Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-18, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. apríl 2016síða 2

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. apríl 2016 · Nr. 44 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Landsfundur Síða 7 Borg­ ar­stjórar fram­vegis á tingi Ítróttur Síða 20-21 Mari­ anna kundi mist armin Í morgin fer løgtingið eftir øllum at døma at fella uppskotið hjá teimum báð­um fólkaflokstingfólkunum í Klaks­vík, Jákupi Mikkelsen og Gunn­leyg Mercedis Gunn­leygs­dótt­ ir um at nokta borgarstjórum í full­ tíð­ar­starvi eisini at sita á løgtingi. Rættarnevndin hevur við­gjørt málið, og meirilutin í rætt­ar­nevnd­ ini mæl­ir frá at samtykkja tað. Og meiri­lut­in í rættarnevndnini eru øll um­boðini uttan annar upp­skots­ still­ar­in sjálvur, Elsebeth Mercedis Gunn­leygs­dóttir. Gott nokk eru bæði Kristin Mich­el­sen, borgarstjóri á Tvør­oyri, og Magnus Rasmussen, fyrr­ver­andi borgarstjóri í Runavík, í meiri­luta­ num. Men meirilutin er so greiður, at als eingin ivi er um, at uppskotið í morg­in fellir, tá tað kemur til at­ kvøðu­greiðslu. Meirilutin vísir á, at borg­ar­ stjór­ar verða fyri demokratiskum mis­muni í mun til aðrar borgarar í landi­num. Eisini vísir meirilutin borg­ara­ skyld­una í sambandi við komm­ unu­val. Ikki fyrr enn ein borgari hev­ur sitið tvey valskeið í einum komm­unu­stýri, kann hann nokta fyri at verða upp- stillaður aftur. Borg­ara­skyldan eigur ikki á nakran hátt at kunna gerast ein forðing hjá nøkr­um fyri at taka sæti á Løgtingi, held­ur meirilutin. Meirilutin heldur ikki, at tað er upp til Løgtingið at gera av, um ein borg­ari, sum er fólkavaldur bæði í ein­um bý- ella bygdaráði og á Løg­ tingi, megnar at liva upp til tað á­lit­ið, sum veljararnir í báðum før­ um hava sýnt honum – sama um komm­unali sessurin er sum van­ lig­ur bý- ella bygdar- ráðslimur ella sum borg­ar­stjóri. Tað er eingin ivi um, at borg­ar­ stjór­ar fáa gegnistrupulleikar, tá teir bæði skulu tæna eini ávísari komm­unu og landinum. Men ringt er eis­ini at skera yvir ein kamb og nokta borg­ar­stjórum sæti á tingi. Her hevði verið nógv rímuligari, at flokk­ar­nir høvdu sín egna pol­i­tikk á økinum. Tað hava eitt nú Javn­ að­ar­flokk­urin, Tjóðveldi og Sam­ bands­flokk­urin havt, tá tað snýr seg um fólk­a­tings­sessin. Hinvegin eru tað sanniliga eisini onn­ur áhugamál – sum veljarin ikki altíð hevur innlit í, sum á­virka tingfólk og teirra avgerðir í løg­ tingi­num. Tí er hetta eitt trupult mál at lóggeva um, tá tað er fólkið, sum velur – í hesum føri fýra borg­ ar­stjór­ar á ting. Tí má uppgávan at loysa trup­ul­ leik­an liggja hjá flokkunum sjálv­ um. FLOKKARNIR EIGA FLØKJUNA Fyrilestur um Gud­mund Bruun, Emil Jo­en­sen og Janus Øss­ urs­son verður í Hoy­vík­ar kirkju í ann­að­kvøld. Í annðakvøld, týskvøldið 19. apríl, klokk­an 19.30 verð­ ur á­huga­verd Miðvika í Hoy­vík­ar kirkju, har Sverri Stein­hólm, prestur, fer halda fyri­lest­ur um teir tríggj­ar sam­tíð­ar­menn­i­nar, Gud­ mund Bruun, Emil Joensen og Jan­us Øssursson. Allir trígg­ir høvdu ein týðandi leik­lut í arbeiðnum hjá Santa Ól­avs kirkjuliði og Kristiliga Ung­manna­fel­ag­ num í Keyp­mann­a­havn. Í fyr­i­lestr­i­num kem­ur Sverri eisini inn á teirra ment­unar- og kristiligu á­virk­an bæði í Føroyum og í Keyp­mann­a­ havn. Tá Santa Ólavs kirkjulið í Keyp­manna­havn í november í fjør fylti 100 ár, varð ljós varp­að á hesar tríggjar und­ an­gongu­menn­i­nar. Tá helt Sverri Stein­hólm fyrilestur um Ung­manna­fel­agið. Í sambandi við sín guð­ frøði­lest­ur í Keyp­manna­ havn, skriv­aði Sverri høv­ uðs­upp­gáv­ur um ávikavist Santa Ólavs føroyska kirkju­ lið í Keyp­mannahavn, við ser­lig­um atliti til Gudmund Bruun og arbeiði hansara mill­um føroyingar í Dan­ mark, og Hitt Føroyska Krist­i­liga Ungmannafelagið í Keyp­manna­havn, við ser­ lig­um atliti til Emil Joensen og hans­ara tulking av “tí før­ iska” og “tí kristiliga”. Kirkjuliðið varð stovnað 1915 og Ung­manna­felagið í 1918. Um tað mund­ið vóru tað bara tvey virk­in fel­ øg mill­um før­oy­ing­ar í Keypmannahavn: Før­inga­ fel­ag – stovnað 1881 og Stud­ enta­fel­ag­ið – stovn­að 1910. Gud­mund Bruun var við til at stovna Studentafelagið og Emil og Janus sótu fleiri setur í nevndunum í hes­um feløgum. Fyrilesturin um teir tríggj­ar undan­gongu­menni­ nar verð­ur sum sagt í Hoy­ víkar kirkju nú týs­kvøld­ið klokkan 19.30. Aftaná verður drekkamunnur í kirkju­ kjallara­num, og tá verður eisini høvi at seta Sverra Seinhólm spurningar. – Øll eru hjartaliga væl­ kom­in, siga fyrireikararnir. Fyrilestur um teir tríggjar undangongumenninar Ikki er neyðugt at lóg­geva borgarstjórarnar úr tinginum Kjartan Thomassen er í dag farin frá sum stjóri á Elektron og hevur tikið við starv­inum sum tekniskur stjóri í fyritøkuni. Hann fer sostatt aftur í starv­ið, sum hann røkti, áðr­enn hann tók við stjóra­ starvi­num í 2014. Av persónligum ávum fer Kjart­an Thomassen tó at vera í farloyvi næstu tíð­ ina. Ulla Joensen er sam­ stund­is sett sum fyri­bils­ stjóri eftir Kjartan. Ulla hevur síðani 2002 starv­ast sum fíggjar- og fyri­sit­ing­ar­leiðari á Elektron, har hon eis­ ini hevur verið part­ur av dagligu leiðsluni í fyr­i­tøk­ uni. Í sambandinum við við­skifta­fólk og aðrar sam­ starvs­partar hevur Ulla eis­ ini verið við til at mynda Elek­tron, skrivar felagið í tíð­inda­skrivi. Ulla nýggjur stjóri á Elektron Ulla Joensen tók í dag við sum fyribilsstjóri á Elektron Kjartan Thomasen er nú farin aftur í gamla starvið sum tekniskur stjóri á Elektron