Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-14, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. apríl 2016síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. APRÍL 2016 SOSIALURIN 43 31 Mikumorgunin boðaði Petur Elias Petersen púra óvæntað frá, at leggur frá sær sum ÍSF forseti Mikudagin kl. 17.17 Tíðindaskriv 2 Í tíðindaskrivinum verður sagt, at Flogbóltssambandi Føroya og Svimjisambandi Føroya hava sent út tíðindaskriv um býtið av játtanini hjá ÍSF. Hetta er ósatt. Hesi bæði sersambondini hava einki tíðindaskriv sent miðl­ unum. Vit trý sersambond hava roynt at fingið fund við hini ser­sam­bondini um býtislykilin. Bara eitt sersamband svaraði. Vit hava skrivliga heitt á starvs­ nevnd­ina í ÍSF um fund, men tað er noktað, og vit hava skrivliga heitt á starvsnevndina at seta málið á skrá til Umboðstingið, sum var í farnu viku, men tað kom ikki við. Sostatt hava roynd­ir okkara innanhýsis í ÍSF einki úrslit givið. Endamál okk­ara var, sum vit skriva til starvs­nevndina: Samstundis vilja vit enn eina­ ferð gera greitt, at tað er okkara sannføring, at ein býtislykil, sum er meira virksemistengdur, er besta argument hjá ÍSF mót­ vegis myndugleikunum, soleiðis at fleiri pengar koma inn í skipan­ina Í sambandi við viðgerð av tingmáli 89/2015 um at áseta aljtóða pulju undir ÍSF, sum Fólkaflokkurin hevur lagt fram á Løg­ting, hevur Mentanar­nevnd­ in kallað Svimjisamband Før­ oya, Flogbóltssamband Føroya og Hondbóltssamband Føroya til hoyring um nevnda mál. Í tí sambandi hava vit handað Mentanarnevndini skjøl, ið vísa á okkara støðu og sjónarmið. Fim­leikasamband Føroya hevur gjørt tað sama. Miðlarnir hava lisið burturúr hesum skrivum frá Svimjisambandi Føroya og Flogbóltssambandi Føroya. Øll skriv til løgtingsnevndir liggja frammi alment. Vit gera ikki av, hvønn Ment­ anar­nevndin kallar til hoyring, men vit játtaðu umbønini frá nevndini um hoyring og møttu tí í Løgtinginum. Har løgdu vit okkara sjónarmið við­víkj­andi altjóða pulju fram, sum eru tey somu sum tey hjá starvs­nevnd­ ini í ÍSF, tá ið starvs­nevnd­in skrivar til Fíggjar­nevnd­ina 7. oktober í 2015: Altjóða pulju Tað er avgerðandi fyri okkara ítróttafólk, eisini at sleppa at lut­taka í altjóða kappingum uttan­lands, og at hetta er í trygg­ ari legu, so øll íðkandi kunnu hava hesa gularótina, at sleppa á landslið og at kappast uttan­ lands fyri Føroyar. Avgerandi er eis­ini at slík játtan er varandi, og á einum hóskandi og nøktandi støði, so man veruliga kann leggja slíkt arbeiði í trygga legu. Úr slíkari pulju kundu vit eis­ini nýtt pening, at fáa tiltøk hendan­vegin. Og tað skapar eis­ini nógv her á landi, tí fyri hvørja krónu, fáa vit fleirfalt aftur til landið, við at útlendsku gestir­nir brúka peningin her. Við býtislyklinum fyri 2016 er henda altjóða pulja avtikin, hóast Løgtingið gjørdi sítt og hækkaði játtanina til ÍSF. Henda avtøka hevur havt fíggjar­liga afturgongd við sær hjá okk­um, borið saman við, at hon varð varð­veitt. Vit hava víst á hetta og síggja tað sum okkara demo­ kratiska rætt og skyldu at gera júst tað, tá ið politiski myndug­ leik­in heitir á okkum um at verða hoyrd. Tað er okkara ynski, at ÍSF kann innanhýsis og í samstarvi við politiska myndugleikan ganga saman um føroyska ítrótt, so fíggjar­liga grundarlagið kann verða styrkt enn meiri, so sum vit hava víst á í innanhýsis fund­ ar­umbønum okkara. Bæði tá ið tað viðvíkur føroyska ítrótta­ pall­inum og á altjóða pall­inum. Tað krevur samstarv mill­um allar partar, og tað krev­ur al­ samt hægri raðfesting fíggjar­ liga frá Løgtinginum, men tað kem­ur fleirfalt aftur. Hondbóltssamband Føroya Svimjisamband Føroya Flogbóltssamband Føroya 13 sersambond undir ÍSF hava í tíðindaskrivi takkað fráfarna forsetanum Peturi Elias Petersen fyri hansara íkast til føroyska ítrótt seinastu mongu árini. Tað ynskja vit eisini at gera, og harmast vit somuleiðis um, at forseti okkara hevur lagt frá sær Eru spurd og hava svarað! Hvør er Petur Elias Petersen? ingar­mikið, at kunnu fáa eitt nú til­tøk hendan vegin. Í fyrra skrivinum verður víst á, at Flogbóltssambandið og Svimji­ sam­bandið skulu hava sent út tíðindaskriv um býtislykilin. – Í tíðindaskrivinum verður sagt, at Flogbóltssambandi Føroya og Svimjisambandi Føroya hava sent út tíðindaskriv um býtið av játtan­ini hjá ÍSF. Hetta er ósatt. Hesi bæði sersambondini hava einki tíðindaskriv sent miðlunum, verður millum annað sagt. Einki ynski um at fáa Petur Elias Petersen frá Magnus Tausen, formaður í Flog­ bóltssambandinum avsannar, at tað hevur verið eitt trýst at fáa Petur Elias Petersen frá. – Eg havi ongantíð ført fram, at Petur Elias Petersen skal frá. Eg eri keddur av, at hann hevur lagt frá sær. Um nakað, so hava vit meiri brúk fyri forsetanum nú. Tí vil eg ikki skuldsetast fyri tað, sigur Magnus Tausen, sum tó vísir á, at partarnir eru ósamdir. – Eg havi verið og eri grund­leggj­ andi ónøgdur við ávís viðurskifti í býtislykilinum. Vit hava biðið um innanhysis fund, men tað er blivið avvíst, sigur Magnus Tausen. Býtislykilin kostar Hann vísir á, at nýggi býtislykilin til góðar sær eitt nú ikki, at Flog­bólts­ sambandið í ár skal hava eina HM/ EM kapping í Føroyum. Her leggur Magnus Tausen stóran dent á, at øll skulu kunna søkja um pening, tá tey skipa fyri størri kappingum, so sum tá ið eitt nú HM í estetiskum fim­leiki var í 2015, og tí kemur ein skipan við altjóða pulju øllum til góðar í longdini, og vit fáa fleiri al­ tjóða tiltøk hendavegin. Ikki til Oyggjaleikirnar Flogbóltssambandið hevur eisini boðað frá, at undir nýggja býtinum, har eingin altjóða pulja er, so verður ikki møguligt at luttaka á Oyggjaleikunum. – Vit vilja gjarna vera við, og eg vóni enn, at tað kann lata seg gera, men tá eg verið spurdur um vit lut­ taka á Oyggjaleikunum, so má eg halda meg til tey køldu tølini, og har fyllir HM/EM-kappingin í mai nógv umframt at vit mugu hava samlaðu myndina innanfyri Flog­ bólts­sambandið fyri eyga, og har verður trongligt, sigur Magnus Tausen. At enda leggur hann afturat, at Flogbóltssamband Føroya er ikki við á listanum yvir sersambond, sum í dag sendu tíðindaskriv út. – Tað kemst av, at vit vórðu ikki boðin til fundar. Vit eru grund­ leggj­andi samd í tí mesta, ið verður ført fram í tíðindaskrivinum, men mugu tó afturvísa teir skeivleikar, ið verða nevndir og rætta teir, sigur Magnus Tausen at enda. Stríðið um 1,2 milliónir krónur Sostatt er fyribils niðustøðan, at Petur Elias Petersen hevur valt at leggja kongin í einum innanhýsis stríð­ið í ÍSF. Høvðuspersóurin hev­ ur valt ikki at úttala seg, og tað hev­ ur skumpað undir illgitingar um, at tað eru serligar orsøkir, ið gera at hann hevur lagt frá sær. Eitt nú, at ongin dopingroynd hevur verið tikið í seinastuni, sum als ikki í ordan fyri eitt land, sum luttekur í altjóða kappingum. Hesum hevur Petur Elias Petersen tó avsanna. Fram til komandi ÍSF forsetaval verður Peter Ove Petersen fyribils forseti. Hann hevur verið forseti í Ítrótta­ sambandi Føroya síð­ani á vári í 2010. Hann varð vald­ur í Starvs­ nevnd í ÍSF’s í 1995, og hevur sitið í nevndini síð­ani. Fyrst í mong ár sum skriv­ari, síð­ani nøkur ár sum næst­for­maður og seinastu seks árini sum forseti. Petur Elias Petersen, hev­ur verið partur av ítrótta­um­hvørv­ inum, síðani hann var smá­drong­ ur, fyrst sum íðkandi og seinnu mongu árini sum nevndarlimur. Hann hevur sitið í mongum álitis­størvum innan ítróttina, og kunnu nevnast Sandavágs Ítrótta­felag, har hann sat í nevnd­ ini í 10 ár. Nøkur ár í áttatiárunum sat hann sum formaður í Dóm­ ara­nevndini hjá HSF, hann sat eisini sum formaður í kappingar­ nevndini hjá RSF í nøkur ár, í Oyggjaleikanevndini. Í nærum tíggju ár, var hann eisini liðleiðari hjá føroyska A-landsliðnum í fót­ bólti. TRONDUR@SOSIALURIN.FO SAVNSMYND