Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-18, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. apríl 2016síða 5

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 18. apríl 2016 · Nr. 44 SKATTAMÁLIÐ HJÁ EIK fyrr enn í 2012, at nevndar­lim­ir gerast var­ugur við tað, sum banka­ leiðslan hevur gjørt. Sosialurin hevur fingið innlit í fundarfrásagnir hjá nevndini í Eik frá tí tíðar­ skeið­num. Í fundar­frásagn­ unum framgongur greitt, at ávísir nevndarlimir í fleiri før­um ávara um, at tað ikki er lógligt at draga tapið frá kollsilgda bankanum frá í sjálvuppgávuni hjá nýggja bankanum tí, 1 – tað stóð í skjalinum, sum Fíggjarligt Støðufesti handaði øllum møguligum keyp­arum av Eik – eisini TF Holdning, at tað ikki er loyvt at draga tap frá gamla bank­anum frá. 2 – tí Fíggjarligt Støðufesti hefti fyri tapið og ikki nýggi Eik Banki, og tað er jú ikki lógligt at draga tap frá hjá sær sjálvum, sum onkur ann­ ar hevur rindað fyri. Eftir fleiri ávaringar frá nevndar­limum vendi leiðsl­an í Eik Banka sær til Taks – hetta tí, at tað kravdi nevndin. Granskoðanin ávaraði eisini Á aðrari síðu her í blaðnum kanst tú eisini lesa, at tað ikki bara vóru nevndarlimir í Eik og Fíggjar­ligt Støðu­festi, sum ávaraðu ímóti hesum áðrenn. Eisini granskoð­ anin sendi í mars 2014 eina skrivliga meting til nevnd­ ina í Eik, har ført varð fram, at tey ikki meta tað lóg­ligt at draga 90 milliónir frá í skatti ella sum skattligt goodwill yvir 10 ár. Men ikki fyrr enn í januar 2016 fær Taks kunning frá Eik um hvat grannskoðanin sig­ur í málinum. Fortaldu ikki alt fyri Taks Sosialurin hevur fingið innlit í alt samskifti millum Eik og Taks í hesum tíðarskeiði. Tað fyrsta brævið frá Eik til Taks varð prentað í Vikuskiftis Sosialinum í síðstu viku. Kjarnin er tann, at hóast nevndarlimir høvdu ført fram hesar báðar lykla­upp­ lýs­ingar: 1 – at Fíggjarligt Støðu­ festi hefti fyri tapið og ikki Eik Banki, og 2 – at tað varð álagt og kunnað um í samband við keyp av nýggja Eik Banka, at ikki er loyvt at draga tap frá kollsilgda bankanum frá sjálv­uppgávuni hjá nýggja bankanum, So vórðu hesir lykla­upp­ lýs­ingar ikki nevndir við ein­ um orði í brævinum til Taks. Heldur varð spurt um, hvørt Eik skuldi draga tapið frá í einum høggi, ella um tapið skuldi dragast frá yvir 10 ár. Í sama viðfangi hevur Sosial­urin fingið innlit í eitt skriv, sum umboðið hjá Fíggjar­ligum Støðufesti í nevnd­ini í Eik tá – Jørn Astrup Hansen – sendi til nevndar­formannin í Eik og fleiri ferðir førdi fram í hes­ um sambandi. At tað er av avgerandi týdning, at Eik sendir allar viðkomandi upplýsingar til Taks í hesum máli, tí hetta er fyrstu ferð, at Taks skal fyri­halda seg til eitt mál av slíkum slag. Skattamálið hjá Eik er also ein serstøða, har tað hevur avgerandi týdning, at Eik viðfestir og upplýsir øll viðkomandi skjøl fyri Taks – tí annars hevur Taks ikki møgu­leika at taka støðu. barbara@sosialurin.fo Eg kann ikki tiga longur. Eg eri bangin fyri, at hetta ikki fær avleiðingar Eftir at Vikuskiftis- Sosialurin kom á gøtuna sendu Suni Schwartz Jacobsen, stjóri, og Torben Nielsen, nevndar­ for­maður, teirra við­merking til málið. Tann viðmerkingin, »Eik fór 500 milliónir eftir hæli frá fyrsta degi«, kann lesast undir »lesarabrøvum« á in.fo