hósdagur 14. apríl 2016síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. APRÍL 2016
SOSIALURIN 43
32
ÍTRÓTTUR
Ikki við:
Hanus Thorleifsson
(knæskaði, 3-4 vikur)
Alex Mellemgaard
(lærkrikin, óvist)
Robert Heðin Brockie
(knæskaði, langtíðarskaddur)
Við aftur:
Róaldur Jakobsen (eftir leikbann)
Ikki við: Arnbjørn T. Hansen
(knæið, langtíðarskaddur)
Ivasamur: Poul Ingason (fipur)
Ikki við:
Hans Jørgen Djurhuus
(Ryggskaði, ógreitt hvussu leingi)
Ikki við: Haraldur R. Højgaard
(mjødnin, langtíðarskaddur)
Andras Frederiksberg
(lærkrikin, langtíðarskaddur)
Ivasamur:
Jónleif Højgaard (lærkrikin)
Ikki við:
Niklas Poulsen
(Liðband í økslini, 2-3 vikur)
Við aftur:
Hákun Edmundsson
JÓANNES HANSEN
S
ætta umfar í Effo-deildini
bíðar. Higartil í ár er tað
ongantíð komið fyri, at allir
fimm dystirnir hava verið
spældir í senn. Hesaferð verður
fyrsta bríksl í øllum fimm støðum
klokkan 15 sunnudagin. Aðra
staðni kemur tað so at siga ikki
fyri, at alt verður futtað av í senn.
Har eru tað sjónvarpspengarnir, ið
gera av, at eitt umfar verður togað
út at fevna um tríggjar dagar, og
at tað verður spælt bæði fyrri og
seinni á degnum.
Talan er hesaferð um fleiri
lyklauppgerðir. Í botninum hitt
ast uppflytararnir. Skála, ið er
næstniðast, fær vitjan av B68,
sum er niðast. Í hinum endanum
verður grannauppgerð við Løkin
millum NSÍ og Víking, og tvífaldu
meistararnir í B36 fara norður til
Klaksvíkar at hitta KÍ, sum við
trivaligum sigri í Fuglafirði síðsta
sunnudag lyfti seg fram millum tey
fimm ovastu.
Tað býr meiri í spælarunum
KÍ - B36 LARS MÜLLER
sunnudagin kl. 15.00
Klaksvíkingar fóru væl nøgdir úr
Fuglafirði sunnudagin. 4-0 sigurin
og triðja ferðin, at tað eydnaðist
at halda mótstøðumonnunum frá
at skora lyftið liðið fram á talvuni.
Sunnudagin fara meistararnir í B36
at vitja í Klaksvík, og KÍ venjarin
vónar, at leikliga avrikið hjá hans
ara monnum í framrættaða part
inum skal verða betri, enn tað var
í Fuglafirði:
– Sjálvandi ert tú nøgdur við at
vinna 4-0. Eg veit, at tað býr meiri í
spælarunum, enn teir higartil hava
víst, og at vit harvið eiga at spæla
betri fótbólt, enn vit hava gjørt,
sigur Mikkjal Thomassen.
Higartil hava broytingar verið
millum teir fyrstu ellivu í Klaksvík,
og soleiðis verður tað eisini ímóti
B36, tá ið sammett verður við ímóti
ÍF:
– Vit hava passaliga breiðan
hóp, og vit broyta uppstilling mest
sum hvørja ferð. Onkrir spælarar
eru ungir og hava ikki so nógvar
royndir, og tað leggja vit uppfyri,
sigur KÍ venjarin.
Tá ið B36 í fjør vitjaði í Klaksvík
vann heimaliðið 2-1. Hetta var
merkisvert á tann hátt, at hetta
var fyrsti sigurin á B36 í Klaksvík,
síðani KÍ í 2011 aftur var partur av
bestu deildini. Í hinum sjey upp
gerðunum hesi árini hevur B36
seks ferðir vunnið fulla úrtøku, og
einaferð endaði tað javnt.
Dreymurin í B36 um at tað skal
eydnast fyri fyrstu ferð at vinna
FM fyri triðju ferð á rað, kámaðist
sunnudagin eitt sindur. Málleysi
javnleikurin í Gundadali ímóti TB
komst ikki av, at liðið ikki megnaði
at spæla seg til møguleikar:
– Ímóti AB næstsíðsta sunnu
dag spældu vit okkum til tveir upp
lagdar málmøguleikar, og tá skor
aðu vit tvey mál. Ímóti TB høvdu
vit tjúgu royndir ímóti málinum,
og í níggju av førunum var talan
um stórar møguleikar, uttan at tað
eydnaðist at skora, staðfestir B36
venjarin Eyðun Klakstein.
Skammlopini
kunnu kosta nógv
NSÍ - VÍKINGUR ALEX TROLEIS
sunnudagin kl. 15.00
Roynda og væl samanspælda
Víkinga verjan var ikki so sannfør
andi í 2-2 dystinum á Argjum síðsta
sunnudag, sum hon so ofta hevur
verið. Mistøk í uppspælinum kost
aðu møguleikar til mótstøðuliðið,
og møguleikarnir, sum bóru bæði
AB málini við sær, vóru avleiðingar
av ótryggleika í Víkinga spælinum
aftarlaga á vøllinum.
Víkinga venjarin, Sámal Erik
Hentze, ásannar, at liðið hjá honum
hevur avbjóðingar:
– Tað gongur sum heild væl, men
í løtum hongur tað ikki nóg væl
saman, og tað kostaði á Argjum,
tá ið vit ikki áttu at valt aðra loysn
í yvirtíðini enn at givið teimum
hornaspark, sum teir so javnaðu
við, sigur Víkinga venjarin.
Í NSÍ leguni er lagið avbera gott,
nú fjórði heimadysturin er á skrá.
Á útivølli hevur gingið sum eftir
ánni við 3-1 sigri í Klaksvík og so
rimmar 5-0 sigri á Svangaskarði
síðsta sunnudag.
– Vit høvdu fyrireikað okkum til
stóra avbjóðing, men soleiðis var
tað ikki, staðfestir NSÍ liðformað
urin Klæmint A. Olsen, sum hevur
verið toppskjútti trý tey seinastu
árini, og sum er ovastsur á máltind
inum. Í fimm dystum hevur hann
tilsaman skorað sjey mál. Einasta
ferðin, at hann er farin av vøllinum
í ár uttan at hava skorað, var í 2-0
sigrinum á heimavølli ímóti Skála.
Í fjør vann NSÍ silvurkrónur,
meðan tað tey bæði árini framman
undan endaði við fjórða plássi.
Meðan tað hevur gingið sum eftir
ánni ímóti teimum veikaru lið
unum, so hevur tað ikki gingið so
væl ímóti teimum betru. Tølini siga,
at Víkingur er eitt av liðunum, sum
NSÍ hevur havt tað trupult ímóti.
Í fjør vann Víkingur 4-2 í Runavík,
og í fyrraárið vann Víkingur 2-0 við
Løkin. Síðani Víkingur sá dagsins
ljós í 2008, hevur NSÍ vunnið tríggj
ar ferðir ímóti grannunum innan
fyri Eiðið á heimavølli. Í 2013 3-0, í
2012 1-0 og í 2009 2-1.
Fyrsta dystin í ár ímóti einum av
FM avbjóðarunum gekk tað ikki so
væl, tí HB vann 3-1 við Løkin. Tí er
talan um sera týdningarmikla upp
gerð, tá ið grannarnir hittast við
Løkin seinnapartin sunnudagin.
LIÐ TÍÐINDI
B36
HB
VÍKINGUR
NSÍ
B68
FÓTBÓLTUR Síðani uppflytingina fyri fimm
árum síðani hevur KÍ bara einaferð vunnið á
heimavølli ímóti meistarunum í B36, sum ímóti
TB misnýttu níggju stórar málmøguleikar
NÚ SKAL
NSÍ STANDA
ROYNDINA
Upptakt