Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-14, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. apríl 2016síða 35

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. APRÍL 2016 SOSIALURIN 43 35 Arbeiðsuppgávur Sum skrivari hevur tú ábyrgd av skrivstovuni. Tú skalt fyrireika fundir og luttaka á kommunustýrisfundum og øðrum fundum. Skrivarin hevur eisini ábyrgd av: • journalskipan og fólkayvirlitinum • bókhaldi og roknskapar uppseting • samskifti við starvsfólk í kommununi • at fyrireika tilfar at leggja á heimasíðu kommunurnar • málsviðgerð • annað fyrisitingarligt arbeiði Vit kunnu bjóða Eitt gott og sjálvstøðugt arbeiðspláss, har tú hevur ávirkan. Tú fært eitt tætt samstarv við stovnar í kommununi. Vit sóknast eftir einum skrivara sum • hevur bókhaldsførleika ella skrivstovuútbúgving • hevur góð samstarvs- og samskiftisevnir • hevur telduførleika • dugir væl at orða seg í skrift og talu á føroyskum Setanarviðurskifti Lønar og setanartreytir verða sambært sáttmála ímillum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið. Tann, ið settur verður, kemur at arbeiða eina tíð saman við verandi skrivara. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til borgarstjóran á telefon 254430. Umsóknir skulu latast inn í seinasta lagi 26. apríl, við at senda bræv til: Porkeris Kommuna, Við Á 8, 950 Porkeri ella til porkeri@porkeri.fo Porkeris Kommuna tilskilar sær rætt til frítt at velja millum innkomnar umsóknir ella onga at taka. Skrivari til Porkeris Kommunu Porkeris Kommuna søkir eftir skrivara ¾ tíð, at byrja skjótast gjørligt. Porkeris Kommuna ANNIJANNI