Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-14, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. apríl 2016síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. APRÍL 2016 SOSIALURIN 43 27 Hann hevur mangan umboðað føroyskar sjúklingar og hann var eisini kallaður inn í trivnaðarnevndina hjá Løg­ tinginum, nú hon viðger upp­ skotið um , at allir sjúklingar, sum verða sendir til viðgerð uttanlands, skulu hava rætt at hava fylgjara við sær. John Eysturoy hevur eisini mangar ferðir sjálvur fingið viðgerð uttanlands. – Hetta er heilt klárt ein stór­ ur bati fyri øll, sum koma í hesa støðuna, sigur John Eyst­ur­oy. Miðflokkurin hevur skotið upp, at øll, sum verða send uttan­lands at fáa viðgerð, skulu hava rætt at hava fylgj­ara við sær. – At gerast sjúkur og sendur til eitt annað land at fáa við­gerð, kann fáa sjálvt tey sterk­astu at koma í keðiligar støður. Tí er tað ómetaliga gott, at eitt uppskot mælir til, at øll hava rætt til fylgjara sigur John Eysturoy. Hann sigur, at sum er er ein vegleiðing hjá heilsuverkinum at ganga eftir, men í veru­leik­ anum er tað so, at ein skal kenna okkurt navn ella onkran í skip­ anini, skal ein vera vísur í at fáa fylgjara við sær. Heilsuverkið upplýsir, at av teimum sløkum 2400 sjúkl­ing­u­ num í fjør fekk helvtin fylgjara við sær. Tað er fyrisitingin á Lands­ sjúkrahúsinum og fyri­støðu­ kvinnurnar í Klaksvík og á Tvør­ oyri, sum í løtuni taka støðu til um sjúklingarnir faá fygjarar við sær. – So bara at vita, at ein hevur rætt til fylgjara er eitt stig á leiðini, sigur hann. Tá ið hann var til hoyringar segði hann við umboð fyri Mið­ flokkin, at tað er løgið, at hetta uppskotið kemur nú. Miðflokkurin hevur havt landsstýrismannin við heilsu- mál­um, men ikki fyrr enn hann fór frá kom uppskotið um broyt­ingar. – Jenis av Rana svaraði mær, at hann leingi hevur arbeitt við uppskotinum, men at tað hevur tikið tíð. Sjálvur eri eg glaður fyri, at uppskotið nú liggur í tinginum, sigur John Eysturoy. Hevði verið ein stórur bati Og oman á alt vónbrotið, tá læknaliga avgerðin kom við teirri niðurstøðu, at eingin stuðul kundi veitast fylgjara til teirra kæru. Brádliga at megna fíggjarligu byrðuna, bæði flogferð, uppihald og møguligan inntøkumiss, kann lættliga gerast ein ov stór byrða fyri avvarðandi, ein byrða, sum, sam­an við sjúkuni, kann gerst ov tung at bera. Teir halda, at bert sjálv sjúkan er nóg mikið til at gera sjúklingar illa fyri og fáa tey so eisini at vita, at tey undir slíkum umstøðum skulu einsamøll av landinum, so gerst støðan uppaftur verri. – Vit áttu sum samfelag at gjørt greitt, at útgangsstøðið er rættur hins einstaka til sjúkuviðgerð í Føroyum ella, sambært hesum uppskoti, persónligan fylgjara, um mett verður neyðugt at senda viðkomandi av landinum, eisini um mett verður, at heilsustarvsfólk skal sendast við, skriva teir báðir, Jenis av Rana og Bill Justinussen. Kostar tað dupulta Heilsuverkið sigur, at helvtin av teimum, sum fara uttanlands at fáa viðgerð, fáa fylgjara við sær, so fáa øll fylgjara við, so verða útreiðslurnar helst tað dupulta av tí, tær eru í dag – ella eitt sindur minni. Í viðmerkingunum til lógar­ upp­skotið verður sagt, at fylgjara­ skipanin í løtuni kostar millum seks og sjey milljónir krónur. Tað er torført hjá heilsuverkin­ um at finna neyv tøl fram til, hvat fylgjaraskipanin kostar. Tey kunnu siga, at heilsuverkið skal gjalda 3.200 krónur fyri hvønn fylgjara­ferðaseðil aftur og fram til Keypmannahavnar. Hinvegin er torført heilt neyvt at siga, hvat tað annars kostar. Fylgjarar eru saman við sjúklingunum í styttri ella longri tíðarskeið – alt eftir hvussu leingi viðgerðin varðar. Metingar Núgaldandi skipan fær atfinningar tí hon í sos tóran mun byggir á metingar, men kortini eru tað viðurskifti sum eru væl reguleraði. Til dømis eru ongar treytir við, tá ið børn undir 18 ár verða send uttanlands til viðgerð. Tá verður alt goldið fyri minst ein fylgjara og í serligum føri verður eisini goldið fyri bæðii forelrini. Tá ið avgerð verður tikin um at bera ferðaútreiðslur fyri fylgjara til børn og ung undir 18 ár, er tað sum meginregla foreldur at barnin­ um, ið fara við sum fylgjari. Um serligar umstøður tala fyri tí, kann sjúkrahúsverkið tó bera ferða- og uppihaldsútreiðslur, soleiðis at onnur enn foreldur kunnu fara sum fylgjari við barnin­ um. Í vegleiðingini verður eisini víst til, at er talan um langa sjúkralegu, so ber til at skifta fylgjara 4. Hvørja viku. Tað vil siga, at tað ber til at fara heim at vera í eina tíð, meðani so annar fylgjari tekur yvir. ARNIG@SOSIALURIN.FO At broyta lógina um fylgjarar hevði verið eitt stig fram á, sigur John Eysturoy John Eysturoy John Eysturoy SAVNSMYND Tølini vísa, at í fjør vóru 2378 fólk send av landinum at fáa viðgerð aðrastaðni. Av teimum fingu helvtin fylgjara við sær, sum heilsuherkið betalti fyri