Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-14, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. apríl 2016síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. APRÍL 2016 SOSIALURIN 43 30 ÍTRÓTTUR TRÓNDUR ARGE M ikumorgunin legði forsetin í Ítróttar Samband Føroya, Petur Elias Petersen, frá sær. Tíðindini blivu varpaði um alt landið við einum tíðindaskrivi tíðliga um morgunin, men eftir­ fylgj­andi vildi fráfarandi ÍSF for­ setin einki siga um hví – annað enn per­són­ligar orsøkir. Onkur ábending tóktist liggja í skrivinum, har Petur Elias Petersen millum annað skrivar: – Tit, ið taka eftir og eru part­ ur av umhvørvinum og hava ábyrgdina, ansi væl eftir felags­ skap­inum, sum má ganga fram um møguligan løtuvinning og stutt­ skygdar loysnir. Serliga eru tað seinastu orðini, sum tykjast vísa til eitt stríð millum trý av sersambondunum, ið ikki taka undir við hvussu 1,2 milliónir krónur verða deildar millum tey 16 ser­sambondini. Seinasta uppgávan Alt tókist róligt og avslappað, tá Petur Elias Petersen sum ÍSF for­seti týskvøldið skrivaði undir sátt­mála við Anti Doping Dan­ mark. Eftir nakrar mánaðir, har før­oyskur ítróttur hevur verið uttan­fyri altjóða mark í doping­ samanhangi, var nú aftur tamar­ hald á støðuni. Mikumorgunin boðaði Petur Elias Petersen púra óvæntað frá, at leggur frá sær sum ÍSF forseti. – Av persónligum ávum hevur Petur Elias Petersen, tikið seg úr starv­inum sum forseti fyri Ítrótta­ sam­band Føroya, stendur at lesa í tíðinda­skrivinum. Petur Elias Petersen hevur ikki verið tøkur til samrøðu, um hví hann hevur lagt frá sær. Tað hev­ ur eisini sett gongd á fleiri git­ing­ ar. Hóast hann ikki vil úttala seg, so hevur hann afturvíst við við­ mekring á tíðindasíðuni hjá Miðla­ húsinum, In.fo, at tað hevur nakað við vantandi doping­royndir­nar, sum ikki eru tiknar í einum tíðar­ skeiði fram til nú. Innanhýsis stríð um 1,2 milliónir Tað er órógv í ÍSF í løtuni. Í samband við at Fimleikasambandið og Hond­bóltssambandið skipaðu fyri kapp­ingum í Føroyum, var ein al­ tjóða pulja á 1,2 milliónir játtað frá Menta­mála­ráðnum. Í hesum før­ inum vóru millum annað pengar latnir til bæði Fimleikasambandið og Hond­bólts­sambandi í samband við fyri­skipan av kappingum. Hetta var eis­ini ein pulja, sum skuldi stuðla før­oyskum ítróttarfólk, sum skuldi luttaka í altjóða kapping uttan­lands. Býtislykilin fyri pengarnar, sum ÍSF deilur út til tey 16 sersam­ bondini, verður nú broyttur soleiðis at pengarnir skulu deilast meiri javnt út til allar partar, meðan tað ikki verður møguligt at søkja í sam­band við serligar kappingar ella fyriskipan av kapping. Her er eisini ósemja um, at ÍSF skal hava strikað ein tekst, ið tryggj­ar at hesar 1,2 milliónir krón­ ur­nar halda fram at verða út­deild­ ar eftir sama leisti. 13 takka Peturi Elias Størsta ábendingin um ósemjuna kemur, tá 13 sersambond senda stuðuls­skriv til Petur Elias Petersen. Í skrivinum verður víst á, at sambært teimum vóru sjálvt Svimji­sambandið og Flogbólts­ sam­bandið við upp á nýggja býtis­ lykilin. Tey, sum skriva undir hesa frá­ boð­anina, eru Fótbólts­sam­bandið, Fimleikasambandið, Róðrar­sam­ bandið, Borðtennissambandið, Bad­mintonsamband, Boga­sam­ bandið, Frælsur ítróttur Føroya, Ítróttarsambandið fyri Brekað, Skjótisambandið, Judo­sam­bandið, Ríðisambandið, Ný­stovn­aður Ítróttur, og Sersam­band­ið fyri Súkkling og Triathlon. Hini svara aftur Hondbóltssamband Føroya, Svimji­samband Føroya og Flog­ bólts­samband Føroya svara seinni miku­kvøldið aftur við sínum egna tíðindaskrivi. Her verður víst á sjónarmiðini hjá hesum trim­um er, at býtislykilin fyri 1,2 milliónir­nar ikki skal broytast, tí tað er týdn­ Ein ósemja millum trý av stóru sersambondunum á eini síðu, og 13 sersambondunum á hinari síðuni, tykist hava verið orsøkin til, at Petur Elias Petersen brádliga mikumorgunin legði frá sær sum ÍSF forseti ÓSEMJA Í ÍSF Mikudagin kl. 12.18 Sum sersambond og limir í umboðstinginum hjá ÍSF, harmast vit almikið, nú tað frættist at ÍSF forsetin hevur sagt seg frá starv­inum, sum forseti fyri tað Føroysku Ítróttini. Vit vilja takka Peturi Elias Petersen fyri hansara ótroyttiliga arbeiði, ítróttini at frama. Nógv stór tøk eru tikin í hansara tíð sum for­seti. Millum annað kann nevnast, at reglugerð innan úrvals­ítróttina er sett í verk, nýggj skipan er sett á stovn at býta pening (býtislykil) út millum sersambondini, umframt at stórar bygnaðar­broytingar eru framdar. Petur Elias Petersen hevur veri teirri føroysku ítróttini ein góður og virðiligur forseti, og tað vilja vit takka honum fyri. Í sambandi við at Flogbóltssamband Føroya og Svimji­sam­band Føroya hava sent tíðindaskriv um býtið av játtanini hjá ÍSF, vilja undirritaðu sersambond gera vart við nøkur viður­skifti. Vit fegnast um tær meirjáttanir, sum eru latnar seinnu árini, við stuðli til bæði úrvalsítróttina og til altjóða virksemi. Allar ítróttargreinar hava tørv á størri játtan. At meira peningur er játtaður ítróttini, hevur borðið við sær, at øll ser­sam­bond­ini nú fáa fleiri peningar at arbeiða við í krónum og oyrum. Tí halda undirritaðu sersambond, tað vera undrunar­vert at Flogbóltssamband Føroya og Svimjisamband Føroya nú siga seg ikki kunna luttaka á næstu oyggjaleikum. Býtið av samlaðu játtanini til ÍSF hevur í nógv ár elvt til mikið tjak í stjórn ÍSF’s. Eftir drúgt arbeiði, nógvar fundir og væl­eydnaðan evnisdag í fjør summar, har øll sersambondini tóku lut í dygdargóðari demokratiskari tilgongd, varð komið ásamt um nýggjan hátt at býta játtanina (býtislykil), sum øll ser­sambond­ini tóku undir við. Eisini Flogbóltssamband Føroya og Svimji­sam­ band Føroya. 2016 er partur av royndartíð fyri nýggju skipanini, at býta pening út eftir. Samstundis vilja vit staðiliga vísa á, at tað er ÍSF sum hevur bestu førleikar at býta játtaðan pening, og at politikarar virða hetta. Vit ynskja, at ÍSF, og har við øll sersambondini, standa saman sum ein sterkur felagsskapur føroyskari ítrótt at frama. Við ítróttakvøðu: Fótbóltssamband Føroya Fimleikasamband Føroya Róðrarsamband Føroya Borðtennissamband Føroya Badmintonsamband Føroya Bogasamband Føroya Frælsur ítróttur Føroya Ítróttarsamband fyri Breka Skjótisamband Føroya Judosamband Føroya Ríðisamband Føroya Nýstovnaður Ítróttur Sersambandi fyri Súkkling og Triathlon Tíðindaskriv 1 1939