Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-14, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. apríl 2016síða 34

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. APRÍL 2016 SOSIALURIN 43 34 Almannaverkið søkir eftir einum fakliga kveikjandi eindarleiðara til Trivnaðareind 2 í Runavík, sum í høvuðsheitum veitir tænastu til borgarar við fjølbreki og menningartarni. Tænasturnar umfata umlætting, bústaðir, stuðul, dag- og frítíðartilboð. Talan er um eitt spennandi starvsøki við fjølbroyttum avbjóðingum og lívsjáttandi starvsfólki og borgarum. Arbeiðsuppgávur Eindarleiðarin skal mynda eindina, leiða og ganga á odda fyri at tryggja bæði trivnað og fakliga menning. Í gerandisdegnum merkir tað, at borgararnir fáa eina námsfrøðiliga tænastu á høgum støði, samstundis sum starvsfólkið fær eitt spennandi og áhugavert arbeiðspláss. Eindarleiðarin skal skipa eindina soleiðis, at virksemið í umlættingini, bústøðunum, hjá stuðlum og í frítíðartilboðum verður gagnnýtt so skynsamt sum gjørligt. Eindarleiðarin setir og loysir starvsfólk úr starvi í samráð við depilsstjóran. Tað er umráðandi, at eindarleiðarin er stinnur í samskiftinum við borgarar, avvarðandi, starvsfólk, leiðslu og aðrar myndugleikar. Eitt samskifti bygt á javnvirði og umsorgan. Starvsheiti Eindarleiðari fyri Eind 2 í Eysturoy. Starvið verður sett frá 1. juni 2016 ella eftir nærri avtalu. Førleikakrøv Umsøkjarar skulu hava viðkomandi útbúgving. Leiðsluútbúgving og/ella royndir við starvsfólkaleiðslu kann vera ein fyrimunur, meðan tann, sum verður settur, skal hava kunnleika og royndir við borgarum við menningartarni og fjølbreki. Væntanir Vit vænta at síggja fakliga eldin brenna í rætta umsøkjaranum, sum eisini hevur hug og hegni at virka, raðfesta og hugsa framskygt innan givnar fíggjarkarmar. Týdningurin av góðu tænastuni til borgaran er eyðsýndur, dentur verður lagdur á javnvirði og eginleikin sterkur at samskifta og samstarva við viðskiftafólk, avvarðandi, starvsfólk og leiðslu. Rætti umsøkjarin hevur eitt gott lyndi við trivnaði í fokus, samstundis sum vit ikki ivast í, at tú megnar at standa fyri neyðugum broytingum í eindini á ein skynsaman hátt. Vit vænta, at tú dugir væl at orða teg í skrift og talu. Setanar- og lønarviðurskifti Setanarøkið er í løtuni Almannaverkið við tænastu í Eind 2 í Trivnaðardeplinum fyri menningartarn & fjølbrek. Starvsfólk mugu tola broytingar í starvinum. Starvið er flokkað í 34. lønarflokki í lønartalvuni hjá Tænastumannafelag landsins, sum í løtuni er kr. 37.032,54 um mánaðin. Tó verður virksemi í Eindini væntandi víðkað um stutta tíð, og tá verður starvið flokkað í 35. lønarflokki og lønin kr. 40.040,35 um mánaðin. Umsókn Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívsgongdarlýsing, viðmælum v.m. skal sendast til starv@av.fo ella til Almannaverkið, Smyrilsvegur 20, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Viðmerkjast skal “Umsókn eindarleiðari”. Freist Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 6. mai kl.12. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Ingun Mohr Jacobsen, depilstjóra, telefon 360000. Eindarleiðari til serøkið í Eysturoy av.fo>Leys størv Sí lýsingina á heimasíðu okkara: Eindar- leiðari og leiðari Fjølbreka- depilin Mýrisóljan Stuðuls- toymið Sambýlið á Blikagøtu Frítíðartil- boð til børn og ung PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Viktoriu Margrethu Poulinu Petersen, Rógvuvegur 11, 350 Vestmanna, fødd tann 22. juli 1919, deyð tann 27. juni 2015, og fyrr deyða hjúnarfelaga Arne Petersen, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Fríðu Patursson, Frúutrøð 4, postboks 6, 110 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 376/2015, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 31. mars 2016. PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Danberg Saul Thomsen, á Miðgerði 7, 410 Kollafjørður, føddur tann 13. september 1930, deyður tann 9. februar 2016, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat advokat Páll Nielsen, Skansavegur 1, 100 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 52/2016, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 8. apríl 2016. PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Anna Jacobsen, V.U. Hammershaimbsgøtab 7, 100 Tórshavn, fødd tann 18.10.1918, deyð tann 5. marts 2016, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Páll Nielsen, Advokatvirkið, Skansavegur 1, 100 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 79/2016, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 6. apríl 2016. PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Sólfríð í Króki, Vørðubrekka 3, 160 Argir, fødd tann 19. november 1982, deyð tann 27. februar 2016, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Páll Nielsen, Skansavegur 1, postboks 85, 110 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 74/2016, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 7. apríl 2016. fyrst og fremst www.in.fo Sosialurin 341800