mánadagur 18. apríl 2016síða 7
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 18. apríl 2016 · Nr. 44
Árni Gregersen
Stóru broytingarnar í sam
felagnum, sum Javnaðar
flokkurin og hendan sam
gongan vilja fremja, fara at
møta stórari mótstøðu.
Tað var stór semja um, tá
ið Javnaðarflokkurin helt
landsstevnu um vikuskiftið.
Í formansfrágreiðingini
var formaðurin rættuliga
politiskur og bersøgin, men
tað vóru fundarfólk eisini.
–
Sjálvandi
skulu
vit
vænta stóra mótstøðu, nú
vit vilja býta virðini í sam
felagnum á annan hátt, segði
Bergur Dam.
– Mótstøðan verður á
ongan hátt minni enn tá
ið Allende royndi at gera
broytingar í Kili og taka ser-
rættindir frá teimum fáu.
Tað er eisini tað vit vilja gera
og tí fáa vit haðra mótstøðu,
segði hann.
Orðaskifti fór rættuliga
víða.
Eyðun Johannesen fanst
at,
at
Javnaðarflokkurin
við kravi um, at reiðararnir
einsamallir skulu gjalda fyri
kvoturnar, eru við at taka
fiskiveiðuna frá manning
unum.
– Tað hevur altíð verið
soleiðis, at fiskimaðurin hev
ur átt sín aprt av veiðuni. Tað
eru tit í ferð vit at avskaffa,
segði Eyðun Johannesen.
Eyðgunn
Samuelsen,
landsstýriskvinna,
greiddi
frá, hvat er arbeitt við higar
til og kom eisini inn á pen-
sjónsmálið.
– Vit arbeiða í pensjóns
bólkinum og hann skal vera
liðugur í summar. Øll eru
ikki samd um, hvussu hetta
skal gerast, men vit koma til
eina niðurstøðu og so mugu
vit taka tað haðani, segði
Eyðgunn Samuelsen.
Tað besta má ikki
forða tí góða
Fyrrverandi formaðurin í
Javnaðarflokkinum, Jóannes
Ejdedsgaard, var eisini á
fundinum.
Hann tók eisini orðið og
greiddi frá, at hann higartil
hevur hildið seg kúrran,
tí ein nýggjur skipari skal
sjálvur seta kósina. Gamli
skiparin skal ikki fara niður
á dekkið at rópa.
– Størsta avbjóðingin vit
hava er aldurssamansetingin
í fólkatalinum. Tað mugu vit
royna at gera okkurt við,
segði hann.
Og legði afturat:
– Vit mugu ikki lata tað, at
vit ikki fáa tað besta, forða
fyri at vit ikki fáa tað góða.
Eisini Signar Dam tók
orðið. Hann segði, at tað er
skeivt, at eldraøkið er lagt til
kommunurnar, tí tær megna
tað ikki í løtuni.
– Eg segði áðrenn tað
hendi, at vit fóru at fáa A og
B økir við teimum eldru. Tað
fingu vit ikki. Vit fingu tí
verri bert B økir, segði hann.
– Tit skuldu ikki havt lurt
að eftir Anniku Olsen. Tað
segði eg við tykkum.
Kristianna Winther Poul
sen, tingkvinna, fanst at, at
vit gera ov lítið fyri at til-
flytarar og flóttafólk trívast
her.
– Vit gera onki við inte
gratión. Tað er ein spurn
ingur, sum vit mugu taka
í álvara, segði Kristianna
Winther Poulsen.
LANDSSTEVNA
Føroyar á
javnaðarkós
Landsstevna Javnaðarfloksins fegnast um, at flokkurin
aftur situr við landsins leiðslu, og um tey úrslit, sum longu
eru rokkin eftir sjey mánaðum í Tinganesi.
Javnaðarflokkurin fór til val uppá einar rættvísari og
meiri samhaldsfastar Føroyar, og fleiri týðandi stig eru
longu tikin:
Pensiónistar hava fingið størri útgjald, tí samhaldsfasti
er styrktur.
Familjur í fátækraváða hava fingið styrk.
Barsilsskipanin er longd.
Miðal og lægru inntøkurnar hava fingið skattalætta.
Landsstevnan fegnast um, at neyðugar íløgur nú verða
gjørdar fyri at bøta um umstøðurnar hjá fólki við serligum
avbjóðingum. At skúlaverkið verður ment. At mentanin
verður lívgað. At umhvørvið verður raðfest. Og – ikki minst
– at íløgur verða gjørdar kring landið.
Alt hetta er neyðugt, skulu vit røkka tí fremsta málin
um av øllum: At fáa fólk at trívast, støðast og fjølgast í
Føroyum.
Tað kostar – men prísurin er nógv hægri, um vit ikki
standa okkum væl í kappingini um ungdómin.
Landsfundurin fegnast um, at samgongan hevur sett
sær fyri at raðfesta barnafamiljur, ungdóm og útbúgving,
eitt nú við at leingja barnsburðarfarloyvið upp í eitt ár, at
hækka barnafrádráttin og lestrarstuðulin munandi og at
bjóða fleiri útbúgvingar út kring landið.
Størsta uppgávan komandi tíðina verður at finna
semju um eina fiskivinnunýskipan, sum tryggjar, at
fiskiríkidømið eisini framyvir verður fólksins ogn, at
veiðan er burðardygg, og at greiðar treytir áseta, at øll hava
javnbjóðis rætt at troyta okkara fiskiríkidømi.
Tað er nógv ferð á búskapinum í løtuni. Tí mælir
landsstevnan til at halda aftur við íløgum og útreiðsl-um,
sum kunnu bíða til ferðin í privatu vinnuni makar. Eftir
eitt skeið við ov heitum búskapi kemur altíð steðgur í, og
tey, sum tá verða rakt, eru altíð tey, sum Javnaðarflokkurin
skal verja.
Í øllum heiminum verður ríkidømi í dag savnað á
alt færri hondum. Prísurin fyri henda ójavna er stórur.
Ójavnin hevur við sær ein veikari búskap, størri ótrygg
leika og verri trivnað. Og tað ger ta kensluna av at hoyra
saman, sum er samanhangsmegin í øllum sosialdemokrat
iskum samfeløgum, veikari.
Ójavnin er eisini vaksin í Føroyum seinnu árini. Tí
heldur landsstevnan tað vera í tøkum tíma, at Føroyar
aftur verða snaraðar á javnaðarkós. Tí Føroyar hava tørv
á okkara hugsjón – enn sum áður.
Soleiðis samtykt 16. apríl 2016 í Skótahúsinum við Løkin
Landsstevna Javnaðarfloksins
Yvirlýsing frá Javnaðarflokkinum
SUM TÁ IÐ ALLENDE
VILDI BROYTA KILI
Øll halda ikki, at tað er í lagi,
at borgarstjórar, sum hava
fulltíðarstarv, eisini hava
sæti á tingi.
Og í Javnaðarflokkinum
eru tað eisini mong, sum
halda, at tað ikki er rætt, at
umboð floksins sita í meira
enn einum fulltíðarstarvi.
Norðyar
Javnaðarfelag
skeyt á landsstevnu floksins
upp at broyta lógina fyri
Javnaðarflokkin við einari
nýggjari grein, har standa
skal:
Løgtingslimir
floksins
kunnu ikki, samstundis sum
teir sita í Løgtinginum, vera
fulltíðar borgarstjórar ella
sita í Fólkatinginum.
Petur
Martin
Hansen
legði uppskotið fram vegna
Norðoyar Javnaðafelag, men
tað var skjótt tað vísti seg, at
semja var ikki um uppskotið.
Orðaskifti tók seg upp
um spurningin og fleiri
mæltu frá at taka undir við
uppskotinum. Millum annað
bæði Signar Dam og Bjarni
Hammer úr Javnaðarfelag-
num í Suðuroyar Norðaru
helvt.
Bergur Dam, sum um-
boðaði
Javnaðarfelagið
í
Suðurstreymi, helt, at hetta
var eitt mál, sum vert er at
kjakast um, men at tað er
ov eintáttað, bert at viðgera
spurningin um borgarstjórar
og fólkatingslimir.
Hann mæti tí til at taka
undir við einum broyting
aruppskoti, sum skal til
viðgerarar á landsstevnu
komandi ár. Í uppskotinum
mælti Bergur Dam til at
viðgera um fleiri onnur
viðurskifti, sum hava við
umboðan floksins at gera.
Atkvøðugreiðsla var um
broytingaruppskotið
frá
Bergi Dam og 79 atkvøður
vóru fyri, meðan 74 vóru
ímóti.
Sostatt skal spurningurin
takast uppaftur á lands
stevnuni, sum í hesum føri
altso verður aftur í 2017.
arnig@sosialurin.fo
Borgarstjórarnir framvegis eisini á tingi
Uppskmotið frá Norðoyar Javnaðarfelag um, at borgarstjórar í fulltíðar borgarstjórastarvi
ikki eiga at sleppa at umboða flokkin á tingi, fekk ikki undirtøku
Broytingarnar í føroyska samfelagnum fáa nógva mótstøðu
– eins og tá ið Salvador Allende vildi broyta Kili