
hesum máli. Í Eik Banka Føroy
ar var ikki talan um nakað
goodwill virði – tað er púra greitt
í keypinum hjá TF Holdning av
bankanum.
Og sambært skjølunum ávíst
í aðrari grein her í blaðnum kann
setast spurnartekin við, um
Taks ikki hevði komið til eina
aðra niðurstøðu, um øll skjølini
fylgdu við í samskiftinum.
BARBARA@SOSIALURIN.FO
1 – Fíggjarligt Støðufesti hefti
sum garantur fyri tap í koll
silgda Eik Banka. Also rindaði
Fíggjarligt Støðufesti fyri tapið
– og ikki Eik Banki Føroyar P/F.
2 – Allir áhugaðir keyparar
– eisini TF Holding – fingu
kunngerð, sum ásetti skattligu
viðurskifti sambært lógini
um fíggjarligt støðufesti. Har
stendur púra greitt, at ikki er
lov at draga tap frá kollsilgda
Eik Banka frá hjá nýggja bank
anum, tí garanturin – Fíggjarligt
Støðufesti hevur rindað rokn
ingina.
3 – Nevndarlimir í Eik ávaraðu
fleiri ferðir um, at nevndi
skattafrádrátturin var ólógligur,
tí Fíggjarligt Støðufesti hefti
fyri tapið og ikki bankin. Og tí,
at kunngerð í samband við keyp
av bankanum álegði, at ikki er
loyvt at draga tap frá gamla
bankanum frá í nýggja bank
anum.
4 – Nevndarlimir í Eik kravdu
tí, at leiðslan skuldi ráðføra seg
við Taks, og so var gjørt í 2013.
5 – Fíggjarligt Støðufesti ávaraði
nevndina í Eik um týdningin av,
at senda allar viðkomandi upp
lýsingar í málinum til Taks, tí
hetta var fyrstu ferð, at Taks
skuldi viðgera eitt mál av slíkum
slag.
6 – Kortini sendi leiðslan í Eik
Banki ikki allar upplýsingar
við til Taks. Tað faktum, at
Fíggjarligt Støðufesti hefti
sum garantur fyri tapið, var ikki
nevnt í skrivinum til Taks. Og
kunngerðin til allar áhugaðar
keyparar, sum ásetti skattligu
aðalreglurnar um, at tað ikki
ber til at draga tap frá kollsilgda
bankanum frá í nýggja bank
anum varð ikki send við.
7 – § 139. í føroysku skattalógini
Tann persónur, sum við tí í
hyggju at sleppa undan at
gjalda skatt til tað almenna
greiðir rangt frá ella á annan
hátt gevur villeiðandi upplýs
ingar at fara eftir, tá ið avgerast
skal, um ein persónur er undir
skattskyldu ella at nýta, tá
ið skattskyldug inntøka ella
skattaútrokning verður ásett,
verður revsaður fyri skattasnýt
við sekt, varðhaldi ella fongsli
upp í 2 ár.
2. stk. Er misbrotið framt av
stórum gáloysni er revsingin
sekt ella, tá ið talan er um skerp
andi umstøður, varðhaldi.
■ Revsivert at afturhalda upplýsingar frá Taks
Hevur tað nakran týdning, at leiðslan í Eik Banka ikki sendi
allar upplýsingar til Taks, tá ið teimum var álagt at spyrja
skattamyndugleikan eftir, tí nevndarlimir mettu tað vera
ólógligt at draga tapið hjá gamla bankanum frá? Ja, um tú
hyggur eftir føroysku skattalógini er eingin ivi. Um tú greiður
rangt frá ella á annan hátt gevur villeiðandi upplýsingar,
so er tað ólógligt og kann í ringasta føri merkja 2 ára
fongsulsrevsing.
Málið í stuttum
Taks segði gott
fyri »goodwill«
Svarið frá Taks til leiðsluna í Eik í hesum
máli var, at tað ikki er loyvt at avskriva hesa
hálvu milliardina í einum høggi, men at Taks
vildi góðkenna, at bankin avskrivaði upp
hæddina yvir 10 ár í tí tey kalla »goodwill«
Sambært almenna rokniskapinum hjá Eik fyri 2011, er nýggi bankin stovnaður 12. oktober
2010 við einari eginogn 1,486 milliónir. Sambært keypstreytunum sum KPMG orðaði, byrjar
skattagrundarlagið við byrjunarjavnanum 14. oktober 2010. Hetta hevur sum so ongan týdning,
men vit nevna tað her fyri at vísa, at summa staðni stendur 12. oktober sum byrjunardagur,
meðan aðrastaðni stendur 14. oktober. Í greinin brúka vit dagfestingina hjá KPMG - 14. oktober.