hósdagur 14. apríl 2016síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. APRÍL 2016
SOSIALURIN 43
26
POLITIKKUR
ÁRNI GREGERSEN
S
júkrahúsverkið skal bera
ferðaog
uppihaldsút
reiðslur fyri ein fylgjara hjá
sjúklingi, ið verður sendur
til viðgerðar og endurvenjingar
uttanlands.
Soleiðis stendur í einum
uppskoti, sum Miðflokkurin hevur
lagt fyri Løgtingið og sum fær viðg-
erð í trivnaðarnevndini.
Lógin sum er galdandi nú, gevur
ikki av sær sjálvum øllum møgu
leika at fáa fylgjara við sær, tá ið
ein verður sendur at fáa viðgerð
í Danmark ella í onkrum øðrum
grannalandi.
Tølini vísa, at í fjør vóru 2378
fólk send av landinum at fáa við
gerð aðrastaðni. Av teimum fingu
helvtin fylgjara við sær, sum
heilsuberkið betalti fyri.
Orsøkin til, at øll ikki hava fylgj
ara við sær, er eitt skriv frá fyrr-
verandi landsstýrismanninum við
heilsumálum, Karsten Hansen, um
hvør hevur rætt til at fáa fylgjara
við sær. Í skrivinum verða treytir
settar upp fyri, hvat skal til fyri at
ein sjúklingur kann fáa fylgjara við
sær fyri almenna rokning.
Við »fylgjara« er at skilja per
sónar, í flestu førum avvarðandi,
ið eru um sjúklingin undir við
gerð uttanlands, og á ferðini til
og frá viðgerðarstaðnum. Talan
er í hesum førum ikki um heilsu
starvsfólk.
Í skmrivinum frá landsstýris
manninum stendur eisini, hvørjar
uppgávurnar eru hjá fylgjarunum.
Fylgjari skal ferðast saman við
sjúklinginum til viðgerðarstaðið og
vera um sjúklingin meðani hann
fær viðgerð uttanlands. Fylgjarin
skal eisini fylgjast heimaftur til
Føroyar saman við sjúklinginum,
so uppgávan sum sylgjari er ikki
liðug fyrr enn sjúklingurin er
komin aftur til Føroyar.
Metingar skulu gerast
Galdandi skipan hevur volt
trupulleikar hjá fleiri.
Mannagongdin er eisini tengd
at metingum hjá heilsuverkinum
um sjúklingar hava tørv á fylgjara,
sum almenni kassin rindar.
Vanliga er tað uttanlandstæn
astan á Landssjúkrahúsinum, sum
tekur avgerð í hesum málum, meðan
tað eru fyristøðukvinnurnar á
sjúkrahúsunum í Klaksvík og á
Tvøroyri.
Tað kemur javnan fyri, at sjúk
lingar verða sendir bráðfeingis til
viðgerðar uttanlands í úrtíð, tað vil
siga uttanfyri vanliga arbeiðstið.
Í hesum førum kann fyrisitingin
delegera ábyrgdina at játta gjald
fyri fylgjara til ein yvirlækna, ið
starvast innan sjúkrahúsverkið.
Við æðrum orðum er tað fyri
sitingin á sjúkrahúsunum, sum
tekur støðu til um sjúklingur fær
fylgjara við sær.
Fylgjari verður játtaður um
mett verður, at sjúklingur, vegna
lívshóttandi sjúku, ella vegna
likamligt, sálarligt ella sosialt
ófullføri, ikki er førur fyri at ferðast
ella uppihalda sær einsamallur
uttanlands, kann sjúkrahúsverkið
bera ferðaútreiðslur fyri ein
fylgjara
Fyrisitingin kann eisini taka
avgerð um bert at gjalda fyri
ferðaseðil til fylgjara, men ikki fyri
uppihald.
Illa fyri
Í viðmerkingunum til uppskotið
frá Miðflokkinum skriva teir báðir,
Jenis av Rana og Bill Justinussen,
at tað er óheppið, at øll ikki fáa
fylgjara við sær.
Nógvir føroyingar, sjúkir
sum avvarðandi, hava upplivað
kensluna av brádliga ein dag at
standa í lufthavnini í Kastrup og
kenna seg hjálparleysan og sleptan
upp á fjall.
Fyrst kom sjúkan og alt, sum
við henni fylgdi, síðani vónloysi, tá
boðini komu, at neyðugt var at verða
sendur av landinum at fáa heilsubót.
Viðgerðir uttanlands
Eitt uppskot er í Løgtinginum, sum gevur øllum sjúklingum, sum
skulu hava viðgerð uttanlands, rætt til at fáa fylgjara við
ØLL SJÚK EIGA
AT HAVA RÆTT
TIL FYLGJARA
Jenis av Rana
Bill Justinussen