hósdagur 14. apríl 2016síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. APRÍL 2016
SOSIALURIN 43
29
Komandi partur
Í komandi parti verður greitt frá
Hans J. Havstreym, sum hevði eina
glæsiliga framtíð fyri sum politikari,
Tey fyrstu árini vóru tað Konoy og
Rasmus, sum myndaðu felagið. Hvussu
framskygdir teir vóru, sást av, at í 1920
byrjaði útgávan av FF-blaðnum, sum teir
báðir stjórnaðu. Hetta blað kom út eina
ferð um vikuna, og hetta var ikki smávegis
avrik við teirri útgerð, sum tá fanst. Hetta
var fyrsta fakfelagsblað í Føroyum.
Endamálið við hesum blaði var at kunna
fiskimenn. Men blaðið fekk sum frá leið eina
slíka illvild móti sær, at tað eftir 8 ár helt
uppat, samstundis sum at Konoy av somu
orsøk legði frá sær sum formaður. Í seinasta
blaðnum eru heilsanir frá fiskimonnum,
har teir takka honum fyri hansara avrik.
Í einum av hesum brøvum verður sagt, at
henda tøkkin varð samtykt við eini atkvøðu
ímóti!
Eisini formaður fyri lærara
felagið og mangt annað
Samstundis sum Konoy var formaður í
FF 1911-1926, var hann formaður í Føroya
Lærarafelag 1915-1927. Hann var løgtings
maður fyri Sjálvstýrisflokkin so at siga í
einum frá 1906-1927
Á tingi kom hann at arbeiða saman við
sínum ungdómsvinum Símun av Skarði
og Rasmus á Háskúlanum og seinni Jákup
Dahl. Skúlablaðið skrivaði í 1945, at tað at vit
vóru komin so langt í andaligari menning,
áttu hesir menn æruna av.
Konoy bardist eisini fyri rímiligum
lønarkorum hjá lærarum, eins og hann
bardist móti teirri tiltiknu gr. 7 í skúlalógini,
sum segði, at øll undirvísing skuldi vera á
donskum.
Gjørdist javnaðarmaður
Konoy doyði í 1956. Sambært minningar
orðum í Sosialinum var hann vónsvikin av
Sjálvstýrisflokkinum. Hann kendi seg sum
frá leið ikki væl millum afturhaldskreftirnar
í flokkinum, og mundi hetta var orsøkin til
at hann gavst sum tingmaður. Hansara
hugsjón lá á javnaðarleiðini. Hann var
stillaður upp sum fólkatingsvalevni av
javnaðar- og sjálvstýrisflokkinum, men
varð ikki valdur.
Konoy var eisini limur í Føroya Skúla
stjórn 1918-25, sama tíðarskeið var hann
limur í kirkjuumsjónarráðnum. Hann var
eisini umsjónarmaður við bygdaskúlarnar
í Føroyum 1931-56. Her fekk hann eisini góð
ummæli. Sagt varð, at hann kom til lær
ararnar sum teirra líkamaður og hjálpar
maður og ikki sum njósnari. Hann gav sær
stundir, tá hann kom til bygdina. Einki
av tí at koma sum ein hvirluvindur inn í
skúlastovuna og so burtur aftur, nei, hann
hevði fragd av at hoyra, hvussu væl nógv
lærarafólk gjørdu sítt arbeiði. Um tað var
onkur, sum var heldur veikur, ja, so setti
hann seg sjálvan undir liðini á læraranum
og var har allan dagin, kanska næsta dag
við. Mangur ungur lærari fekk hesar løtur
lag á at undirvísa.
Konoy gjørdist heiðurslimur Føroya
Lærarafelags í 1948.Umframt alt hetta var
hann kommunustýrislimur í Gøtu 1910-
1930, og hann var formaður tey flestu árini.
Postin í Gøtu hevði hann eisini
Framúr lærari
Naena Danielsen, sum var ættað úr Syðru
gøtu, hevur í endurminningum skrivað um
fastur sína Elspu Johannu, sum giftist til
Mikladal:
»Símun Pauli úr Konoy var góður lærari,
og skúlin í Gøtu hevði gott orð á sær. Tí
sendi Elspa Johanna sonin, Símun Petur, til
Gøtu at ganga í skúla. Seinni fekk hann sær
útbúgving sum maskinmeistari. Onkuntíð
segði hann skemtandi: »Eg varð sendur á
universitetið í Gøtu. Tað var har, at støðið
varð lagt.
Hetta er so avgjørt ikki nakað eindømi.
Konoy var ein lærari, sum respekt var
fyri. Doreus Jacobsen, f. 1892, greiddi frá,
at koyrilin hekk á bróstinum. Men so stór
var virðingin fyri læraranum, at hann bleiv
ongantíð tikin niður.
Naena greiddi frá um skúlagongdina:
»Tá ið eg gekk í skúla í Gøtu, og vit høvdu
samfelagslæru, greiddi Konoy soleiðis frá
millum annað um rættindi.
Tá ið tvey skulu giftast, og tey fara inn í
kirkjuna, eigur maðurin tey klæði, hann er í,
og konan eigur klæðini hon er í. Men tá tey
koma út aftur og eru gift, tá eru tey vorðin
til eitt og bæði eiga klæðini hjá hvørjum
øðrum.
Eg minnist eisini hann siga, at um tá ið
onkur hevði gjørt okkurt revsivert og hann
er dømdur og hevur sitið dómin av. Komin
út aftur hevur eingin loyvi til at peika eftir
honum. Um tú ger tað, so ger tú sjálvur
nakað revsivert. Hin persónurin er fríur
maður, tá ið hann hevur tikið sín straff. Jú
vit lærdu meira enn tabell og ABC í Gøtu«.
Fimleikur og nýggjan skúla
Konoy vildi eisini læra børnini fimleik.
Men hetta kundi eina ferð vanlukka spurst
burtur úr, tá ið tey gjørdu fimleik á gelend
aranum á brúnni um Gøtugjógv. Tá datt ein
genta í gjónna. Men tíbetur var hon í einum
kjóla, sum virkaði sum fallhjálmur, tí fekk
gentan ongan skaða.
Í 1929 fekk Gøtu mest framkomna skúla í
landinum. Har var nevniliga eisini nakað so
forkunnugt sum fimleikahøll. Johan Kalsoy
skrivaði í minningarorðum:
Símun Pauli, sum so mangir aðrir lærar
ar, arbeiddi í mong ár undir trongum við
urskiftum, bæði hvat húsarúmd og fíggjar
ligum viðurskiftum viðvíktu. Men í einari
tíð, tá ið mangur mundi halda, at tað var
óðamannaverk at taka uppá seg tungar
byrðar til byggjan av skúlum, gjørdu gøtu
menn tað bragd at byggja ein nútímans
skúla eftir tátíðini, og í hesum verki mundi
Símun Pauli vera hin drívandi kraftin.
Símun Paula var tað greitt, at skuldi hin
føroyski skúlin kunna meta seg við skúlan í
grannalondunum var tað eisini at tað vóru
bygdir tíðarhóskandi skúlar í landinum.
Havin hjá gamlalærara
Eins og Rasmus á Háskúlanum var Konoy
bitin av urtagarðsarbeiði. »Havin hjá Konoy”
var tiltikin bæði í Gøtu og aðrastaðni. Hann
vildi vísa hvat ið kundi alast burtur úr
føroysku moldini. Tað komu eisini fólka
aðrastaðni frá at síggja havan.
Konoy var ein teirra sum tóku stig til
at stovna losjuni í Gøtu. Eisini var hann
stórtemplaraumboð. Dóttir hansara, Ragn
hild, var saman við manninum, Jákup
Simonsen, Jákup lærara, allar sínar dagar
virkin í hesi losju. Konoy var eisini vinur við
Peter Jensen, tann danska meiaristin, sum
skapti søgu innan fráhaldsarbeiði, mjólkar
forsýning og sjúkrakassan.
Konoy fekst eisini við vinnuligt virksemi.
Hann keypti Skipanes, t.v.s. sjálvt nesið, har
tikið var ímóti sild á Skálafjørðinum.
Konoy var við til í 1916 at taka stig til at
stovna Skipafelagið Føroyar. Hann var ein
av teimum fimm, sum bjóðaðu til fund um
málið á Doktaragrund á Ólavsøku 1916. Í
november sama ár var hann ein av teimum
um 90 monnunum, sum bjóðaðu alment til
tekning av partapeningi.
Undir 1. heimsbardaga var hann limur í
“Vareforsyningsudvalget” hjá løgtinginum.
Ættin
Konoy var giftur við Hansinu Hansen,
ættað av Fløttinum í Syðrugøtu. Tey fingu
børnini Árni, giftist við Amandu Skibenæs
á Skipanesi, Halldór giftist við Marnu
úr Miðvági, Ragnhild giftist við Jacob
Simonsen, á Brúnni, sum eitt mannaminni
var lærari í Gøtu. Gunhild giftist við Albert,
son Óla Jákup í Tjørnustovu í Norðragøtu.
Sanniliga var Símun Pauli úr Konoy ein
merkismaður.
Tá 50 ár vóru liðin síðan gøtumenn tóku stig til at stovna fiskimannafelagið
var samkoma í Gøtu fyri stigtakarunum í kjallaranum við Gil, har hetta
stig var tikið. 12 av upprunaligu stigtakarunum vóru tá til staðar.
Aftara rað v.f.:Jóan Símun Isaksen, Hans A. Husgaard, Sámal Jákup Thomsen, Jógvan
Zachariassen, Óla Jákup Zachariassen, Jóan Elias Gregersen, Andreas P. Gregersen
Fremra rað: Tummas Hans Hansen, Óla Jákup Jacobsen, Poul
Enok Hansen, Hans Hendrik Olsen, Karl Gøthe
Konoy saman við sínum. V.f. Halldór, Símun Pauli, Gunnhild,
aftanfyri hana stendur Ragnhild, Hansina, Árni
Her er Símun Pauli í urtagarðinum