mánadagur 18. apríl 2016síða 3
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 18. apríl 2016 · Nr. 44
SKATTAMÁLIÐ HJÁ EIK
GRANNSKOÐARAR TALAÐU
ÍMÓTI LONGU Í 2013
Skjøl, sum Sosialurin hevur fingið
innlit í vísa, at granskoðanin longu í
2013 og 2014 talaði ímóti, at draga
tær 90 milliónirnar frá í skatti
Barbara Holm
Longu í 2013 gjørdi grann
skoðarar Eik Banka varug
við, at ivamál vóru um, hvørt
bankin hevur rætt til hasar
90 milliónirnar ella ikki.
Fundarfrásagnir,
sum
Sosialurin
hevur
fingið
hendur á vísa, at grann
skoðarar ávara longu tann
13. Mars 2013 um, at tað ikki
er lógligt sambært danska
skattavaldinum at draga 90
milliónir frá.
19.
mars
2014
kemur
grannskoðanin við sínum
skrivliga tilmæli, sum verður
sent til nevndarformannin í
Eik Banka.
Har verður millum annað
ført fram, at:
1 – Grannskoðanin metir, at
bankin neyvan hevur rætt til
at draga 90 milliónirnar frá
sum skattafrádrátt og,
2 – Grannskoðanin metir, at
tað neyvan kann vera talan
um goodwill hjá nýggja
bankanum,
tí
yvirtøkan
ikki er framd millum tveir
sjálvstøðuguar partar.
Also sambært skjølunum
hava grannskoðarar bankans
tala
ímóti
ætlanini
hjá
leiðsluni at draga hasar 90
milliónirnar frá í skatti hjá
nýggja bankanum longu í
2013 og skrivliga í 2014.
barbara@sosialurin.fo
Vendu sær til Taks 34 mánaðir seinni
Ósamsvar millum bankastjóran og skjølini:
Tað gingu heili 34 mánaðir frá tí, at granskoðanin skrivliga segði við
nevndina í Eik, at tey ikki meta tað er lógligt at draga tapið á 90 milliónir
krónur frá í skatti, til nevndin avráddi at venda sær aftur til Taks
Barbara Holm
– Hví siga tit ikki Taks frá, at
grannskoðarin hjá tykkum
er ósamdur við tykkum í
hasari tulkingini, so Taks
veit hvat støðan skal takast
útfrá, spurdi Bogi Godtfred
fríggjakvøldið, tá ið Súni
Schwartz Jacobsen var gest
ur í Dagur&Viku.
Og stjórin svaraði:
– Tá tað kom fram, av
ráddi nevndin 26. januar í
2016, at vit skuldu taka kon
takt til Taks aftur, og bjóða
teimum oman á fund í Eik
banka, har grannskoðarin
eisini greiddi frá sínari
hugsan.
Men tað má sigast at vera
ósamsvar millum tað, sum
bankastjórin
førdi
fram
fríggjakvøldið, og tað, sum
skjølini hjá Sosialinum vísa.
Tí longu í mars 2014 sendi
granskoðanin eitt skriv til
nevndina í Eik. Har var sagt,
at tað eftir teirra meting
ikki er loyvt at draga tapið
frá hvørki sum skattafrá
drátt ella sum skattligt
goodwill.
Og hóast hetta varð sent
í mars 2014, so sigur Súni
Schwartz
Jacobsen
við
Dagur & Viku, at so skjótt
tað kom fram, at grannskoð
arin var ósamdur við nevnd
ina, so vendu tey sær til
Taks. Tað eru tó 34 mánaðir
ímillum, at granskoðanin
segði sína hugsan um málið,
til at Eik vendi sær aftur til
Taks.
Fyrstu ferð snúði
tað sum um goodwill
Fyrstu ferð grannskoðanin
tekur málið á tungu, snýr
tað sum hvørt tað skal vera
frádráttur
ella
goodwill.
Tað segði Súni Schwartz
Jacobsen
í
Dagur&Viku
fríggjakvøldið. Og sambært
honum var tað orsøkin
til, at brævið til Taks (sum
var prentað í Vikuskiftis
Sosialinum í síðstu viku),
var orðað sum tað var – ein
spurningur
um,
hvussu
tapið skal dragast frá og ikki
um loyvi er til tess.
Men áðrenn Taks kemur
til sína niðurstøðu verður
skrivið frá granskoðanini
sent til nevndina í Eik. Og
hóast áskoðanin hjá grann
skoðarunum also er komin
til sjóndar fyri nevndini í
Eik áðrenn Taks kemur til
sína niðurstøðu, so verð
ur ikki upplýst fyri Taks,
hvat
grannskoðarar
hjá
bankanum halda, fyrr enn í
januar 2016, tá ið Taks velur
at taka málið upp av nýggj
um, orsaka av samskifti um
málið millum Fíggjarligt
Støðufesti og Fíggjarmála
ráðið.
barbara@sosialurin.fo
...Meir á næstu síðu