Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-14, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. apríl 2016síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. APRÍL 2016 SOSIALURIN 43 33 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 Við aftur: Mayowa Alli (tøkur aftur eftir skaða í fótliðnum) Ikki við: Gunnar Christiansen (burturstaddur), John Daniel Guðjónsson (brotið hondina), Dánjal Pauli Højgaard (brotið armin). Ivasamir: Poul Nolsøe Mikkelsen og Jan Ó. Ellingsgaard (langtíðar­skaða) og Oliver Korch (farin at venja aftur eftir skaða) Ikki við: Rasmus Dan Sørensen (fipur), Andri Freyr Bjørnsson (knæið) og Gert Drangastein (slitið hælsinuna) Við aftur: Rógvi Joensen (Burturstaddur í lestrarørindum í farna dysti) Ivasamur: Absalon Eliasen Allir mans tøkir. Við á fyrsta sinni: Steingrím Jacobsen (egin uppaling) B68 er á botninum SKÁLA - B68 KÁRI J. Á HØVDANUM sunnudagin kl. 15.00 Eftir tvær ferðir 1-1 í tveimum teim­ um fyrstu umførunum hevur úr­ tøkan hjá B68 ikki verið góð. Trý tap við samanlagda málmuninum 1-13 undirstrika hetta. Tó skal hav­ ast í huga, at tapini hava verið ímóti FM kandidatunum í B36, Víkingi og NSÍ. B68 er niðast, og sunnudagin ligg­ur leiðin inn á Skála, at dyst­ast við hitt uppflytaraliðið. Á støðu­ talv­uni er Skála eitt stig framm­an­ fyri B68, so talan er um lykla­upp­ gerð. Næstu vikurnar verða sera av­ger­andi fyri, hvør dags­skráin á Skála fer at verða. Eftir heima­ dystin ímóti B68 skal Skála til Fugla­firðar og á Argir, áðrenn TB og KÍ fara at vitja á Skála. Trygvi er hugaligur HB - AB DAGFINN FORNÁ sunnudagin kl. 15.00 Tað er vorðið meiri reglan enn undan­takið, at tað gongst striltið hjá AB at skava fyrstu stigini saman. Hóast soltin fyrstu umfør so hevur tað fleiri ferðir síðstu árini eydnast at skava nóg mikið av stig­um saman at varðveita plássið í bestu deildini. Trygvi Mortensen sigur, at tað sást aftur á lagnum undir venjing, at talan síðstu vikurnar hevur verið um leikliga framgongd, og at tað í evstu løtu sunnukvøldið eydnaðist at røkka 2-2 ímóti Víkingi. Sunnudagin kennist avbjóð­ ing­in hjá AB at vera øgiliga, nú væl upp­lagda toppliðið HB bíðar í Gunda­dali. Nýggi álopsspælarin Øssur Dalbúð gjørdi ein ordiligan vørr, tá ið hann fyrstu trý korterini í HB megnaði at skora trý mál. Nú fær hann fyrsta høvið at vísa í Gunda­dali og í HB búnanum, at tað er stór nytta í honum. At hann verður millum teir fyrstu ellivu er eingin ivi um. Tølini siga, at HB ikki altíð vinn­ ur ímóti grannunum á Argjum í Gundadali. Í fjør endaði annar dyst­urin 2-2, meðan HB vann hin 3-1, og í fyrraárið vann AB 2-1. Ann­ ars hevur HB oftast vunnið við fleiri málum. Tættasta verjan fær vitjan av tí opnastu TB - ÍF PETUR REINERT sunnudagin kl. 15.00 Tølini siga, at TB eigur tættastu verj­una av øllum, og at ÍF verjan sein­astu ferðirnar hevur verið sum ein opna­hjallur. Í fimm umførum eru trý mál farin ígjøgnum hjá TB, meðan tað eru farin sekstan mál ígjøgn­um hjá ÍF málverjunum Oliver Korch og Hallgrími G. Hansen. Málmunurin hjá TB er 2-3. Tað kemur næstan ikki fyri, at so fá mál verða skorað í fimm dystum. Síðsta dømið um so fá mál ella rættari upp­aftur færri var fyri fjúrtan árum síðani. VB átti fínt lið, sum vann FM í 2000. Í 2002 var úrtøkan eftir fimm umfør átta stig. Heilt merkisvert var tað, at málmunurin vra 2-1!! VB-HB 0-0, Skála-VB 0-1, VB-NSÍ 0-0, EB/Streymur-VB 0-1 og einasta tapið var ímóti TB, sum vann 1-0 í oyggja­uppgerðini á Sevmýri. Meðan VB við 2-1 í málmuni í fyrstu fimm umførunum í 2002 vann átta stig, so hevur TB higartil í ár við málmuninum 2-3 vunnið seks stig. Í TB hava teir ásannað, at tað er á heimavølli, at fulla úrtøkan skal vinnast, og ikki minst ímóti ÍF ger hetta seg galdandi. Verjutrupulleikarnar í Fugla­ firði eru ikki vornir minni: – Tað telur rætta vegin, at bæði Poul Nolsøe Mikkelsen og Jan Ó. Ellingsgaard hava verið aftur á vøllinum, men Poul hevur ikki spælt síðani fyrst í februar. Sunnu­ dagin var John Daniel Guðjónsson fyri fyrstu ferð í miðverjuni. Eftir dystin vísti tað seg, at hann hevur brotið hondina, so tað verður í venj­ing­ini í kvøld, at vit fara at royna at finna út av, hvørjir eru førir fyri at spæla, sigur ÍF venjarin Jógvan Martin Olsen. JOANNES@SOSIALURIN.FO KÍ ÍF AB TB SKÁLA Besta deildin støðan NR. LIÐ DYSTIR VUNNI JAVNT TAPT + MÁL - MÁL +/- STIG 1 HB 5 4 1 0 11 4 +7 13 2 NSÍ 5 4 0 1 17 4 +13 12 3 B36 5 3 1 1 10 4 +6 10 4 Víkingur 5 2 3 0 13 6 +7 9 5 KÍ 5 3 0 2 10 7 +3 9 6 TB 5 1 2 2 2 3 -1 5 7 ÍF 5 1 1 3 5 16 -11 4 8 Skála 5 1 0 4 2 11 -9 3 9 AB 5 0 2 3 4 7 -3 2 10 B68 5 0 2 3 3 15 -12 2 MYNDIR: ÁLVUR HARALDSEN 1 = Heimasigur X = javnleikur 2 = Útisigur HB - AB KÍ - B36 NSÍ - Víkingur Skála - B68 TB - ÍF KENDI TIPPARIN Jógvan Skorheim Nýtt Sjálvsstrýri Kendi tipparin hesaferð: Seinast tippaði formaðurin í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen Hann hevði tveir rættar av fimm, men sigast skal at hetta var enn eitt torført umfar at tippa. Jørgen Niclasen tippaði: Skála - HB 2 (0-3), ÍF - KÍ x (0-4), B36 - TB 1 (0-0), B68 - NSÍ 2 (0-5) og AB - Víking x (2-2)