mánadagur 18. apríl 2016síða 4
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. apríl 2016 · Nr. 44
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Barbara Holm
»Eg kann ikki tiga longur. Eg
eri bangin fyri, at hetta ikki
fær avleiðingar«. Soleiðis
sigur ein av fleiri varskógv
arum, sum Sosialurin hevur
samstarvað við, fyri at finna
fram til júst hvat hendi í tí
sokallaða
skattamálinum
hjá Eik.
Í januar í ár gjørdist
greitt fyri Føroya fólki, at
okkurt var áfatt í Eik, tá ið
Jørn Astrup Hansen trekti
seg úr nevndini í Eik, tí
hann ikki kundi góðtaka, at
leiðslan í Eik hevði roynt at
trekkja eina hálva milliard
frá í skatti – svarandi til ein
skattafrádrátt á 90 milliónir.
Síðani hevur Taks tikið
málið til viðgerðar aftur, og
nú bíða vit øll eftir, at Taks
skal finna fram til, hvussu
hetta málið vendir.
Men
Sosialurin
hevur
fingið innlit í skjøl, sum geva
eina sera greiða ábending
um, at Eik hevur roynt at
lumpað Taks, og soleiðis til
tuskað sær 90 milliónir krón
ur í skattafrádrátti. Alt málið
kann lesast í Vikuskiftis
Sosialinum frá í síðstu viku.
Drógu tapið frá
Tá gamli Eik banki koll
silgdi viðførdi tað, at
Fíggjarligum Støðufesti
varð álagt sambært lóg,
at bjarga bankanum, so at
føroyska fólki ikki skuldi
merkja stórvegis sviða av
bankakreppuni. Fíggjarligt
Støðufesti varð stovnað til
endamálið – eitt felag, sum
bankar í danska ríkinum
og
danski
statskassin
rindaðu til, so at Fíggjarligt
Støðufesti hevði pening til at
bjarga bankunum, sum fóru
á heysin.
Og tað gjørdi Fíggjarligt
Støðufesti fyri kollsilgda
Eik banka frá 1. – 14. oktober
2010. Eitt tap á áleið hálva
milliard
var
tað,
sum
Fíggjarligt Støðufesti sum
garantur hefti fyri.
Tá TF Holdning síðani
keypir
nýstovnaða
Eik
Banka
Føroyar
P/F
frá
Fíggjarligum Støðufesti á
vári 2011, verður eitt skjal
handað
teimum,
sum
F í g g j a r l i g t
Støðufesti saman
við
grannskoðarum
í Danmark og Føroyum
og í samstarvi við skatta
myndugleikarnar í Danmark,
hevur gjørt til kunningar til
allar møguligar keyparar
av nýggja bankanum. Har
stendur púra greitt í tí skjal
inum, at tap frá gamla Eik
Banka ikki kunnu dragast
frá í sjálvuppgávuni hjá
nýggja bankanum, tí Fíggjar
ligt Støðufesti hefti sum
garantur fyri tapinum – og
ikki nýstovnaði bankin.
Kortini valdi leiðslan í Eik
at draga tapið frá í sjálvupp
gávuni fyri 2010-11.
Nevndarlimir ávaraðu
fleiri ferðir áðrenn
Hesin frádráttur svarandi
til 90 milliónir verður sett
ur í sjálvuppgávuna hjá Eik,
uttan at nevndarlimir eru
vitandi um tað. Tað er ikki
SKATTAMÁLIÐ HJÁ EIK
Sosialurin hevur fingið hendur á higartil ókend skjøl, sum hava týdning
fyri skattamálið hjá Eik. Skjølini tala greitt og týðiliga, og illa ber til at
síggja aðrar samanhangir enn, at leiðslan í Eik helt upplýsingum aftur í
samskifti við Taks, sum ivaleyst hava avgerandi týdning í málinum
AVGERANDI
UPPLÝSINGAR
IKKI SENDIR
TIL TAKS
Sosialurin hevur innlit í skjalið frá
granskoðanini til nevndina í Eik og í fundar
frágreiðinar, sum vit sipa til í greinini, hóast
vit ikki hava prentað tær í blaðnum í dag.
Skjalið frá granskoðanini grundgevur væl
fyri tí, sum granskoðanin mælir til.