Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. apríl 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. apríl 2016 · Nr. 44 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 LANDSSTEVNA Árni Gregersen – Tíðarskeiðið við høgra­sam­ gonguni eru nú av, og kósin, sum ger tey ríku ríkari, tey fátæku fátækari, sum økir um okkara skuld og sum veks­ur um ójavnan, er nú slept. Aksel V. Johannesen, for­ maður í Javnaðarflokkinum, var rættuliga bersøgin og hvassur í orðunum, tá ið hann helt sína formansfrágreiðing á landsstevnuni hjá Javn­ aðar­flokkinum. Javnaðarflokkurin heldur vanliga landsstevnu fjórða hvørt ár og hesaferð var tað í Skótahúsunum við Løkin í Runavík. Javnaðarflokkurin hevur í sjey mánaðir sitið við land­ sins leiðslu saman við Tjóð­ veldi og Framsókn. Somu tríggir flokkar sótu í andstøðu undan val­ in­um, men sita nú við land­ sins stýrið. Tey hava eina 16-manna samgongu, sum eisini fær stuðul frá Sonju Jógvansdóttir, uttan-flokka- tingkvinnu. Fíggjarlógin vísir í veru­ leik­anum tað, sum ein sam- gonga ella eitt landsstýri ger – og ikki bert hvat ætlanin er at gera. – Okkara fyrsta fíggj­ar­ lóg er ein uppgerð við høgra­ snaringina, sum Fólka­flokk­ urin og Sambandsflokkurin tóku. Ein uppgerð við poli- tikkin, sum niðurlagaði okk­ara samhaldsfasta væl­ ferðarsamfelag og skapti gjáir millum føroyingar. Sum tók frá komandi ættarliðum, segði formaðurin í Javn­aðar­ flokkinum. Politisk røða Politiska frágreiðingin hjá Aksel V. Johannesen, for­ manni., var rímuliga ber­ søgin. Formaðurin legði sjógv millum seg og teir flokk­ar sum hava heilt onn­ ur hugsjónarlig mál enn Javn­aðar­flokkurin hevur. Hann helt, at tað eru ávís­ir flokkar, sum vilja »amerikanisera« føroyska sam­felagið. Undanfarna sam­gonga vildi gera tingini á hendan hátt, men tað vil núsit­andi samgonga ikki. – Við hesum leistinum fara vit frá sosialdemokratisku vælferðarhugsjónini. – Vit ynskja eina aðra og skilabetri loysn. Eina loysn, har øll rinda inn, og øll fáa úr somu skipan – uttan mun til inntøku ella uppsparing. Og her er Samhaldsfasti lykilin. – Samhaldsfasti er eins og grundarupphæddin í fólka­pensjónini ein soli­dar­ isk skipan, sum er einføld og bílig at umsita. Sam­halds­ fasti být­ir pening mill­um ættarlið og lønar­bólk­ar, og tú rindar skatt av út­gjaldinum, segði Aksel V. Johannesen. Fiskivinnan Nýskipan av fiskivinnuni er ein stórur politiskur spurn­ingur, sum tað ikki er eydnast at finna semju um gjøgnum árini. Nú er ætlanin, at hetta skal fáast í lag. Ein bólkur av serfrøðingum skal gera eitt uppskot til, hvussu fiski­ vinnan skal skipast eftir 1. januar 2018. Hendan nevndin sum situr, hevur fingið ein rættu­ liga greiðan arbeiðssetning, sum er politiskt ásettur. Har stendur millum ann- að: Fyri tað fyrsta skal fiski­ríki- dømið framhaldandi skal vera ogn Føroya fólks. Fyri tað næsta skal fiski­ skapurin vera burðar­ dyggur. Fyri tað triðja skal farast frá politiskari útluting av fiskirættindum til eina marknaðargrundaða skipan. Aksel V. Johannesen vísti á, at serliga seinasti setn­ing­ urin hevur skapt kjak og misnøgd í etableraðu vinn­ uni. Hann segði, at óttin fyri møguligum avleiðingum av einari marknaðarskipan er stórur. – Tað skilji eg væl. Summi sita við øllum loyvunum, og hesi loyvi eru ikki sjálvsøgd eftir 2018. Tað kann vera ein missur fyri summi. – Men vit eru greitt ímóti núverandi skipan, har ovur­ stór náttúru­virði verða út­ lutað til nøkur fá – ókeypis. Og har hesi fáu síðani kunnu selja fiski­rætt­ind­ini – ogn Føroya fólks – víðari fyri nógvar pengar, segði for­ maðurin í Javn­aðar­flokk- inum. – Vit halda, at fleiri fiski­ rættindi so líðandi eiga at fara um ein almennan fiska­ marknað. Men lat meg sláa púra fast, at allar broytingar í fiskivinnuni skulu henda varliga og fremjast so líðandi, legði hann afturat. Gjalda til felagsskapin Politiska kósin hjá sam­gong- uni og sitandi løgmanni kom til sjóndar, tá ið hann fór at tosa um skjølini, sum eru likin út frá einum stórum advo­katvirki í Panama. Avdúkingarnar, sum vísa, at nógv valdsfólk og múgv­ andi fólk royna at sleppa sær undan at gjalda til fe­ lags­skapin. – Hetta er ein týðandi áminn­ing um tað, sum er okk­ara fremsta avbjóðing. Gølan snýr seg um ein heim, har tey, sum eiga mest, ikki vilja fylgja teimum reglum, sum er galdandi fyri okkum onnur, og ikki vilja lyfta saman við okkum øðrum. Aksel V. Johannesen segði, at avdúkingarnar av mongu skjølunum úr Panama hevur fingið mong aftur at krevja samhaldsfesti á dagsskránna. Hann segði, at fólk ynskja ikki ein heim, sum var avdúkaður gjøgnum Panama-skjølini. – Fólk krevja, at øll skulu lata sín part til felagsskapin. Og meginreglan um, at grund­leggjandi tænasturnar ikki eiga at vera treytaðar av, hvussu tjúkkur privati penga­pungurin er, skínur nú bjart í ljósinum frá av­dúk­ ingunum, segði formaður Javnaðarfloksins. Aksel V. Johannesen takk­ aði teimum, sum gjørdu tað møguligt hjá flokkinum aft­ ur at sleppa framat í Tinga­ nesi. Hann helt, at í val- stríðnum eydnaðist væl at standa saman. – Men nú – góðu tit – tá vit hava nátt málinum, vit settu okkum í fjør, kunnu vit ikki seta okkum hendur í favn. Nú mugu vit arbeiða enn harðari. Standa enn stinnari. Og fáa Føroyar at vera eitt betri land til komandi val, enn tað var við seinasta val. – Skulu vit náa nøkrum úrslitum, mugu vit arbeiða í felag. Skulu vit gera mun, mugu vit draga somu línu. Vísa samanhald heldur enn sundurlyndi. Samstarva held­ur enn mótarbeiða. – Tí tað, sum savnar okk­ um, er sterkari enn tað, sum skilir okkum. Eingin okkara ynskir borgarligu flokkarnar aftur í Tinganes, segði Aks­el V. Johannesen í sínar frá- greiðing á landsstevnuni hjá Javnaðarflokkinum. arnig@sosialurin.fo Javnaðarflokkurin hevur havt landsstevnu. Formaðurin legði ikki fingrarnar ímillum í frágreiðingini SITANDI SAMGONGA HEVUR STEÐGAÐ HØGRASNARINGINI