Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-14, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. apríl 2016síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. APRÍL 2016 SOSIALURIN 43 28 Óli Jacobsen LÆRARIN SUM STOVNAÐI FISKIMANNAFELAGIÐ Símun Pauli úr Konoy kom at hava stóra ávirkan á samfelagsviðurskiftini í Føroyum fyrra partin av farnu øld. Hann var í fremstu røð á mongum økjum Símun Pauli úr Konoy: T að er kent, at lærarar høvdu stóra ávirkan í teimum bygdum, har teir arbeiddu.Hetta var ikki minst galdandi fyri Símun Paula, sum kom at uppala fleiri ættarlið av gøtufólki. Konoy, sum hann varð kallaður í Gøtu, var føddur 5. januar 1876 í Kunoy. Í 1890 fór hann at arbeiða hjá Jørgen Bech & Sønner i Klaksvík, har tann navnframi Faktorin, Johan Christian Djurhuus, var leiðari. Men hann vildi meira enn tað. Í 1893 fór hann á læraraskúla í Havn og tók prógv í 1896 saman við so kendum monnum sum Símun av Skarði og Jákup Dahl, sum seinni bleiv próstur. Hesi trý árini í Havn settu síni merki á hesar ungu menn. Hetta var í teirri gróðrar­ ríku føroyingafelagstíðini, tá nýggir tankar vóru bornir fram í talu og skrift. Konoy var fyrst lærari í Kunoy 1896-99. Veturin 1899-1900 var hann á Askov, síðan trý ár á Danmarks Lærerhøjskole við søgu og donskum sum lærigreinir. Hann var síðan privatlærari í Keypmannahavn í eitt ár. Men frá 1. mars 1905 kemur hann til Gøtu sum lærari, eitt starv hann hevði í 40 ár. Upprunin til Føroya Fiskimannafelag Fiskimenn í Gøtu skaptu søgu, tá teir í 1910 tóku stig til at stovna fyrsta veruliga fak­ felag í Føroyum. Vanligt var í londunum uttanum okkum, at fyrst vóru fakfeløg stovnað, og síðan komu arbeiðsgevarafeløg aftaná. Men hjá fiskimonnum var øvugt. Reiðarafelagið varð stovnað í 1908 við tí endamáli at fáa eins sáttmálar fyri allan flotan, ein slíkan gjørdu teir eisini. Men har bert annar parturin ger ein »sáttmála«, kemur skjótt slagsíða í, og tað hendi eisini her. T.d. varð sagt í hesum sáttmála, at manningin skuldi bera sín part av »alle Slags Udgifter til Anskaffelse af Agn og dets opbevarelse om Bord«. Henda orðing varð ymist uppfatað av reiðarum. Summir lótu tað vera uppfylt við keyp av sild til agn og keyp av ísi til at goyma hana í. Aðrir tóku eisini fyri ískassar, frystipannur, byrsur, lóður, ja, enntá bátar, sum vóru nýttir til at skjóta fugl til agn, inn undir orðingina. Gøtumenn tóku fyrsta stigið Hesa tíðina var ein rættiliga uppvaktur ung­dómur í Gøtu, sum plagdi at hittast, meðan teir vóru heima um veturin, at tosa um, hvussu bøtast kundi um umstøðurnar í bygdini. Millum tað, sum teir tóku stig til, var telefon og vatn. Hesir fundir vóru hildnir við Gil í Norðragøtu. Men fundirnir vóru so hulisligir, at felagið millum manna varð kallað »huldufelagið«. Konoy var íblásturin, tá uppskot kom fram í huldufelagnum um at fara undir at stovna eitt fiskimannafelag. Sum sagt so gjørt. Bræv um hetta varð sent til fiskimenn í hvørji bygd í desember 1910. Brævið var soljóðandi: Som det vist nok ogsaa er dem bekendt, har der ofte været udtalt Ønske om en Sam­menslutning af de færøske Fiskere og navnlig er dette ønske blevet mere ind­træng­ ende og almindeligt, siden rederiforeningen og skipperforeningen bleve stiftede. Ved at faa stiftet en forening blandt os færøske fisk­ere, har man ment at kunne danne en Mod­vægt til disse Foreninger, navnlig den første. I den anledning tillade vi os herved om at virke hen til Dannelsen af en saadan for­ening ved at tale med Fiskerne i Deres Hjem­bygd. Skulle de være villig dertil, bedes de snar­est muligt at sende Meddelelse derom til en af os undertegnede samt om muligt at meddele os udfaldet af Deres Virken. En lignende Skrivelse vil blive sendt til alle de andre Bygder paa Færøerne. Gøte i December 1910. Hetta bræv hevði 23 undirskriftir. Síðst í februar høvdu 24 sóknir boðað frá, at tær høvdu valt sendimenn at møta á felagsfundi i Havn 1. mars 1911. Hend­ an dagin møttu 45 sendimenn í avhalds­ húsinum í Havn. Á hesum fundi varð vald ein bráfengisnevnd, sum aftur helt fund tann 6. og 7. juni. Og á fjølmentum fundi í avhaldshúsinum tann 14. november var felagið endiliga sett á stovn. Fyrsti formaður gjørdist Símun Pauli úr Konoy. Tann 12. januar 1912 kom stjórn felagsins saman fyri fyrstu ferð. Á hesum fundi varð Rasmus Rasmussen, kendur sum Rasmus á Háskúlanum, valdur til skrivara, eitt starv sum hann hevði fram til 1947. Á hesum fundi, sum vardi í tveir dagar varð lagt grundarlag fyri tí samráðingarfundi, sum var ætlaður at vera við reiðarafelagið tann 25. januar. Hetta var ikki hissini uppgáva, tí hetta var fyrsti ferð, at gerast skuldi ein kollektivur sáttmáli í Føroyum. Tað var ikki sørt, at fleiri av teimum eldru reiðarunum hildu hetta vera púra burtur av allari leið, ikki minst tí, at fiskimenn høvdu sett ein lærara at tala teirra søk. Men tað vísti seg, at hetta var ein maður, sum var førur fyri at orðføra seg á ein sámiligan men so miðvísan hátt, at hann var ikki lættur at syfta í orðadrátti. Men flestu reiðarar ásannaðu tó, at hetta mátti gerast lagið í framtíðini. Tað, sum umráddi, var í fyrsta umfari at fáa gjørt ein sáttmála, um broytingarnar kort­ini ikki gjørdust so stórar í fyrsta umfari. Sáttmálin var undirskrivaður 28. januar 1912, bert góðar tveir mánaðir eftir, at felagið var stovnað. Hetta er fyrsti kollektivi sáttmáli sum er gjørdur á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Heimasíðan hjá vinnuhúsinum sigur fyrsta sáttmálan at vera gjørdan 7. februar 1916. Tað er skeivt, hetta er fyrsti sáttmálin fyri arbeiðarar. Siðsøga Gomul skúlamynd úr Gøtu Gamli skúli og »nýggi skúli« frá 1929